Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Á Argjum fyrireika tey seg til triðju royndina í bestu deildini. Fyrsta royndin endaði við niður­flyting árið eftir, meðan seinna royndin gekk eitt betri. Tá endaði liðið nummar seks fyrsta árið, men flutti so aftur niður. Nú er ætlanin, at felagið skal vinna sær fast pláss mill­ um tíggju tey bestu liðini í land­inum. AB hevur í hesum sam­bandi millum annað tryggjar sær Rógva Poulsen komandi kapp­ ingarár. Rógvi er uppvaksin í AB, men hevur seinnu árini spælt við HB tá hann hevur verið í Føroyum. Nevndin í AB hevur fleiri ferðir víst á, at felagið nú skal til at brúka leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum. AB hevur fyrr brent seg av at hava keypt ov dýrt inn til fyrsta liðið. 17 leingja Argja Bóltfelag hevur tí longt sáttmálan við 17 av leikar­ unum, sum vóru á lið í farna kapp­ingarári. Teir eru Áki Dahl, Beinir Ellefsen, Bjartur Kjærbo, Dan Petersen, Gert Drangastein, Heðin Stenberg, Hørður Mohr, Jobin Drangastein, Jónas Stenberg, Karstin Højgaard, Leivur Holm Joensen, Martin Midjord, Mikkjal T. Hentze, Morten Overgaard, Nikolaj Eriksen, Teitur Jóannesarson og Teitur Olsen. Felags fyri allar er, at teir vóru við at vinna uppflyting til Effo-deildina og allir hava skrivað sáttmála fyri tvey ár. – Vit eru sera fegnir um, at allir hesir hava gjørt 2 ára sátt­ mála við AB. Hetta er ein sera ungur og evnaríkur hópur. Vit hava eisini fleiri yngri góðar spæl­arar, sum eru á veg fram. AB hevur, um vit duga at bera okk­um rætt at, ein bjarta fram­ tíð, sigur Sjúrður Olsen, for­ maður í FC Argjum við ab.fo. Fleiri á veg Sambært formanninum, so verða fleiri sáttmálar skrivaðir í kom­andi framtíð. – Enn mangla nakrir fáir afturat at skriva sáttmála, men tað verður í næstu framtíð, sigur Sjúrður Olsen í stuttari við­merking við heimasíðuna hjá AB. Tað hevur leingi ljóðað, at Sorin Anghel og Fróða Benjaminsen vóru á veg til AB. Fróði Benjaminsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, sum inni­ber, at hann somuleiðis verður hjálparvenjari í felag­ num. Landsliðskempan vátt­ aði á tíðindafundinum hjá HB, at tað ikki var einki um leysa­ søgur­nar. Sorin Anghel ljóðaði sum ein maður, sum hevði spælt sín seinasta dyst fyri EB/Streym, tá teir vunnu FM heitið á heima­ vølli móti NSÍ. Tað tykist fyri vist, at framtíðin hjá honum ligg­ur á Argjum, men endaliga skift­ið er ikki komið upp á pláss enn. Flogbóltur Eikligan, kvinnur 28/10 13.00 Dráttur - ÍF 28/10 14.00 TB - KÍF 28/10 19.15 Fleyr - Ternan Eikligan, menn 28/10 14.00 Mjølnir - Fleyr 28/10 15.00 SÍ - ÍF Hondbóltur Fremsta deild, kvinnur 28/10 15.00 Stjørnan - Neistin 28/10 15.00 VB - Kyndil Landsdystir, menn 27/10 14.00 Luksemborg - Belgia 27/10 16.00 Belgia - Føroyar 28/10 15.00 Luksemborg - Føroyar Landsdystirnir verða vístir beinleiðis á heimasíðuni hjá HSF Dystir um vikuskiftið: 17 leikarar halda fram á Argjum Fótbóltur Fyrst kunngjørdi felagið, at Rógvi Poulsen verður at síggja Argjum komandi kappingarár, og nú hava 17 leikarar frá í fjør valt at leingja sáttmálan við AB Rógva Poulsen aftur í AB Tróndur Arge Undan hesum kappingarárinum gjørdu Gunnar Nielsen og Man­ chester City eina avtalu um, at Gunnar Nielsen skuldi halda fram í felagnum fram til endan av oktobur. Sáttmálin skuldi leingj­ ast fyri hvønn mánað, tí tað er ikki møguligt at gera ein tríggjar mán­ aðar sáttmála í Premier League. Hin­vegin ber til at gera ein sáttmála fyri hvønn mánað. Tað verður kalla »a monthly rolling contract« á enskum. Manchester City hevur nú boðið Gunnari Nielsen at leggja ein mánað afturat teimum trimum, sum hann fekk í summar. – Eg skrivaði í gjár ein nýggj­ an ein mánaða sáttmála við Man­ chester City. Eg eri fegin um, at teir vísa mær hetta álitið og vilja hjálpa mær at koma fyri meg aftur, sigur Gunnar Nielsen. Gunnar Nielsen, sum spældi sín fyrsta dyst í meiri enn hálvt annað ár móti Týskalndi í Hannover, arbeiður tó framvegis við at finna sær eitt nýtt felag. Tí skal nýggi sátt­málin ikki skiljast sum at Gunnar ikki ætlar sær at finna eitt nýtt felag. Heldur er talan um, at Man­chester City velur at stuðla Gunnari í eini roynd at finna eitt nýtt felag, so hann ikki endar á ber­ um tá gamli sáttmálin gongur út. Tað er nokk heldur ikki ein mán­ aðar løn hjá Gunnari, sum kopp­ ar lønar­budgetinum hjá enska meistara­liðnum. Gunnar Nielsen hevði undan lands­dystinum í septembur móti Týsklandi bara vant tvær ferðir við fullari ferð í hálvt annað ár. Men landsdystirnir móti Týsklandi, Írlandi og Svøríki hava givið mál­ manninum ein møguleika at vísa áhugaðum feløgum, at hann er klárur aftur, men tað tað skulu fram­vegis nógvur lutir koma upp á pláss áðrenn talan verður um nakað skifti. – Fleiri feløg hava víst áhuga og okkurt meiri konkret hevur eisini verið frammi, men í fótbólti skal nógv ganga upp í eina hægri eind, og skiftið skal eisini verða tað rætta fyri meg, sigur Gunnar Nielsen um eitt komandi skifti. Nú hevur føroyski landsliðs­mál­ maðurin ein mánað longri at taka eina avgerð í, har hann skal venja saman við Joe Hart, Sergio Aguero og hinum í Manchester City. trondur@sosialurin.fo Gunnar longt við City Fótbóltur Gunnar Nielsen verður á lønarlistanum hjá Manchester City í ein mánað afturat. Føroyski landsliðs­ málmaðurin leitar tó framvegis eftir nýggjum felagið Gunnar Nielsen undir venjing við føroyska landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen