fríggjadagur 26. oktober 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búskaparráðið og Hagstovan
fara sama vegin.
•
Fakfeløgini vóru trýst í botn og
sleptu gomlu meginregluni um
lønarhækkingar í prosentum.
Úrslitið varð, at Jørgen slapp at
taka avgerð um, hvussu sosiali
elevatorurin í fakfeløgunum
skuldi lyftast og lorast.
•
Bókasøvnini tódna munandi í
fíggjarlógaruppskotinum 2013,
og Tjóðpallurin hevur næstan
fingið mønustingin. Ein syste
matisk niðurbræðing er h
artil farin í gongd av Mentanar
grunninum.
•
Havrannsóknarskipið,
sum
hevði verið liðugt tíðliga í 2014,
um leisturin vit løgdu varð
fylgdur, er nú skotið so langt av
politiskum haga, at alt bendir
á, at Føroyar, lutfalsliga størsta
fiskivinnutjóðin av øllum, helst
ongar hav- og fiskirannsóknir
kann gera í nærmastu framtíð,
tá ”Magnus Heinason” ikki orkar
meira.
•
ES-granskingin fær onga fígging
í fíggjarlógaruppskotinum, har
við fær føroysk gransking ein
sovorðnan lúsing, at stígur
kemur í eitt høpi, sum øll lond, ið
ætla vøkstur og menning, leggja
almikla orku í.
•
Tey arbeiðsleysu vórðu skorin
í útgjaldinum, og fyritíðarpen
siónistarnir verða alt annað enn
leskaðir í fíggjarlógaruppskot
inum hjá Jørgen.
•
Laðað verður upp í dyrnar á
Sendi-stovuni í London. Neyðuga
bindiliðið í Stóra Bretlandi, - sum
hevur havt so ómetaliga stóran
týdning
heilt
síðani
seinra
heimstríð. Í grundini einasta
alternativið til heimføðisásina
Keypmannahavn-Tórshavn.
•
Trygdarnetið burturav – Heilsu
verkið – fær heldur ikki frið
fyri longu fingrunum hjá sam
gonguni. Ongin trilkast við at
gjalda til hesa trygdina, sum
øll onkuntíð fáa brúk fyri á
lívsleiðini, tí er tað ófatiligt, at
sjálvt ein so vital funktión, sum
sjúkrahúsini, ikki fáa frið fyri
hesum politisku gavstrikkun
um.
R
æning og rán. Á alljósum degi.
Stólparnir og súlurnar und
ir føroyska samfelagnum verða
tilvitað foyktar burtur. Politiskt
mentanarloysi liggur sum ein
køvandi dýna yvir øllum sam-felag
num. Fólk flýggja yvir háls og herðar
av landinum, undan regime´num
hjá ideologiska fantastinum Jørgen
Niclasen, og sjokkdoktrin hansara
varpar áfram so magnfullar rav
magnsbylgjur út í samfelagið, at
man øtast um, at hvørki fólk, miðlar
ella andstøða ikki enn hava varnast,
at fóturin er við at fara undan sam
felagnum á sama hátt sum á koloss
inum á leirfótum, soleiðis sum vit
lesa um tað í bókini hjá Dánjali í
gamla sáttmálanum.
H
ugmóð og arrogansa eru við at
fara við øllum. Í eini samrøðu
í sjónvarpinum hin 16. oktober 2012
sigur Jørgen Niclasen orðarætt: ”Eg
eri kanska meira kendur fyri at fáa
ting at henda enn Høgni Hoydal”.
Hvør mundi hugsa sítt. Men tann
stóri spurningurin sum eftir situr,
er, hvussu í víðastu verð tað kann
bera til, at tann sosialliberali Sam
bandsflokkurin, sum einaferð hevði
rúm á ovastu rókum fyri fólki sum
Eilifi Samelsen, Lisbeth L. Petersen
og Peturi Ellefsen, og hin super
sosiali Miðflokkurin, frá fyrstum
ideologiskt
víðgirdur
suðuri
í
sosialdemokratisku
kommununi
á Tvøroyri, hava latið hesi ránini
henda, og hvussu tað kann bera
til, at hesi hava svorið Jørgen eið,
tá hann nú fer í holt við tað ulti
mativa ránið frá Føroya fólki, at
privatisera landgrunnin á heilt
fáar hendur og øll veiðirættindi á
mið- og fjarleiðum í allar ævir, - tað
man vera teimum flestu hin størsta
gátan.
R
eykurin,
á
indifferentu
gomlu sjálvstýrarunum, fer
í allar ættir, alt eftir hvønn vegin
vindurin úr verøld blæsir, og har
sum frægasta lønin og pensiónin
er at finna, tí er ongin orsøk til at
brúka farran av heilavætu til tað
kompaníið.
T
ímin er komin til broyting,
siviliseraða bylting og eina
nýggja framtíð, sum skal byggjast
á samfelagsligu ruinirnar, ið sløðast
allastaðni
í
kjalarslóðini
eftir
Jørgen Niclasen.
∆
kjak
Fer flatskattasøgan at endurtaka seg
Tá flatskatturin og pensjóns
skattingin vórðu samtykt 23.
desember 2011, vórðu málini
trýst ígjøgnum Løgtingið.
Málið var heilt greitt, at fáa
samgongutingfólk at taka
undir við hesum, áðrenn
tey vistu ov nógv um av
leiðingarnar av lógarupp
skotunum.
Málini
vórðu
løgd fyri á Løgtingi á fyrsta
sinni 6. desember og endaliga
samtykt við 3. viðgerð longu
23. desember – bert 17 dagar
seinni. Eftir stóðu hópurin
av ósvaraðum spurningum
og óteljandi áheitanir um
nágreiningar og meira fyri
reikingartíð. Øll stóðu spyrj
andi. Hvat hendir ?
Tað frættist, at sjálvt Løg
maður ringdi til ein og ein
samgongutinglim og segði
frá, at um tey ikki atkvøddu
fyri, so vóru tey ikki partur
av samgonguni. Jørgen og
Kaj Leo gingu sostatt hond í
hond á odda, at trýsta málið
ígjøgnum.
Yvir 300 mió. kr.
minni í landsskatti
Avleiðingarnar kenna vit øll.
Landskassin fær nú langt
yvir 300 mió. kr. minni inn í
landsskatti í 2012, enn land
skassin hevði fingið um
flatskattalættin ikki varð
framdur.
Samstundis verða góðar
200 mió. kr. í framtíðar pen
sjónsskattainntøkum brúkt
ar her og nú í 2012. Inntøkur,
ið koma at mangla seinni,
tá somu pensjónistar ikki
skulu rinda skatt – siga
Jørgen og Kaj Leo. Veruleik
in er tó ein annar, nevnliga
at pensjónistarnir tá koma
at rinda høg brúkaragjøld
ella nýggjar skattir, tí tá
pensjónistarnir ikki fara at
rinda nakran skatt tá, kemur
landið at mangla skattainn
tøkur til vælferðartænast
urnar.
Nú allir pensjónistar ikki
skulu rinda skatt í framtíðini,
varð alt grundarlagið undir tí
semju, ið var so sera nær um
eina pensjónsnýskipan, tí
eisini undirgravað.
300 mió. kr. frá
øllum til tey við
hægru inntøkunum
Ein onnur avleiðing er, at á
hvørjum ári verða nú 300
mió. kr., ið vit øll eru við
til at fíggja, fluttar til tann
partin av føroyingum, ið
hava hægst inntøkur. Hesir
fáa skattalættar á fleiri tús
und krónur um mánaðin,
meðan føroyingar við lág- og
miðalinntøkum hava fing
ið eina eyka skattarokning
umvegis hækkaða pensjóns
skattinum á kapitalpensjón
úr 35% uppí 40%, og á luta-
og lívrentupensjón frá at
verða skattað progressivt
sum A-inntøka, til at verða
skattað sum flatskattur á
40% frá fyrstu krónu.
100 mió. kr. mangla í
og skulu nú sparast í
vælferðartænastum
Omaná tí heila, so eru minst
100 mió. kr. á muni millum
tað, ið fæst minni í lands
skatti
og
tær
framtíðar
pensjónsskattainntøkur,
ið valt verður at nýta í
dag. Tí skulu nú munandi
sparingar
fremjast
inn
an almannaverkið, heilsu
verkið, samferðslu, mentan,
gransking og á Fróðskapar
setrinum. Eitt nú vil lands
stýrið, at fyritíðarpensjón
istar skulu spara 10 mió.
kr.,
sjúkrahúsini
skulu
fremja umfatandi sparing
ar, eldrasambýli verða um
løgd til dagtilhald uttan at
heimarøktin verður upprað
fest, Fróðskaparsetur Før
oya skal spara 1,5 mió. kr. til
verandi virksemi, Mentanar
grunnurin verður skorin við
20%, og túratalið til Suður
oyar og Sandoyar verður
minkað í 2013.
Fyri hvønn skuldi
tað loysa seg ?
Alt orsakað av einum –
um tú veruliga hugsar um
tað – rættiliga fanatiskum
orðataki. “Tað skal loysa seg
at arbeiða”. Líknandi orðatøk
eru ikki ókend í søguligum
høpi. Sjálvandi skulu vit øll
kenna á okkum, at vit fáa
nakað burturúr tá vit fara til
arbeiðis. So hevur altíð verið.
Men fyri hesa samgonguna
er hetta orðatak eftir øllum
at døma bert galdandi fyri
tey,
sum
frammanundan
hava góða løn ella framman
undan hava møguleika fyri
at arbeiða fulla tíð. Øll onnur,
fáa munandi minni enn
áðrenn. Samstundis verða
grundleggjandi
vælferðar-
tænastur okkara nú skerdar
og verður neyðugt at siga
fólki úr starvi. Nógv munnu
standa spyrjandi. Fyri hvønn
skuldi tað loysa seg ?
Høgravenda kósin
móti minimalstatinum
er sett
Ongantíð áður hevur poli
tikkurin verið so høgravend
ur sum nú – og so skeivur
sum nú.
Kósin fram móti minimal
statinum er sett. Fólkaflokk
urin ynskir ein so lítlan al
mennan geira sum møguligt,
helst ongan skatt og bert
brúkaragjøld.
Lunnarnir
eru nú lagdir, og vit onnur
kunnu bert undrast yvir, at
hinir
samgonguflokkarnir
renna glaðbeintir aftaná.
Óskiljandi.
Heldur
enn
at
skapa
álit og fáa føroyingar at
kenna seg tryggar við fram
tíðarútlitini, so vøkstur aftur
kemur í nýtsluna, virksemið
og arbeiðsloysið minkar, so
fremur landsstýrið ein øvugt
an politikk. Ein, ið fremur mis
álit og ótryggleika. Tíverri.
Tað er ongantíð ov
seint at broyta kós
Men vónin er, at hetta ikki er
ein gongd í heldur áfram. Tað
er ongantíð ov seint at læra
av sínum feilum. Vónandi
hevur samgongan lært, at
verandi politikkur ikki er
álitisvekjandi
og
skapar
ikki ta framgongd, ið vit øll
ynskja okkum. Hetta sæst
eitt nú av MVG-inntøkunum,
ið vísa, at MVG-inntøkurnar
frá
vanligu
húsarhalds
nýtsluvørurunum eru mink
aðar í 2012 í mun 2011, hóast
prísvøkstur og hóast skatta
lættar. Hetta sigur ikki so
lítið, men samsvarar júst
við tað, ið andstøðan hevur
víst á frá byrjan, nevnliga at
skattalættar til tey við hægru
inntøkunum
skapa
ikki
búskaparvøkstur. Ynskir tú
vøkstur so eru skattalættar
ikki sterkasta amboðið, men
skal hetta nýtast, so er at
veita lættar til føroyingar við
lág- og miðallønum.
Sterkasta amboðið er ein
álitisvekjandi og uppbyggj
andi
politikkur.
Privata
nýtslan er í dag sera lág.
Nýtslukvotan væntast at
vera heilt niðri á 82% í mun
til 95% vanliga. Um bert
føroyingar nýttu sama part
av lønini til nýtslu, sum vit
gera vanliga, so hevði landið
fingið 2-300 mió. kr. meira
inn í skattum og avgjøldum,
og hallið hjá landinum var tá
burtur. So tað snýr seg um
at skapa ein álitisvekjandi
politikk, so fólk kenna seg
trygg um framtíðarútlitini,
so vilja vit aftur hava javnvág
í landshúsarhaldinum. Tað
er at vóna, at samgongan
sær týdningin av hesum, og
broytir kós.
Landsbankin avtak
ast – fer søgan at
endurtaka seg ?
Eitt mál har samgongan
hevur møguleika at broyta
kós og vísa vilja til at gera
tingini rætt, er málið um
avtøku av Landsbankanum.
Í hesum málinum eru tíverri
óhugnaliga nógvar líkheitir
við gongdina í málinum
viðvikjandi flatskattinum og
pensjónsskattinum.
1) Ongin
hoyring
áðrenn
landsstýrið tekur støðu
og ger lógaruppskot.
2) Ongin hoyringsskriv áðr
enn málini verða løgd fyri
Løgtingið.
3) Sera illa fyrireikað lóg
aruppskot, við nógvum
feilum og enntá skeivum
og
villleiðandi
upplýs
ingum.
4) Nærum allir partar á ar
beiðsmarknaðinum mót
mæla framferð og lógar
uppskotum.
5) Ótalligar áheitanir í al
menna rúminum á lands-
stýrið um, at steðga ætl
anini.
6) Øll andstøðan og fleiri
samgongutingfólk vísa á,
at uppskotini als ikki eru
í lagi.
7) Løgmaður lovar øllum før
oyingum at onki verður
gjørt uttan at kenna av
leiðingar áðrenn, og at øll
skulu kenna seg trygg.
Kristina
Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Framhald av síðu 17
Framhald av síðu 19