Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 26. oktober 2012 10 VIKUSKIFTI James Bond Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í nátt varð 23. spælifilmurin um bretska agentin James Bond frumsýndur kring heimin. Tað er nakað heilt serligt, tá ið ein nýggjur James Bond filmur kem­ur á hvíta tjaldið, og soleiðis var eisini í nátt. Hóast søgan er gomul – og ivaleyst eisini endurtikinð mangar ferðir – er áhugin fyri James Bond ovur­honds­ stórur. Fyrsti filmurin um James Bond, Dr. No, varð gjørdur í 1962, og síðani eru Bond-filmarnir gjørdir við skiftandi sjón­leikarum til nýggjar og gamlar hyggj­arar – og nýggjar tíðir. Nýggi Bond-filmurin kallast Skyfall, og hann er leikstjórnaður av Sam Mendes. Upptøkurnar eru fyri tað mesta gjørdar í Bretlandi, Kina og Turka­landi. Hetta er triðju ferð, at Daniel Craig tulkar James Bond, og hann hevur av­ talu um tveir filmar afturat. Daniel Craig hevur gjørt Bond eitt sindur myrk­ari og daprari, men skoðsmálini, hann hevur fingið fyri leiklutin, hava verið sera góð. Fyrrverandi Bond-sjónleikarin, Sir Roger Moore, var sera væl nøgdur við Skyfall eftir eina privata sýning og segði, at Daniel Craig hevur definerað Bond av nýggjum. Lagar seg til tíðina Í eina hálva øld hevur James Bond livað væl á hvíta tjaldinum, og spurningurin er, hvussu tað ber til, at Bond-hugtakið hevur verið so seiglívað og framvegis hevur tað sera gott. – James Bond hevur livað í 50 ár á filmi og fer ivaleyst at gera tað í 50 ár afturat og meira enn so, heldur Birgir Kruse, filmskennari. – Orsøkin til tað er, at søgan um James Bond hevur megnað dugað at tillagað seg, bæði við leikarum, sum filmsframleiðsla og sum úttrykk í tíðini. Fyri 50 árum síðani snúi tað seg um kalda kríggið millum eystur og vestur, meðan nú eru tað nú eru meira raffierneraðir bandittar í filmunum. James Bond er eis­ini ein brúkaraveitsla, sum vísur alt tað, ið sum er frammi í tíðini, ikki minst hjá mannfólki – íroknað inklusiv konu­ fólk sum brúksvøra. Og Daniel Craig hevur hesi seinastu árini givið James Bond enn eitt nýtt andlit úttrykk. – Daniel Craig, sum nú hevur spælt tríggjar Bond-filmar, hevur gjørt James Bond meira macho og harðrendan, enn teir meira elegantu Sean Connery og Roger Moore vóru í sama leikluti sum James Bond. Pallsetingin og alt um­ hvørvið í hesum Bond-filmunum er munandi meira harðrent, enn tað var í gomlu filmunum, sigur Birgir Kruse og vísir til somu gongd í Batman­film­ unum. Spegling av samtíðini Hugurin at síggja Bond-filmarnar í bio­ grafi er ikki minkaður við árunum, og Bond-filmarnir eru framvegis eftir øll hesi ár nakað av tí best umtókta, sum finst í biohøllunum. – Hetta er ein ógvuliga einføld ele­ menter spenningsrøð við einføldum elementerum figurum. Og samstundis er søgan um James Bond, sum nú er søgd í 23 pørtum gjøgnum 50 ár, sera bundin at tekniskum brúkslutum og -fyri­brigdum, og tí eru filmarnir eisini ein reklamuparada. Hetta er ein háttur hjá samtíðini at spegla sær sjálvari og teirri brúkaraveitslu, sum vit øll eru bundin avt, tí Bond-filmarnir eru – og eiga at vera – ein spegling av sam­tíð­ ini og ikki meir enn tað, sigur Birgir Kruse. – Tí kann tað eisini verða rættiliga stuttligt at síggja gamlar Bond-filmar við gamlari tøkni og einari heimsmynd, sum ikki er til longur. James Bond filmarnir røkka sum miðil um allan heimin, og eisini her heima í Føroyum eru filmarnir sera væl um­tóktir. – Marknaðarføringin av James Bond er meistarlig, og vit í Føroyum eru ikki avbyrgd, men alheimsgjørd og fylgja við í tí, sum gongur fyri seg úti í heimi. Tí vilja vit eisini síggja James Bond- filmarnar og helst samstundis sum øll onnur í heiminum gera tað, heldur Birgir Kruse. – Skalt tú síggja gott út og fylgja við, so er at fylgja andanum í nýggj­ asta James Bond filmi, sum helst er ásjón­ligasta brúkara-altar í okkara sam­tíð. Men hevur biografgangarin einki annað at ganga uppí, so er James Bond tað bera stakkalastás og dømi um eina sjúka brúksmentan. Men hvat, tað hugsa vit ikki um, tá vit loysa bilett til myrkrið! Hóast hann hevur 50 ár á baki sum filmur, stórtrívist James Bond, nú 23. filmurin um bretska agentin er frumsýndur kring heimin. James Bond ein typisk spenningsrøð, sum samstundis er ein spegling av samtíðini, heldur filmskennari Samtíðin speglar sær í Bond – Skalt tú síggja gott út og fylgja við, so er at fylgja andanum í nýggjasta James Bond filmi, sum helst er ásjónligasta brúkara-altar í okkara samtíð, heldur Birgir Kruse James Bond varð frum­ sýndur í Havnar Bio í nátt klokkan 007, og sýn­ingar­nar halda fram kom­andi dagar­nar og vikurnar.