Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Fólkaskúlin í Tórshavnar Kommunu Nógv hevur verið skrivað um fólkaskúlaviðurskiftini í Tórshavnar kommunu í síðstuni. Her er ein ávísur flokkur komin við áskoðan um, at útseta byggingina av Vesturskúlanum og lakka skattaprosentið. Tórshavnar kommuna hevur brúkt nógvar pengar upp á bygningar til skúlar í kommununi, her kann nevnast: Kollafjarðar skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Argjahamri, Hoy­ víkar Skúla, Eysturskúlan og Sankta Frans Skúla. Eyst­ urskúlin og Hoyvíkar skúli hava fingið játtan í komandi árið, og verða umvældir til nútíðar krøv. Guli bygningurin hjá Komm­unuskúlanum er í so vána­ligum standi, at hann ikki kann brúkast til undir­ vísing. Hetta ger, at Komm­ unu­skúlin (í dag) húsast í 4, fyri ikki at siga 5 bygningum. Samstundis sum ein partur av Venjingarskúlanum er niðurslitin og húsast í 3. bygningum. Alt hetta ger, at tað eru nógvar eykaútreiðslur knýttar at hesum skúlum. Og námsfrøðiliga eru hesir bygningar ikki egnaður til nútíðar undirvísingartørv. Barnatalið er fallandi, her er tað vit skulu byggja tann nýggja Vesturskúlan, ið byggir á nýggjastu náms­ frøð­ina. Samstundis sum vit sleppa av við tveir niður­ slitnar ótíðarhóskandi skúl­ ar, ið hava 2 spor hvør, har­ afturímóti tann nýggi skúlin hevur í alt 3 spor. Hetta kemur at verða størsta nýbrot síðani vit byrjaðu at byggja størri skúlar síðst 1950´inum og fyrst í 1960´inum í Føroyum. Eg skal ikki gera av, hvat guli bygningurin hjá Kommunuskúlanum, Heim­ ari skúli (Brúni skúli), Ytri skúli (Guli skúli) og lonirnar hjá Venjingarskúlanum á Læraraskúlanum skulu nýt­ ast til, men bara staðfesta, at hesir bygningar hava nógvar møguleikar í sær, samstundis sum teir liggja sentralt, og hetta er ogn hjá Tórshavnar kommunu. Hetta er eisini í tráð við uppskotið um skúlabygnað í Tórshavnar Kommunu, sum arbeitt hevur verið við, og sum øll skúlastýrini hava tikið undir við. Tá hesin planur er útint­ ur, er alt fólka­skúla­økið í komm­ununi í nútíðar standi til frama fyri børn og starvsfólk. Hetta er ein íløga í okkara dýrabærasta til­feingi, ið kemur at geva okkum betri møguleikar í fram­tíðini. Samstundis sum vit sleppa av við 7 bygningar í skúlahøpi, sum brúka nógva olju og krevja nógv viðlíka­hald. Hesum vil eg arbeiða fyri. Heri Ólason Dam Vit fremja úrslit Javnaðarflokkurin Íbúðarmøguleikar til fólk ið bera brek Bjørghild Djurhuus Ein týdningarmikil partur av okkara samleika, bæði tá hugsað verður um sjálvs­ fatan og samveru/ samskifti við umheimin sum heild, er tengdur at okkara bú­ staðarviðurskiftum. Í okk­ara egna heimið kenna vit okkum trygg og kunnu gera tað okkum lystir, saman við familju og vinum. Tá vit sum ung vilja flyta heim­anífrá, er tað ein natúrligur part­ur av lívinum og av okk­ara sjálvsmenning. Hesin møguleikin vit hava, umfatar ikki øll, tí ung fólk í bera brek, bæði tyngri og lættari brek, hava í dag ikki hendan møguleika. Eg meini, at tørvur er á, at bjóða hesum ungu somu fortreytir og javnrættindi innan bú­ staðarviðurskifti sum øll onnur. Eg eri vitandi um, at av­ varðandi mynduleikar eru varugir við trupulleikan, men sakni ein framtíðar bú­ staðar-politik, til júst henda málbólk. Fleiri av teim ungu við breki, búgva í dag heima hjá foreldrunum, og eri eg vitandi um fleiri foreldur, sum eru stúrin um, hvussu verður tá tey fella frá. Hvør skal so taka sær av teirra børnum? Hetta er sera viðkomandi spurningur, og skilji eg væl teirra tvístøðu. Las um, at Javni var í Ís­ landi og vitjaði ein kommu­ nalan íbúðarbygning í Egil­ støðum. Í bygninginum búgva vanligir íslendingar, eisini fólk við menningartarni. 4 íbúðir eru á hvørjari hædd og á einari hædd, búðu fólk við menningartarni í hvør sínari íbúð á 60 fermetrar. Hendan loysnin íslendingar hava valt, kundi eisini verði roynd í Føroyum. Júst slíkar loysnir, haldi eg, eru við til at skapa eitt gott samfelag í rúmar øllum borgarum. Ein býur sum sær allar borgarar uttan mun til førleikar, er ein góður býur. Eg ynski at fáa møguleikan til, at raðfesta henda stóra tørv í Tórshavn og gera mun. Tað kann eg, um eg verði vald inn i býráði. Vit eru anno 2012 undir­ dýkt við reglugerðum og EU direktivum, har sjálvt tann gløggasti løg­ frøðingurin, ikki dugir at siga hvat vendur niður og hvat vendur upp. Bóndir noyðast at burturbeina neyt, sum eru slaktaði á ikki EU góðkendum sláturhúsið. Seyðaskinn í hópatalið vera burtureind, og fiski­vinnan hev­ur nú á døgum meira løg­frøð­ ingar, enn skiparar á lønar­listanum. Tað ber snøgt sagt ikki til at ein skankapávi í Brussel, skal avgera hvat vit borðreiða við á matstovum, og heima við hús her í Havnini. Eg fyri mína søk, havi so í øllum førum betri álit á einum føroyskum bónda, enn á einum sláturvirkið í Ukraina. So kann sláturvirkið vera so EU góðkent sum tað vera vil. Hetta kann sjálvsagt ikki halda áfram. Eg eri fullgreiður, um at hetta sum so ikki hevur nakað við býráðsarbeiði at gera. Men hetta er nakað sum ávirkar nógvar havnaborgarar og tí má kommunan royna at gera sína ávirkan galdandi á rætta stað. Býráðið má tí nýta orku at trýsta á røttu knøttanir, so hetta mál kann fáast á beina kós aftur. Trupuleikin kann helst rímiliga lætt loys­ ast, um vit fáa Heilsu­ frøðis­ligu Starvstovuna, til at vera vegleiðarar heldur enn rættleiðarar hjá brúkaranum. Tað skal sjálvsagt ikki valda anarki á hesum økið, men tað má vera gjør­ ligt at gera reglar so smid­ligar, at ein ikki skal hava løgrøðing við tá ein skal á fjall ella til útróðrar. Sølutorgið í Vágsbotni skal sum upprunaliga ætlað, gerast miðdepil fyri marknaði av før­ oysk­um fiski, kjøti, av­ roðum og grønmetið. Føroyski bóndin má sleppa at selja til sín­ar føstu kundar og út­róð­ rarmaðurin má sleppa av við veiðuna á sama hátt sum gjørt hevur verið í øldir. Hví skulu vit vera noydd at keypa vøru úr EU, sum er sprøjta við líkum og ólíkum, tá vit eins væl kunna eta kjøt, sum sum hevur upp­ runa í føroyskum haga, ella vistfrøðislig ódálk­ aði føroysk epli velt í føroyskari mold. Hetta kann tó bara gerast um vit steðga EU pappírsveldinum at fáa fastatøkur á føroyska heimamarknaðinum. Hetta er nakað sum eg vil arbeiða miðvíst fyri, um eg sleppi inn um býráðsgátt. EU skriv­stovu­ veldi má ikki fáa fasta­tøkur hjá okkum Brandur í Dali valevni hjá Tjóðveldi til býraðsval í Havn Null seks í vikuskiftinum Rúni Djurhuus eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð Næstan hvørt vikuskifti veri eg spurdur sama spurning: "Hví kunnu tit ikki hava longri opið?" Tað kunnu vit ikki, tí vit ikki hava loyvi til tað. Men hetta ætli eg at broyta. Loyvt skal vera at hava opið til kl. 06 í viku­s­ kiftinum og kl. 02 ger­and­is­ dagar. Eg havi arbeitt í náttar­ lívinum í Havn seinastu nógvu árini, so eg veit væl, at onkur heldur meg vera inhabilan, tá eg sum býraðslimur ætli at broyta upplatingartíðirnar. Til tað er at siga, at eg gjøgnum mítt arbeiði kenni til, hvussu nógv verandi lóggáva irriterar vanliga borgaran. Tí ætli eg sjálvandi broyta hana. Eg havi tosa við hini dansi­ støðini, politistar og umboð í loyvisnevndini, og vilji er fyri at broyta upplatingartíðirnar. So nú mugu vit gera nakað við hetta. Tað er Tórshavnar býráð, ið ger tilmæli til løgregluna um upplatingartíðirnar, so sum limur í eini komandi bý­ ráðssamgongu havi eg góðar møguleikar at broyta hetta. Trupulleikin við at koyra fólk heim er serliga týðiligur um høgtíðirnar, t.d. á nýtt­ árinum, tá eru fólk heima og hugna sær og koma seint oman í býin at dansa. Tá tey so verða grýtt á dyrð kl. 04, eru tey slett ikki liðug við at vera í býnum. Tey eru glað og vilja dansa. Tí enda nógv av teimum í onkrum morgunballi antin heima hjá onkrum ella úti á gøtunum. Hetta órógvar nábúgvar og náttarfriðin, og tíanverri eru summi so ónøgd við at verða koyrd út, at tey fara til hendurs. Tá er tað nógv betur fyri øll, at tey eru í tryggum hondum og fara heim pø á pø, tá ið tey eru troytt. Vit hava longu roynt hetta nakrar ferðir til lukkaðar veitslur, og tá fóru fólk glað heim eftir at hava dansa og hugna sær alla náttina. Fyri Føroyar sum ferða­ vinnu­land er tað eisini ein skandala, at okkara útlendsku gestir verða grýttir á dyrð kl. 24 vanlig kvøld. Hetta gevur teim­um verri uppliving av Før­oyum. Tí skulu vit sjálv­ andi eisini broyta upp­lat­ingar­ tíðirnar til 02 vanligar dagar. Vit fremja úrslit