Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak við avtøkuni av Landsbankanum? Spurningurin er, um endin á málinum verður tann sami sum við flatskattinum og pensjónsskattinum, ella um Løgmaður og samgongan hesuferð velja at hugsa seg um og steðga málinum. Allir hoyringspartar mæla frá – uttan peningastovnarnir Eitt nú tí øll hoyringssvar, ið higartil eru komin til málið mæla frá at samtykja lógaruppskotini, undantikið peningastovnarnir - teir fegn­ ast – ikki uttan orsøk. Hóp­ urin av fakfeløg­um og sjálvt Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá at sam­ tykja uppskotini, so sum tey fyriliggja, og Grann­skoð­ ararfelagið, ið Jørgen heldur skal hava 1 av 3 limum í einum Gjaldstovuráði, vísir enntá á, at hetta er ikki ynskiligt tí allir grannskoðarar eru ógegnigir at umsita landsins gjaldføri og hava hartil ikki neyðuga tjóðarbúskaparligan vitan. Tað sama ger seg væl galdandi fyri advokatarnar, ið skulu hava eitt annað av teimum 3 umboðunum í Gjald­stovu­ ráðnum hjá Jørg­en. Ómetaliga lítið skil á ætlanini at avtøka av Landsbankan Málið tykist ómetaliga und­ arligt alt sum tað er. Lands­ bankin skal pett­ast í 4 pettir, og allur tjóðar­bú­skaparligur førleiki harvið speiddur fyri vág og vind, samstundis sum tosað verður um at savna og rationalisera. Beint tað øvugta verður gjørt. Óheftar búskapar­meting­ ar frá óhefta stovninum Landsbankanum hvørva og gjaldføri landsins skal um­ sitast á stovni beint undir landsstýrismanninum, við stjóra, ið landsstýrismaðurin setur og einum ráði, ið lands­ stýrismaðurin velur. Tá kann gjaldførisumsitingin tað sama verða fram í Fíggjar­ málaráðnum, tí óhefta gjald­ førisumsitingin er burt­ur við leistinum hjá lands­stýr­inum. Samstundis vís­ir lands­stýris­ maðurin ferð eftir ferð á, at umsit­ingin verður óheft av landsstýrismanninum. Hvussu kann hann koma til ta niður­støðuna ? Hartil verður gjaldføris­ um­sit­ingin á einum rokn­ skapar­stovni uttan neyðugu tjóðarbúskaparligu vitanina og umhvørvið, ið krevjast – eitt nú fyri at fáa góða altjóða rating, og harvið lága rentu tá umræður landsins skuld. Nøkur fólk verða flutt á Fróðskaparsetur Før­oya at stovna nýggja út­búgv­ing. Hesi skulu eisini vera um­ siting hjá Búskaparráð­num. Neyðugt verður sjálvandi at lýsa hesi størv leys. Núverandi tjóðarbúskaparliga serfrøðin í Landsbankanum, ið eitt nú tekur sær av framskrivingum av tjóðarbúskapinum, bú­ skaparmetingum við ser­ ligum atliti til fíggjar­geiran og umsiting hjá Búskapar­ ráðnum hvørvur. Restin av játtanin hjá Landsbankanum verður lat­ in Fíggjarmálaráðnum og Hagstovuni. Avtøkan hevur onki við rationalisering at gera - tvørturímóti Greitt er, at avtøkan av Lands­bankanum onki hev- ur við rationalisering at gera, tí møguligt er at spara somu upphædd hjá Lands­ bank­anum, uttan at avtaka Landsbankan. Hartil tykist ætlanin at spjaða starvsfólk út á ymsar stovnar sera illa gjøgnumarbeidd og týðiligt er, at fleiri uppgávur hjá landsbankanum ikki verða røktar við tí uppskoti, ið landsstýrið er komið við. Sam­stundis er sera stórur vandi fyri fleiri mió. kr. í øktum útreiðslum hjá land­in­ um vegna verri altjóða rating og harvið hægri rentu av landsins skuld, og eisini vegna broyting, ið tí íløgustrategi, ið landsstýrið hevur lagt upp til. Eisini vilja manglandi búskaparmetingar og mangl­ andi óheft ráðgeving um føroyska búskapin við ser­ ligum denti á fíggjar­markn­ aðin koma at kosta okkum dýrt yvir tíð. Hetta áttu undanfarnu kreppurnar lært okkum. Um nakað, so átti vit sjálvandi at styrkt Lands- bankan – ikki avtikið hann. Ógrundaðar samanleggingar kosta okkum øllum dýrt Vit minnast hana øll. Sein­ astu samanleggingina hjá núverandi fíggjar­mála­ráð­ harranum. Ta ferðina var tað Ferða­ ráð Føroya, ið skuldi «ratio­ nali­serast» inn í ein stovn við øllum møguligum øðr­ um, ið sambært lands­stýris­ manninum «gjørdi nakað tað sama». Hóast ótall­igar áheitanir um at lata vera, so valdi landsstýrismaðurin at avtaka Ferðaráðið og fremja samanleggingarnar. Úrslitið kenna vit øll. Øll samskipan av ferða­ vinnuni varð syndrað. Allar uppgávurnar, ið sagt varð vóru loftaðar av øðrum, duttu niður ímillum. Útreiðslurnar av samanlegging og síðan endurstovnan hava verið ovurstórar. Mest av øllum hevur missurin fyri føroyska samfelagið verið stórur. Tá Tjóðveldi og eitt nú minnilutasamgongan sam­ starv­aði í fjør varð eitt av týðandi málunum, ið avgreidd vórðu, at endurstovna Ferða­ ráð Føroya. Hetta var byrj­ anin til endurreisnina, ið allir flokkar á Løgtingi nú taka undir við. Skal søgan endurtaka seg við Landsbanka Føroya ? Um søgan við Ferðaráðnum var dýr og syrgilig, so kann søgan við Landsbankanum gerast ein ómetaliga nógv meira um­fatandi og vanlukkulig fyri føroyska samfelagið. Latið ikki søguna endur­taka seg ! Sjálvstýri ella...? 1. Jesper Hansen har den 6.ds.i Nordjyske Stifts­ tidende et indlæg under overskriften : selvstyre – eller ... ?.. omhandlende Grønland og Færøerne. Jeg vil holde mig til hans betragtninger om det dansk/færøske forhold. En masse løs snak og uhold­ bare påstande, der røber, at han ikke er op­da­ter­et. Han mener at selv­stænd­ig­ hedstankerne har gode vilkår. At danmark ikke interesserer sig en døjt for Færøerne. Dumhed og ligegyldighed over for rigs­fællesskabet og så stiller han spørgsmålet om Danmark kan klare sig uden Færøerne. Han mener, at Danmarks strategi er del og hersk og betragter blok­ tilskudet som almisser, der rammer den færøske stolt­ hed. Han demonstrerer mang­lende kendskab, så det han siger må ikke stå uimod­ sagt. 1. Del og hersk prin­cipp­ et var i højsædet fra 1380 frem til hjemme­styre­loven af 1948, der tog pusten af selv­styre­be­vægelsen, der tog fart fra 1940, hvor for­ bind­elsen blev afbrudt som følge af krigen. Det er i dag historie, som Jesper Han­sen er groet fast i. Hjemmestyreloven er genial. Færøerne fik straks rådig­heden over finans­politikken (skat­ter og afgifter), ind­komst­ politikken, men ikke penge­poli­tikken (op­tag­ else af lån og valut­aen). I prak­sis fik de allige­vel lov til at op­tage lån, så i dag er det en hævd­vunden ret. Med andre ord de tre øko­ nom­iske instru­menter, der karak­teriserer det indre selv­styre. Og så kommer det geniale, at færingerne kunne overtage sags­om­ råder stykvis, alt efter økonomisk for­måen­hed. Und­tagen uden­rigs­ politikken og for­svars­ politikken. Af sags­om­råder tilbagestår rets­væse­net. Valutaen må nød­vendig­ vis være knyttet til et andet land. Mindre­tallene rundt om i verden er drøn misundelige. Fær­ing­ernes selvstyre ligger tæt på mod 100 %. Løs­rivelses­partiet har 7 mandater i lagtinget ud af 32 og i dag sat ud på et sidespor, idet lagtinget i 2010 besluttede at lægge løs­rivelsestankerne på hylden med den begrun­ delse, at der var vigtigere ting at tage sig til. Men­ ings­målingerne har genn­em årene vist, at tilhængere af løsrivelse højst har udgjort 25 %, med und­tagele af en enkelt, der sagde 50, men det var under den forudsætning, at man fandt olie. Skulle det engang komme til følke­afstemning, er jeg over­bevist om, at man ikke vil opnå 25 %, da man uvæger­ligt vil ryste på hånden, når man står i stemme­boksen og vælge det sikre og krydse nej. En løsrivelse vil medføre store problemer. På finans­ loven er der et underskud på 5oo mio. Bloktilskudet på 624 mio vil falde bort og så er udgifter til uden­ rigsanliggender og forsvaret, så man er godt stykke over 1.milliard, der skal hentes hjem. Svigter fiskeriet ( over 90 % af eksporten ), hvad det gør fra tid til anden, så går velfærden i bund og de unge flygter og de ældre må suge på lappen. Til Jesper Hansens und­ er­retning. Jeg har ret så godt et kendskab til Færøerne og fortrolig med færøsk tanke­ gang. Jeg er født på Fær­ øerne af danske forældre boet der i 2o år og har fra jeg var 15 år i 1940 fulgt med i det dansk/færøske forhold. Jeg har deltaget i debatten i de færøske aviser. Siden 1979 besøgt Færøerne hvert år frem til 2010 Taler og skriver sproget. Jeg kender Færøerne som min egen bukse­lommen og sætter umåde­lig pris på færingerne, et stolt folkefærd. Erik Ludvigsen lektor cand.jur. Klosterjordet 8 Aalborg Fólkavøkstur og lønir Nú ein tosar so nógv um, at tað má gerast lættari hjá ES – borgarum at sleppa til Føroya at arbeiða, so hoyri eg í útvarpinum, at søkt verður eftir elektrikarum. Og tað sjálvt um vit hava so nógvar elektrikarar, at teir noyðast til onnur lond at arbeiða. Ella er tað kanska so, at lønirnar eru ov lágar? Nakað eitur útboð og eftirspurningur. Hava okk­ ara handilsmenn og ar­ beiðs­gevarar gloymt, at hetta fyribrigdið má tak­ ast í størsta álvara? Tað gevur onga meining, at vit skulu senda okkara bestu handverkarar av land­inum, fyri at innflyta fólk frá øðrum londum. Ferða­vinnan kann fáa pengar burturúr, men aðrar vinn­ur mugu seta pening til, tí tað kostar bæði tíð og ferðaútreiðslur. Bert ein logisk grundgeving er møgulig: At lønirnar skulu fáast niður. Tað munnu vera tey fækstu, sum ynskja at vera burtur frá familjuni, so antin er ov lítið arbeiði í landinum, ella so eru lønirnar ov lágar. Jú, vit eiga at fáa tey heimaftur, sum eru farin av landinum av neyð, eis­ini tær einsamallu mammurnar sum ikki fáa tað at bera til her heima, tí myndug­leik­ irnir lata páparnar sleppa ov lætt. Bæði ung og gomul mugu taka ábyrgd av egn­um gerningum. Tó kunnu vit vera utt­ an tey, sum hava hægri út­ búgving enn teirra intellekt tolir, ella moralurin tolir. Tað hevur kostað okkum meira enn gott er. Men tey, sum byggja land, eiga at verða væl móttikin, og ikki bert elektrikarar. Thorbjørn Brochs Framhald av síðu 18