fríggjadagur 26. oktober 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Var á stak væleydnaðum
veljarafundi í Café Chill
í Kollafirði fyrr í vik
uni. Tað er áhugavert at
hoyra, hvørjar avbjóð
ingar langa bygdin hevur
at dragast við.
Serliga eru tað hesi
mál, ið fylla nógv: at
tryggja
vegirnar
við
bungum
og
gongu
breytum, grundstykkir,
hegnsýn, vetrarfriðing,
nýggjan barnagarð, og so
varð staðiliga mælt frá,
at leggja eina oljuhavn
á Signabø. Kollfirðingar
stilla eingi órímilig ella
marglætis krøv, hettar
eru grundleggjandi tørv
ir sum tryggja ferðslu á
vegnum, framtíðar bú
setingar og urtagarðs
frið.
Sæð út frá einum til
feingis sjónarhornið, so
er Kollafjørður ein gomul
bóndabygd
og
hevur
sjálvsagt nógv tilfeingið.
Bøndur
flest
dragast
við somu avbjóðingar
sum eitt nú tiltikna eu-
direktivið, og tað, at fólk
vilja nærum bara keypa
gongulimir. Síðir, høvd,
blóð, skinn, horn, tálg
v.m verður sum oftast
burturbeint.
Eg fari at arbeiða fyri,
at vit gagnnýta allan
seyðin sum hann er, eisini
neytini,
tarskálvarnar,
fuglarnir, harurnar osf.
Tað sum ikki kann etast
sum mannaføði, tað skal
tilvirkast til djóraføði,
sápu, ljós, skinn, prýðis
lutir og annað.
Eg fari í einari aðrari
grein, at koma við mín
um íkasti, til hvussu
hetta kann gerast. Eisini
fari eg, at arbeiða fyri at
broyta reglugerðina fyri
at selja matvørur.
Kollfirðingar eru til
tikið gestablítt fólkaslag.
Eg ivist onga løtu í, at
bygdin eigur bæði listar
fólk, handverkarar, tón
leikarar, bindikonur og
aðrar kreativar sálir, sum
hava nógv spennandi
íkast, til vaksandi ferða
vinnuna.
Ja, ferðavinnan er ein
upplagdur málbólkur fyri
útjaðaran í kommuni.
Nýggja
málið
hjá
Ferðaráðnum er, at økja
yvirnáttingarnar
frá
80.000 til 200.000 um árið
innan 8 ár. Tað fer sostatt
at krevja nógv fleiri
tilboð og upplivingar
til ferðavinnuna. Tórs
havnar kommuna skal
leggja seg eftir, at skipa
og dyrka øll økini í
kommununi, soleiðis fáa
vit eina fjøltáttaða og
spennandi ferðavinnu.
Saman við lokalum
kreftum, skal eitt yvirlit
gerast yvir hvørji tilboð
bygdin hevur at bjóða.
Ætlan skal leggjast fyri,
at fáa fleiri tilboð eitt nú
Ból og Biti, Heimablídni,
gongutúrur,
handlist,
tónleikur, frásøga og so
framvegis. Bygdin skal
seljast og mennast.
Stóri
fyrimunurin
hjá Kollafirði er, at yvir
99% av ferðafólkunum
koyra framvið bygdina
í dag. Flestu føroyingar
koyra
eisini
framvið!
Avbjóðingin er, at fáa tey
at steðga og lata nakrar
krónur liggja eftir, men
so má okkurt eisini verða
til keyps, og tey muga
vita tað!
Eg vil verja, menna
og umboða føroyska til
feingið.
Er nakað
tilfeingið í
Kollafirði?
Bjørg Dam
Livandi, litfagra og stuttliga
torgið í Klaksvík!!!
Eg eri optimist! Eg haldi at
vit kunnu gera nógv fyri
lítið, hóast tað oftast tykist
sum um, at tá okkurt skal
verða øðrvísi, so kostar tað
eisini nógv.
Eg sakni ein lívandi bý, og
her meini eg aftaná arbeiðstíð
og í vikuskftunum. Ofta er
rætt og slætt steindeytt. Og
tað haldi eg vera ov galið.
Trivnaður
og
mentan
ganga hond í hond og her
má Klaksvíkar kommuna
eisini ganga á odda og
skapa karmar fyri at vit fáa
mentanarvirksemi at blóma
og verða sjónligt.
Økið rundan um stand
myndina Fípanu Føgru og
kirkjugarðin niðri í Vágstúni
skal verða eitt torg, har
smáar litfagrar smáttur, sum
Kommunan
kundi
keypt
frá Tekniska skúla í Klaks
vík, javnan verða settar
upp, soleiðis at feløg og ein
staklingar kunnu sleppa inn í
smátturnar at vísa fram, selja
eitthvørt ella hava onnur
tiltøk. Tá jólini nærkast,
verður hetta sjálvandi eitt
jólatorg. Seinasti vikuskifti
í hvørjum mánaða, kann
meira gerast burturúr við
tónleikaframførðslum
og
"Speakers Corner-tiltøkum".
Tað eru mong sera kreativ
og dugnalig fólk, sum kunnu
vera við til at seta dám á og
harvið gera alt økið niðri í
Vágstúni meira spennandi.
Dagstovnar, verkstøð og
sambýlir kunnu eisini fáa tað
spennandi uppgávu at seta
sín dám á økið í eina ásetta
tíð, soleiðis at tað allatíðina
er okkurt nýtt at síggja og
uppliva.
Beinta Klakstein
Multifunktionella
Vestara Bryggja
Politikkarar tosa um trivnað
upp í saman. Hetta orðið er
so líðandi blivið til eina stóra,
misfataða klisjé. Veruligur
trivnaður fæst heilt einfalt
fyrst og fremst av at hava
okkurt at fara upp til hvønn
dag - nevniliga eitt arbeiði!
Tað var ein sorgarleikur
fyri nógvar familjur, tá ið
Faroe Seafood fyri tveimum
árum síðani fór av knóranum.
Hetta var samstundis ein
stór avbjóðing fyri ALS, sum
eftir eitt stutt vikuskifti
kundi skráseta 600 fleiri
arbeiðsleys í skipanina. Í
allari neyðini lá kommunan
(tíbetur) framvið og keypti
bygningarnar
á
Vestaru
Bryggju eftir trotabúgvið.
Fyrr í ár hoyrdust tíðindini
um, at arbeiðarafeløgini í
Havn síðani høvdu funnið ein
íleggjara, sum var sinnaður
at keypa maskinurnar og at
fáa virkið uppaftur at koyra
- treytað av, at kommunan
leigaði virkinum hølini. Men
enn er ógreitt, nær hetta
verður, og sagt verður, at
bíðað verður eftir ymsum,
eitt
nú
góðkenning
frá
heilsumyndugleikunum,
eftirsum onkrar broytingar
skulu gerast í bygninginum.
Hvussu verður og ikki, so
fari eg, um eg skuldi verðið
valdur at ráða fyri borgum
í Havn, at gera mítt til, at
gongd kemur aftur á virk
semið á Vestaru Bryggju, og
fólk sleppur aftur til arbeiðis.
Tað er ongin grund til, at
høvuðsstaðurin ikki skal fáa
sín ágóða av arbeiðs-pláss
unum, sum okkara høvuðs
vinna skapar. Vert er at hava
í huga, at har eru fleiri av
leiddar vinnur av fiskivinn
uni, sum eitt nú trol, yms
ar tænastur og eitthvørt á
skipasmiðjuni - so ivaleyst
er talan um rættliga nógv
arbeiðspláss tilsamans.
Økið við Vestaru Bryggju
er annars rættiliga stórt í
vavi, einar 10 ferðir størri
enn Skálatrøð, verður sagt.
Ynskiligt var, at vit høvdu eitt
nýmótans
uppisjóvarvirki,
eins og tey hava á Tvøroyri
- so kundu starvsfólkini á
fiskavirkinum fingið endur
útbúgving til tess. Men her
kundi eisini verið so nógv
ymiskt annað umframt fiski
vinnu og skipasmiðju. T.d.
útbúgving. Hendan kundi
hóskandi verið í tráð við ta
vinnu, sum er í økinum.
Sjósavnið var eisini ein
eyðsæddur stovnur at havt í
økinum. Hetta savnið kundi
virkað sum ein samanrenn
ing av mentan, vinnu og út
búgving, og kanska eisini
fungerað sum eitt slag av
móttøku hjá fiskavirkinum.
Bert nøkur hugskot.
Annars er eitt oljufelag
har frammanundan, og eitt
høli við Skipasmiðjuna, sum
verður brúkt sum fram-sýn
ingarhøli / atelier hjá lista
fólki. So hví ikki? Vestara
Bryggja kann saktans vera
eitt multi-funktionelt øki í
kommununi.
X-trivnaður
X-vinna
X-Leivur Thomsen, ein
kreativur politikkari, listi E
Les meira her: http://
www.politikkur.fo/vis-
leivur+thomsen-greinar
Leivur Thomsen
Les fleiri greinar á
http://bjorgdam.blogspot.com