fríggjadagur 26. oktober 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 26. oktober 2012 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Heri Simonsen
24. oktober fylti Sheffield FC 155
ár. Heimsins elsta fótbóltsfelag
er stovnað í 1857. Og tað er júst
aldurin, sum hevur æruna av, at
felagið er kent millum manna,
tí burtursæð frá tí søguliga
týdninginum, sum heimsins
elsta fótbóltsfelag, so hevur
Sheffield FC ógvuliga lítið at
vísa á, ítróttarliga.
Liðið spælir í einari fót
bóltsdeild,
sum
svarar
til
sjeyndubestu fótbóltsdeildina
í Onglandi. Um ein ger ein
paralel til danskan fótbólt, so
svarar tað til, at liðið spælir
í seriu 2. Tí man ikki verða so
ræðuliga stórur ivi um, at TB
verður favorittur til dystin
ímóti Sheffield FC, sum annars
spældi ein vinardyst ímóti
italska liðnum, Inter Milan, tá
liðið fylti 150 ár í 2007.
Størsta løtan
varð í 1904
Størsta løtan hjá Sheffield
FC varð, tá teir vunnu FA
Cup steypakappingina fyri
amatørlið í 1904. Í 1977 vóru teir
í FA Vase finaluni, men taptu.
FA Vase er steypakappingin hjá
enska fótbóltssambandinum
fyri rein amatørlið.
Kortini er felagið partur av
»Hall of fame« hjá tí enska fót
bóltssambandinum, og felagið
hevur eisini fingið eina serliga
viðurkenning frá altjóða fót
bóltssamgonguni, FIFA.
Heimsins
næstelsta
fót
bóltsfelag
liggur
eisini
í
grannalagnum. Hallam varð
stovnað
í
1860,
og
verða
dystir millum Sheffield FC og
Hallam roknaðir fyri at verða
heimsins elsta lokaluppgerð.
Sheffield FC hevur gjøgnum
søguna havt tríggjar spælarar
á tí enska fótbóltslandsliðnum.
Tó skal sigast, at tann seinasti
Sheffield FC spælarin, sum varð
tikin út til enska landsliðið æt
John Hudson. Hesin spældi ein
landsdyst fyri Ongland í 1883.
Charles Clegg varð tó við á tí
fyrsta enska landsliðnum, sum
spældi tann fyrsta landsdystin
í heimssøguni ímóti Skotlandi
í 1872. Hesin sami Charles
Clegg gjørdist seinni bæði
formaður og forseti í tí enska
fótbóltssambandinum,
FA.
Enn eitt dømi um, at tað er 19.
øld, og ikki 20. øld ella 21. øld,
sum er størsta tíðarskeiðið hjá
heimsins elsta fótbóltsfelagi.
Gascoigne spælir við
Gasgoigne spælir við Sheffield
FC, sum miðvallari. Tó er
ikki talan um legendariska
Paul Gascoigne, men Andy
Gascoigne.
Um
hesin
er
skyldmaður við hin Gascoigne
vita vit ikki, men tað kundi
hent seg.
Sheffield FC hevur hetta
kappingarárið ein hóp uppá
23 mans. 21 av hesum 23 monn
unum
eru
onglendingar.
Liðið hevur tveir útlendskar
spælarar. Ein walisara, og
ein spælara úr Kanada. Liðið
hevur tó vunnið eina lokala
steypakapping nakrar ferðir.
Í 2010 vann Sheffield FC
»Sheffield and Hallamshire
Senior Cup« á fimta sinni
síðani 1993.
Sheffield FC hevur ein
áskoðarakapasitet uppá 2.000
áskoðarar, og kemur fitt av
fólki til grannauppgerðirnar
hjá liðnum.
Spennandi verður at vita
hvussu ein dystur millum
heimsins elsta og Føroya elsta
fótbóltsfelag fer at enda.
heris@sosialurin.fo
Aldurin
er einasti
stórsigurin
Fótbóltur Sheffield FC er kanska
heimsins elsta fótbóltsfelag, men
burtursæð frá tí hevur felagið ikki so
ræðuliga nógv at reypa av ítróttarliga
Tróndur Arge
Tveir aldursforsetar. Annar er
aldursforseti í heiminum. Heimsins
elsta fótbóltsfelag. Hin er aldurs
forsetin í Føroyum. Í juli mánaði
komandi summar hittast hesi bæði
feløgini við Stórá í Trongisvági.
Tað er ítróttarstjórin í TB, Hans
Fróði Hansen, sum hevur sett seg í
samband við Sheffield FC.
– Tað gingu bara tveir ella tríggir
dagar, so høvdu vit eina avtalu, sig
ur Hans Fróði Hansen.
Orsøkin til venjingardystin móti
enska felagnum er fyri at skapa
nakað kring Tvøroyra Bóltfelag.
Hans Fróði var fyri kortum settur
sum ítróttarstjóti í felagnum og
tað er eisini ein av orsøkunum til
dystin
– Eg vil gjarna verða við til at
gera okkurt fyri felagið og hetta er
eitt gott høvið. Feløgini hava nakað
til felags og hetta kann eisini verða
við til at knýta bond millum feløg
ini, sigur ítróttarstjórin.
Tað er ikki endaliga greitt nær
Sheffield FC kemur hendan veg
in, men Hans Fróði vónar at tað
verður í summarsteðginum í lands
kappingini. Sheffield FC, sum tá
fyrireikar seg til kappingarárið
2013/14 skal á eina rundferð at spæla
móti ymiskum øðrum feløgum eis
ini, so vitjanin her í Føroyum skal
passa inn í skemaði.
Sostatt skulu tvey fótbóltsfeløg
við samanlagt áleið 275 ára langari
søgu hittast við Stórá í summar. Tað
kann ikki annað enn vera met fyri
ein dyst í Føroyum.
Heimsins elsta fót
bóltsfelag vitjar TB
Fótbóltur Sheffield FC, sum er stóvað í 1857, kemur í summar
á vitjan hjá føroyska aldursforsetanum, TB, ið er stóvað í 1892
Tróndur Arge
Samráðingarnar millum Flemming
Christensen og ÍF góvu einki úrslit.
Umvegis heimasíðuna boðar felagið
frá, at tað ikki verður fyrrverandi
danski landsliðsleikarin, sum skal
venja teir reyðu úr Fuglafirði.
Flemming
Christensen,
sum
var kosin til ársins venjara, sigst
hava leitað eftir arbeiði í Danmark
umframt, at hann skal hava verið
upp á tal í millum annað HB.
– ÍF leiðslan vildi sjálvsagt hava
hann at halda fram í felagnum.
Hann fór av landinum beint eftir
kappingina, fyri at verða saman við
familjuni í nakrar dagar, og hugsa
seg um, um hann vildi halda fram
í ÍF. Flemming hevur tikið støðu til
hetta, og tíverri fyri ÍF valdi hann
at flyta niðuraftur til Bagsværd, so
hann fær brúkt meir tíð saman við
familju síni, skrivar heimasíðan hjá
ÍF.
Spurningurin er so hvør skal
venja ÍF komandi kappingarár, og
um ÍF klárar at spenna seg eins
nógv út.
ÍF hevur hinvegin tryggja sær,
at ársins leikari, Clayton Soares,
verður í felagnum komandi kapp
ingarár. Men tað verða fleiri broyt
ingar í hópinum, tí millum annað
Jan Ellingsgaard, Uni R. Petersen
og Karl Løkin fara av landinum,
meðan Jákup Mikkelsen er givin í
felagnum.
trondur@sosialurin.fo
Flemming
heldur ikki fram
Fótbóltur Tað verður ikki Flemming Christensen, sum
verður venjari hjá ÍF komandi kappingarár. Tað boðar ÍF frá