fríggjadagur 26. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
Fyrrverandi løgtings- og
landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
Ímeðan vit bíða eftir
ultimativa ráninum
V
anliga verður sagt, at einasti
einaræðisharrin, sum eftir er
í Europu, er hvítarussiski forsetin
Alexander
Grigoryevich
Luka
shenko. Helst er hetta hugtak rætt,
táið vit umrøða suverenar statir.
Kortini finst ein annar demokrat
iskt valdur einaræðisharri í einum
donskum hjálandi í Norðurhøvum,
sum hevur fingið hesa somu tign,
tí at størsti flokkurin í landinum,
Sambandsflokkurin, fullkomuliga
hevur avmonterað seg sjálvan sum
politiskt fyribrigdi og valdsfaktor,
bara fyri at sjaldsami formaður
teirra kann sita á trónuni, meðan
samfelagið verður brætt niður í
herðindum av óvanligari høgra
ekstremismu – fyri ikki at siga radi
kalari neokonservatismu.
K
end er søgan um galløra róm
verska keisaran Caligula, sum
hevði ætlanir um at seta sítt egna
ross í starv sum konsulur – hægsta
embætið í gamla rómverjaríkinum
eftir ríkisovastan sjálvan. Onkur
heldur enntá, at hann bleiv settur
í hetta tignarliga starv. Støðan er
hin øvuta í Føroyum anno 2012, har
konsulin í Kvíggjartúni á Argjum
hevur ein óvitandi og hendinga
bláoygdan gangara spolandi leys
an í túninum úti á Tinganeshelluni,
nú hælur hansara er slitin úr svørð
inum og øllum skipaðum jørðildi.
Við víðopnaðari bringu tekur hann
ímóti einum høgrahøggi fyri og
øðrum eftir, so hóskiliga sligin, at
vitið ongantíð fær runnið á skalla
beinini, meðan knæskelin heldur
stand.
E
inaræðisharrar valdast tó, ein
teirra, Lucius Quinctius Cin
cinnatus, stríddist við hyppiveltu
sína fyri nærum fimm og tjúgu
hundrað árum síðani, við mið
jarðarhavsins strendur, tá lands
menn hansara heittu á hann um
at taka leiðsluna í landinum, sum
diktatorur, nú Ríkið var komið sær
illa fyri í víggi. 16 dagar seinri legði
hann starvið niður, hann hevði
greitt ætlaða setningin, málið,
vunnið stríðið á mótstøðumonnun
um, bjargað landi sínum, og frælsa
lívið sum traðarmaður kundi halda
fram.
Ø
ðrvísi er í Føroyum. Eina
ræðisharrin, Jørgen Niclasen,
er farin í víggj við sítt egna fólk, og
systematiskt knúsar hann megin
stólparnar undir føroyska samfelag
num sundur í stumpar og stykkir.
Ein røð av ránum eru framd hetta
árið hann hevur havt alt valdið
yvir donsku koloni´ini Føroyar.
Fráboðanin um tað ultimativa ránið
fór um varrar hansara í beinleiðis
samrøðu við Finn Koba í Svf hin 01.
oktober 2012:
F
innur
Koba:
”Tilfeingisgjald
tosa tit um, er tað semja í sam
gonguni um tilfeingisgjald?” Jørgen
Niclasen: ”Vit eru samd um í fíggjar
karmunum, gjald á fiskivinnuna og
alivinnuna, og vit hava sett eitt tal
120 milliónir krónur. Vit arbeiða
bæði við alivinnuni og fiskivinnuni,
at vit skulu fáa skipað tað so, vit
eru ikki komin á mál við tí, men
vit eru samd um, at vit skulu hava
tað, vit eru samd um talið, so tað
er ógvuliga umráðandi, tað eru
tvey ting sum eru í tí, samstundis
sum vit vilja hava gjald av ekstra-
ordinerum vinningi, av hesum
báðum vinnunum, mega vit eisini
tryggja teimum varandi karmar,
hetta her við at loyvini forsvinna
í 2018, saman við alivinnuni, vit
mega tryggja karmar til vinnuna,
og so taka vit eitt gjald av ekstra
ordinerum vinningi, tað er málið, -
arbeiðið er ikki liðugt.”
S
tórar hendingar varpa langar
skuggar frammanfyri sær, verð
ur sagt. Tað sum hesin føroyski
varianturin av Peter Brixtofte í
veruleikanum sigur, er, at sam
gongan er samd um at privatisera
øll veiðirættindi hjá føroyska fólk
inum í allar ævir. Orðini eru greið,
og tulkingin fær ikki verið onnur
enn hon, at málið hjá Kaj Leo, Jen
isi og Kára eru tey somu sum hjá
Jørgen, at 2018-fyribrigdið verður
lúkað úr lógini um vinnuligan
fiskiskap, og at verandi loyvi verða
gjørd varandi – um aldur og ævir
allar. Júst øvuta gongdin av tí,
sum hendir í Íslandi í løtuni, har
fólkið av ringum royndum miðvíst
fer eftir at taka hendan privata
ognarrættin á landgrunninum frá
bourgeois´inum aftur. Hesin, sum
fleiri halda var meginorsøkin til
búskaparskrædlið hjá grannunum
fyri vestan.
I
deologiska ørvitisgongdin hjá
Fólkaflokkinum, sum tók seg
upp í 70 og 80-árunum, verður í
hesum døgum knæsett sum veru
leiki í dagsins Føroyum. Alt, sum
Óli Breckmann profeteraði í Dag
blaðnum fyri tríati árum síðani,
verður nú sett í verk av servanda
apostli hansara. Svarti búskapar
skúlin í Chicago er fyrimyndin, og
tað sum Jørgen fæst við í hesum
døgum er at geva føroyska væl
ferðarsamfelagnum sama heilivág,
sum IMF og Heimsbankin brúka
til sjokkterapi í tilafturskomn
um londum, sum eru komin á ør
mundarhús. Endaleysi tørvurin
á fremmandum kredittum gevur
hesum íhaldnu trællum heimildina
at raka og skrúva sum teir vilja í
samfelagsbygnaðinum í hesum
londum. Búskaparstøðan í Føroyum
heimilar á ongan hátt, at farið verð
ur fram á hendan hátt.
F
erðin er nógv, tað ræður um at
handla áðrenn nakar raknar
við. Áðrenn nakar varnast, og
langt fyri at nakar kennir veru
liga konsekvensin av tí, sum parla
mentarisku
atkvøðuneytini
á
Løgtingi, við bindi fyri eygunum,
konvertera til lógir og kunngerðir.
Tað tykiskt sum at fólk, fjølmiðlar
og andstøða als ikki eru mentalt
gearað til at fara upp ímóti hesum
idologiska og ekstremt høgravenda
tramansskapi. Alt verður tikið á
bóli, nú Føroyar flyta seg frá einum
rímiliga siviliseraðum vælferðar
samfelag til eitt meira ella minni
anarkistiskt bøli, har tað bara ræður
um at tryggja nomenklaturuna hjá
einum ávísum flokki og onki annað.
Óbótakatalogið, eftir eitt ár á polit
iska Parnassinum, er ikki tespiligt
á at líta:
•
Flatskattur – pensión. Øll vistu
at lønarskatturin var ov høgur,
men bara at veita teimum væl
bjargaðu og múgvandi ein ófíggj
aðan lætta, tað er sosialfascisma
við lít, og tá so fyribils fíggingin
er eitt desiderað rán av fæi hjá
komandi ættarliðum (pensión
irnar), so hongur hesin rík
mannalættin als ikki saman í
longdini.
•
Landsbankin (og Samhaldsfasti
Eftirlønargrunnurin). Bankarnir,
supermarknaðir við pengum,
eru nú av álvara slopnir uppí
gullkálvadansin
hjá
Jørgen.
Hava tikið kvørkratak um kálvin
hjá Óla, og úrslitið er, at allur
hesin peningurin hjá fólkinum,
milliardir, nú fer at fossa úr
Landsbankanum niður í privatu
transaktiónirnar
hjá
hesum
kapitalistisku heksadansarum.
Skemtandi kundi man spurt,
um Landsbankin ikki bara kundi
verið útlisiteraður til JFK-kon
cernina, har nýggi superstjórin
(LA) hevur at kalla allan sín
áhuga og øll síni akker liggjandi
kortini? Og hóskandi kundi
verið spurt, um hetta hevði borið
til nakrar aðrar staðir í heimi,
at oddvitin í eini so sentralari
funktión,
sum
Gjaldstovan
skuldi verið, kundi sitið sum ein
eiturkoppur, spjaddur kring um
í privata megin vinnusegment
inum umframt í sínum almenna
starvi.
•
Búskapargrunnin tømdu teir
í Kvíggjartúni at kalla alt fyri
eitt, og nú fara teir eftir Húsa
lánsgrunninum, Realinum og
Búnaðargrunninum.
•
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Framhald á næstu síðu