Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 26. oktober 2012 11 VIKUSKIFTI Hví valdi tú at arbeiða innan bilaverðina? Tí at eg havi altíð dámt væl bilar, eisini er pápi bilmekanikari, so man hevur altíð havt bensin í blóðinum. Í bilbransjuni eru eisini nógvir møguleikar at víka virksemið. Hvørjar eru tínar fremstu uppgávur í Bilrøkt? Havi ábyrgdina av dekkunum, reingerðini, leigubilunum og bilasøluni. Men mín mest umráðandi uppgáva er at fáa starvsfólkið at trívast og gera eitt gott arbeiði. Hvussu nógv fyllir fótbólturin í dag? Hann fyllir nógv – eg elski at spæla fótbólt. Eldri man blívur, meir má man knokla við at halda fysikkin í ordan, og eri eg longu byrjaður at venja til komandi ár. Hvør er størsta fótbóltsupplivingin? Serliga árini vit blivu meistarir í 2006 og 2011 vóru nakað serligt. Í landsliðshøpi havi eg ongan­ tíð havt tað so gott, sum tá vit burdu knúst Skotland á Svangaskarið – dysturin endaði 2-2. Hvussu sær fótbóltsframtíðin út? Ætli at spæla fótbólt so leingi heilsan er til tað. Gangi og billi mær inn at eg eri sum vínið – blívi bara betri við árunum. Fari annars at byrja at taka venjaraútbúgvingina í næstum. Hvat ger tú í frítíðini? Frítið! Hvat er tað? Njótið tað tíð, sum er til yvurs við familjuni. Ferðast tú nógv í egnum landi? Alt ov lítið, haldi at vit føroyingar ikki seta nóg stóran prís uppá okkara fantastiska land. Men havi sett mær fyri at gera meir av hesum. Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól á strondini ella til aktiva feriu? Eri totalt til sól og strond. Tó ikki at liggja og dasa í einum liggistóli. Havi eitt sindur av damp, og kemur tað væl við hjá børnunum… og konuni, tí so sleppur hon at dasa í sólini. Hvat er tín lívrættur? Uha… dámi nógvan mat. Alt frá turrum fiski til ræstkjøt og pizza. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Eisini her fyllur fótbóltur og serliga Man Utd nógv. Annars dámar mær væl Law & Order – Special Victims Unit á kanal 6. Tá eg eri heima hyggji eg sjálvandi eftir Dag & Viku. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Mær dámar væl at surfa á netinum (youtube) og lurti eg eftir flest øllum tónleiki – tó ikki blues og klassiskt. Hvør bók liggur á náttborðinum? Havi ognað mær bókina hjá legenduni Jens Martin, og er hon komin at liggja á náttborðinum, men eg eri ikki byrjaður uppá hana enn, Law & Order forstýrar. Kommunisman var ónd. Koll­ veltingin át síni egnu børn. So ónd var kommunisman, at fólk sluppu ikki at vera arbeiðsleys. Fólk sluppu ikki ikki at tíma at arbeiða. Eg var í Albania í 1996. Tað var so eftir at kommunisman var fallin har, og fólkið billaði sær inn, at tað var vorðið frælst og sloppið undan einum oki. Ferðaleiðarin hjá okkum greiddi frá á einari bussferð í fjøllunum, at allar veitirnar, vit sóu, tær gróvu studentarnir um summarið, í sínari summarfrítíð, tá tann ónda kommunisman ráddi í Albania. Tann ónda kommu­nisman gav studentunum boð um at fara út at arbeiða fyri fólkið og fólkaveldið. Tað bar als ikki til at svara nei takk, eg havi summar­feriu og harafturat tími eg ikki at tvætla við einum spaka uttan fyri allar bøgarðar í óbygd. Tey fingu onga løn fyri at grava veitir, Men tey fingu eina akademiska útbúgving frá land­ inum. Hana fingu tey fyri einki. Og tey gróvu veitir um summar­ ið, so bøndurnir fingu vatn til sínar, nei, ikki sínar, men fólksins akrar og veltir. Sum sagt, kommunisman var jú ónd. Hon kravdi nakað fyri nakað. Tey ungu fingu reina luft. Og tey rørdu seg eitt heilt summar í staðin fyri at liggja á sofuni hjá mammu. Vit høvdu og hava tíbetur onga kommunismu hjá okkum, tí kommunisman er ónd. Hjá okkum heitir stýrið, ella spyr pent, um vit ikki kunnu fara út at røra okkum í frískari luft eina viku um árið uttan spaka og krákunev. Tíma vit ikki tað, so ber altíð til at biðja um størri eykajáttan til heilsuverkið. Verri enn so er tað ikki. Haldi ikki, at okkara góði ferða­leiðari í Albania fekk mein av at grava fyri fólkið og Enver gubba. Var heldur ikki so mis­ nøgdur við hetta lívið, grava um dagin og sova í barakkum um nátt­ina. Tey gleddu seg eisini iva­ leyst at sleppa aftur í skúla. Tramansskapur, handan kommu­nisman. Vildi ikki vita av religión. Fyrsta boð, tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg. Gott, øll hasi neyðars fólkini í øllum heimsins kommunista­ londum uttan tveimum ella trimum nú hava fingið frælsi. Tey kunnu siga og skriva alt tað, teimum lystir, uttan at verða send í fongsul ella arbeiðslegu fyri tað. Tey sleppa í kirkju og kunnu biðja dag og nátt og vóna, at Várfrúa hjálpir teimum móti Putin og aðrari mafiu. Smáputl. Tey eru jú fræls. Eitt annað einaræði, ikki minni harðrent, verður ofta sett upp í móti kommunismuni. Kristin­dómur her hjá okkum, okkurt annað religiørt aðrastaðni. Tey tíggju harraboðini eru ikki til diskusjón. Handilstenn grísla í æviga streymslitinum. Kommunisman hevði sínar trúboðarar á okkara leiðum, nógvar trúboðarar, sum lokkaðu við glansbíløtum og heima­ gjørdum sannleikum og lyftum um betri støð og ævigan ævin­ leika. Sum hann sjálvur, eg plagdi at ballast saman við á Norð­fjørð­ inum. Hann skrivaði í 1970 Mao við reyðari máling á altarið í kirkjuni á Norðfjørðinum. Veit ikki, hvar hann er nú, tann góði kommunisturin, men hansara dómadagur kemur, er hann ikki langt síðani komin. Gud revsar spottarar. Mao er langt síðani farin til helvitis, sum nú so líð­ andi er vorðið kommunistiskt og tí ongantíð verið so ræðuligt. Sum sagt, kommunisman var, og hon er ónd. Pengar eru alt. Tí er okkara kapitalisma tann ein­asta isman, sum er verd at til­biðja. Hon etur ikki síni egnu børn. Hon etur bara tey vaksnu, sum kenna mun á sínum og mínum. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Jákup á Borg lagt til rættis: Leo Poulsen Eg elski at spæla fótbólt Tað sigur Jákup á Borg, sum er føddur við bensini í blóðinum. Hann ánar ikki, hvat frítíð er fyri nakað, og dámar alt frá turrum fiski til ræst kjøt og pizza. Og so gongur hann og heldur seg vera eins og vín – verður bara betri við árunum Ónda isman