Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Mentanarmiðpunktið í Føroyum Rógvi á Rógvu Valevni hjá Tjóðveldi Tósgøta og umhvørvið har um leiðir verður ein liv­andi býarpartur við tón­leiki, sjónleiki og list. Eitt menn­ andi umhvørvi fyri ung­ dómin, ein perla fyri ferða­ fólk og borgarar! Reinsaríið Ímynda tær ein tónleikapall burturav, har bólkar og ein­ staklingar skapa eitt fjøl­ táttað tónleikaumhvørvi, og at bæði búsitandi og ferð­andi fáa høvi til at upp­ liva føroyska og aðra tón­ leikamentan. Har tað ber til at arbeiða, net­verka ella bara steðga á og hugna sær eina løtu. Ein ment­anarstovnur, ið sam­starv­ar við aðrar stovnar í landinum, verið seg musik­ skúlar, kvøldskúlar, tón­ leika­feløg, ungdómshús og onn­ur mentanarstøð. Har tón­leika- og listafeløg hava sína miðstøð og hentleikar til at gera verkætlanir, halda fund­ar- og skeiðvirksemi og annað tílíkt. Perlan Ímynda tær glæsiligu Perl­ una uttan svarta veggtjaldið og við nýggjum trægólvi, og húsið fekk tað byggilistarliga skapið, sum upprunaliga var ætlanin. Har upplestur, dans­ur, sjónleikur, tónleikur, listaframsýningar fyllir karm­arnar. Ein hentur bygn­ ing­ur hjá borgarum, stovnum og fyritøkum til móttøkur, samkomur og annað mangt. Tjóðpallurin Ímynda tær Tjóðpallin úti á Skálatrøð við nútímans parkeringsviðurskiftum, sum ikki spilla býarmyndina. Ein listarligur miðdepil við fjøl­broyttum leiksýningum og undir­haldi. Ein virðiligur pallur, ið gevur yrkisleikarum og øðrum listafólki hóskandi hentleikar og karmar at bjóða fólki. Ein stórfingin and­litsmynd hjá býinum og ment­anini. Margarinfabrikkin og Meiðaríið Ímynda tær eitt endurnýggjað og víðkað ungdómshús, ið bjóðar børnum og ungum av í hugflogi, list og mennandi ítrivi. Hagar børn og ung leita sær avbjóðingar eftir áhuga og hegni. Eitt vakstrarhús, ið gevur okkara ungdómi eitt mennandi felagslív og møguleika at hava ávirkan á virksemið. Har starvsfólkum og brúkarum standa í boði nútímans hølir og hentleikar at virka og mennast í. Íshúsið Ímynda tær, um lítla Íshúsið aftan fyri Reinsaríið fekk ta stødd, sum heiðurliga virk­semið í húsinum hevur uppi­borið. Her hevur Havn­ar Hornorkestur sínar venj­ingar, sína goymslu av ljóð­før­um og sítt nótasavn. Orkestrið, sum í meira enn eina øld hevur verið ímyndin av hátíðar­ haldi og fagnaði í høvuðs­ staðnum. Lítla Íshúsið er ov lítið. Næsta ár fyllir Havnar Horn­orkestur 110 ár. Ein góð sømdar­gáva frá komm­ununi fyri langt og ríkt tónleika­ virk­semi hevði verið at givið Havnar Hornorkestri størri rásarúm. Tórsgøta Ímynda tær Tórsgøtu lívgaða upp við flísum og steinum. Gongugøta burturav, har tú kanst uppliva yðjandi lív og list, og har tú í hugnaligum friskjóli við runnum kanst sessast og stytta tær stundir. Tórsgøta, sum við sínari gomlu søgu og bygningum, modernaðum matstovum og gistingarhúsum, dregur føroyingar og ferðafólk til býin. Sigrún Mohr valevni á lista C Ung og sorg Tað at missa móður ella faðir á ungum árum kennist svárt, og ofta hevur tað nógv álvars­lig­ ari fylgjur við sær, enn vit duga at hugsa okkum. Eingin kennir mein í ann­ ans bein. Men tað at missa for­ eldur snýr seg ikki bara um, at fólk lata lív. Í mong­ um førum missa børn síni foreldur, tá ið hjún ella pør gera av at fara hvør til sítt. Man sorgin ikki vera nærum líka stór tá, sum tá ið deyðin kemur á gátt? Og munnu tey ikki vera nógv fleiri, ið verða rakt tá? Okkara skylda sum politikkarar er og verður at taka okkum av øllum landsins og býarins borg­arum, smáum sum stór­um. Tí eigur ein til­ búgvingarætlan at verða skipað, so at vit kunnu fara út at vegleiða, ráð­ geva og veita hjálp, har tað er tiltrongt, ikki bara um deyðin vitjar. Hetta er eisini rákið í londunum uttan um okkum. Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virð­ ini. Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri. Ein dagstovnur í Kollafirði – frá vøggustovu til frítíðarskúla Ólavur Olsen valevni á listanum hjá Framsókn til býráðsvalið í Tórshavn Umstøðurnar á dagstovaøkin­ um í Kollafirði eru als ikki nøktandi. Ein heildarloysn má verða funnin við einum nýggjum stovni, ið rúmar øllum heldur enn tveimum lítlum, har hvørgin er góður. Stovnurin skal nøkta tørvin hjá børnum frá vøggu­stovu til frítíðarskúla. Tórshavnar kommuna hevur áður arbeitt við einari heildar­ loysn á dagstovnaøk...inum í Kollafirði, men arbeiðið er steðga upp. Gongd skal aftur á hetta arbeiðið. Við Botnánna Hølini hjá dagstovninum við Botnánna eru í ringum standi. Arbeiðsskúrarnir, har frí­tíðar­skúlin heldur til, eru leivdir frá, tá ið Kollafjarðar­ tunnilin varð gjørdur. Skúr­ arnir vóru tá settir við Botn­ ánna sum fyribilsloysn. Nú, 12 ár seinni, standa teir enn har. Gamlir, óhóskandi og ljótir, somikið illa bjálvaðir at tað er trupult at hava nøkt­ andi hitaviðurskifti innan­ dura. Um veturin verða hølini somikið køld, at børnini til tíðir mugu sita inni í heit­um klæðum. Av somu orsøk er torført at gagnnýta hølini sum dagstovn. Hetta hevur somu­leiðis við sær, at arbeiðs­umstøðurnar hjá náms­frøðingum og hjálpar­ fólkinum gerast truplar. Hølini, ið dagrøktin nýtir, eru ongantíð ætlaði til barna­ ansing og sera óhóskandi til endamálið. Hesi eru skóta­ hús, sum dagrøktin sleppur at leiga einaferð um vikuna. Eisini har er trupult at hava nøktandi hita. Millum Bóla Dagstovnurin millum Bóla er í fleiri umførum umvældur soleiðis, at hann í dag er í rímiliga góðum standi. Hóast tað er bygningurin upp­ runaliga bygdur sum vanligt sethús og tá verða um­støð­ urnar ongantíð meira enn rímiligar. Bæði foreldur og starvsfólk hava gjørt vart við, at stovnurin liggur ov tætt við ídnaðar- og arbeiðsøki. Árin av hesum kunnu verða dálking og roykur frá skip­ um og bátum og nógvur larmur frá arbeiðsøkinum. Par­keringsviðurskiftini við stovnin eru als ikki nøktandi. Hetta hava starvsfólk eins og foreldraráð fleiri ferðir gjørt kommununa varuga við. Bygdarvegurin, vegurin inni í bygdini, sum somu­ leiðis er vegurin millum dag­ stovnarnar báðar, er sera ótíðarhóskandi, og trygdar­ krøv til tílíkan veg mangla í stóran mun. Niðurstøða Tórshavnar Kommuna skal gera eina heildarloysn fyri barnaansingina í Kollafirði. Mín meining er, at ein nýggjur stovnur verður bygdur, ið húsar øllum børnunum, heilt frá vøggustovu til frí­tíðar­skúla. Hesin skal verða bygdur á økinum, har dagstovnurin við Botnánna er í dag. Somuleiðis er ynski­ligt, at økið, har Bank Nordik hevur húsast, verður tikið við. Økið er gott, par­ keringsviðurskiftini eru góð. Har er hagi, viðarlund, á og fjøra, ið er eitt tað besta námsfrøðiliga amboðið. Eisini eru aðrir hentleikar so sum fimleikahøll, svimji­ høll, ítróttarhøll, lækna­ høli, skúlin og handil í nær­ umhvørvinum. Tí er mítt ynski, at koll­ firðingar standa saman og velja meg í býráðið tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst at seta Kollafjørð á býarkortið.