Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Nú Høgni Mikkelsen er komin upp aftur at blása sum valevni til Tórshavnar býráð, er hann sum togaður úr tonnunum á Anfinni Brekkstein. Tað illgrunasama sjón­armiðið um skúla­ ætl­anir býráðsins, sum Høgni leggur fram í Dimmu í gjár, er merkt av sama hugi til at sáa misálit, sum Brekkstein hevur roynt nú í heyst. Høgni skrivar um tóm lyftir um Vesturskúla. Hann eigur at gera sær greitt, at Tórshavnar bý­ráð hevur gjørt eina greiða samtykt í skúla­ mál­inum. Býráðið hevur tikið undir við einum nýggjum bygnað fyri fólkaskúlan í Tórshavnar kommunu. Út frá einum áliti um bygnaðin hava eitt nú stjórarnir fyri Venj­ ingarskúlan og Komm­ unu­skúlan í fullari semju mælt til at fara undir at fyrireika ein trí­sporaðan skúla í vesturbýnum. Hetta hevur býráðið ásannað í síni samtykt í juni í ár, og á tí grundarlagnum hevur tað samtykt at seta eina bygginevnd til endamálið. Hetta er sjálvandi alt ein stór broyting í mun til tað, sum hevur verið galdandi á skúlaøkinum í Havn. Men veruleikin er, at Kommunuskúlin er stongdur vegna sopp og Venjingarskúlin trong­ ir til at verða ný­tíðar­ gjørd­ur. Vit vóru so heppin, at vit høvdu ein tóman skúla standandi, tá ólukk­an rapaði oman yvir okkum, so vit fingu so dánt hýst teimum hús­villu kommunu­ skúla­børnunum, men tað er ongin varandi loysn. Besta uppskotið hig­ artil er tað, sum umboðini fyri skúlastýrini og skúlarnar hava lagt fram fyri býráðið. Síðani eru eisini aðrir tankar komnir fram, kanska serliga í mun til skúlar í miðbýnum. Tað kann so væl vera, at onkur slíkur rísur upp úr øskuni, men tað verður so langt frá í eini stødd, sum kann kompensera Komm­ unu­skúlan, tí har kann ikki byggjast so stórt longur.. Tá verður tað heldur ein specialitetur av onkrum slag – alt eftir, hvat vit gera við leiðina, har Kommunuskúlin hev­ur staðið í meir enn hálva øld. At fyrigykla fólki eins og Høgni ger, at nú­ ver­andi stígurin í fólka­ talinum sleppur okkum undan at byggja nýtt fyri Kommunuskúlan, er at fara ov lætt um veruleikan og at sleppa tí uppvaksandi ættar­ liðnum upp á fjall. --- Fólkaskúlin má røkjast Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs Kommunan hevur ikki einans til uppgávu at byggja barnagarðar, ellisheim og skúlar – Kommunan má eisini ávirka soleiðis, at tað sum vit hava í kommununi, má verða verandi í kommununi! Tad hevur verið sjón fyri søgn, at hvørja ferð lokal­ patriotiskir bygdamenn vera valdir í løgting og landstýri, so skulu stovnar og tænastur flytast ÚR Havnini, til ta bygd ella oyggj, sum viðkomandi landstýrisfólk koma frá, og hesin galskapur má steðg­ ast. Væl eru øll vitandi um, at landspolitikkur og kommu­ nalpolitikkur onki hava við hvørt annað at gera í slíkum førum – men kommunan skal ávirka soleiðis, at allir karmar og facilitetir eru betri í Havn enn nakra aðrastaðni, fyri at gera støðuna meira tørføra at flyta nakað úr Havnini. Tað hevur alt at siga fyri Havnina, at vit varðveita tey arbeiðspláss sum eru, og at vit framyvir eisini eru við, tá tað kemur til nýbyggingar av skúlum o.ø. ætlanum, sum landið skal byggja. Vit mugu altíð hava økir klár til slík høvi, og vit skulu altíð vera kappingarfør à øllum økjum. Tað haldi eg at Tórshavnar kommuna hevur skyldu til at gera, og vit mugu fyri alt í verðini ikki lata fleiri ørvitisfiskar flyta fleiri arbeiðspláss út úr kommununi – bara fyri at flyta ! Vit skulu standa sterk og verja Havnina og komm­ ununa sum heild, tí onki sum áður er flutt úr Havnini, er blivið betri av flytingini – heldur tvørturímóti ! Komið og grátið um Ternurygg Ternuryggur er vakra økið norðanfyri Havnina. Ternu­ rygg­ur var ein perla. Einaferð hevði Havnin visionerar, krea­tiviar Býráðslimir sum ásannaðu tørvin á at Havn­ in hevði eitt rekreativt øki. Í 1930 unum samdist man um at Havnafolk skuldi fáa Ternurygg og fingu vit sokallaðu “koloni­hava­ stykkini”, leigustykkir, har Havnafólk høvdu ein litlan urtagarð, veltu eplir, røtir og rabarbur, summi høvdu eitt litið hús har tey kundi kóka sær ein kaffimun og annars hugnaðu fólk sær í hesi friðsælu náttúruni og børnini spældu í ánni sum var full av sílum. Eitt sera rekrativt øki og sum sera nógv Havnafólk nýttu og høvdu stóra gleði av. Tíanverri er ídag lítið og onki eftir av gamla Ternu­ ryggi. Sethúsaøkið hevur man latið vaksað ótarn­að á Ternu­ryggi og ídag eru mest niður­dottin hús, húsa­leivdir, skrambul, burtur­kast og so ein dálkað á, vit kunnu veruliga tosa um náttúru­ slumm ! Og mitt í hesum øki hevur man so givið loyvi til byggja eitt ljótt, yvirdimensionerað monstrum av einari beton­ brúgv sum hevur staðið í hálv­um gekki í mong ár. Henda brúgvin er allarhelst ætlað at leiða 3000 bilar inn og úr Havnini hvønn dag. Hvat hugsa tey á Byggi og Býarskipanardeildini ? Hetta er vakri Ternuryggur og Havnin og ikki ein high way inn í Los Angeles. Tað er sera deprimerandi at síggja Ternurygg ídag og hvussu hetta áður so vakra økið er degenererað, for­ sømt og burturgloymt av bý­ráðnum og ongan góðan eigur longur. Við góðum vilja ber kanska til at bjarga nak­að av Ternuryggi og Vatna­ skørðum, komi eg í býráðið vil eg so royna. Meira enn nakrantíð hava stressaðir havnarborgarar og teirra børn tørv fyri at velta, hava urtagarðar og at síggja tað vakra í náttúruni. 8 Heini Havn Magnussen Valevni fyri Fòlkaflokkin ì Havn Tað sum er í Havn, skal verða verandi í Havn Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi