Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 26. oktober 2012 9 VIKUSKIFTI og republikanarar, stóran dent á ábyrgd og persónliga ambitión. Men við einum týðandi muni: tað almenna skal spæla ein týðandi leiklut at skapa fortreytirnar til at klatra upp eftir sosiala stig­anum. Almennar íløgur í útbúgving, alterna­ tiva orku og infrakervi skulu skapa størv og møguleikar fyri vanlig fólk at førleikamenna seg og klatra upp eftir sosiala stiganum. Treytaleys kapita­ lisma fer tí ikki einsamøll at føra USA aftur til stórleika. Skal USA standa seg í alheims­kappingini, skal føderala stjórn­ in spæla ein størri leiklut saman við vinnu­lív­inum, er boðskapurin sitandi for­setin brúkar fyri at skilja seg frá visiónini hjá Mitt Romney. Boðskapurin er, at treytaleys kapita­ lisma og fíggjarspekulatión spæla eftir heilt øðrum spælireglum enn vanliga fólkið. Úrslitið er óbótaligur skaði fyri nógv vanlig fólk, sum kundu veitra farvæl til amerikanska dreymin, tá fíggjar­kreppan tók dik á seg. Men øll skulu vera fevnd av somu spælireglum. Tað inniber eitt nú, at tey ríkastu rinda meiri skatt, og at stórar fyritøkur mugu taka til takka við ávísum eftirliti og regu­ler­ingum. Kapitalisman kann ikki fáa frítt spæl, skulu vanlig fólk hava nakran møguleika. Barack Obama kann við hesum gera sær dælt av somu amerikonsku hug­ sjónini sum republikanski flokkurin, við at tosa um »a fair chance«, »a fair shot« fyri øll. Og tað sampakkar væl við klassisku amerikonsku hugsjónina um frælsa kapping og møguleikarnar hjá tí einstaka, men er samstundis ein roynd at tosa um sosialt rættvísi uttan at vera settur í bás saman við euro­ peisku sosial demokratunum. Fyri val­stríðið hevur tað stóran týdning, at hann megnar at selja sín boðskap í ein­ari ser­ameri­kanskari útgávu, ikki euro­peiskari. Eygleiðarar hava víst á, at Barack Obama støðugt hevur roynt at branda seg sum part av eini longri amerikanskari politiskari siðvenju, serliga nú tað stend­ur greitt, at tað ikki hevur eydn­ast honum at upptraðka sum stóri politiski savnarin og reformatorurin, mong høvdu væntað fyri fýra árum síð­ani. Hetta hevur hann eitt nú gjørt við at varpa ljós á hugsjónina hjá republi­ kanska forsetanum Theodor Roosevelt, ið var forseti við byrjanina á farnu øld. Politiski arvurin frá Roosevelt staðfestir, at bert ein sterk stjórn kann tryggja sosialt rættvísi og tryggja borgarar ímóti kapitalistiskum monopolum, sum, eins og í tíðini hjá Roosevelt, eis­ ini hava skakað okkara tíð. Broytir 6. november USA? Hugsjónirnar og orðini eru stór, men spurn­ingurin um substans upptekur nógvar skeptikarar. Richard Wolff, emeritus professari í búskapi á Uni­ versity of Massachussets í USA, ávaraði í eini samrøðu, ið var kunngjørd á ameri­ kanskari rás á netinum, at valdysturin millum Barack Obama og Mitt Romney er sama skøvaða plátan, amerikanarar hava hoyrt millum republikanarar og demokratar í mong ár. Og sambært hon­um fer hvørgin politikkurin at gera nakran stórvegis mun, tá tað snýr seg um at skapa búskaparvøkstur og fleiri størv. Koma republikanararnir til valdið, verða stórir skattalættar givnir vinnu­ lívinum. Men sera ivasamt er, um hetta fer at skapa nakran veruligan bú­skapar­ vøkstur ella fleiri størv vísti Richard Wolff á. Tí hví skuldi skatta­lættar til vinnulívið skapt størri eftir­spurn­ ing millum forbrúkarar? Størri eftir­ spurningur eftir vørum og tænastum er veruliga fortreytin fyri at skapa fleiri arbeiðspláss. Og verða stórir skattar givnir vinnulívinum, er vandi fyri, at vanligi brúkarin verður skattaður enn meiri fyri at vinna skattalættan inn aftur. Harumframt er vandi fyri, at republi­kanarar fara at skerja almenn størv, ið aftur ber við sær minni forbrúk í bú­skap­inum, ávaraði Richard Wolff í sam­røðuni. Hinvegin er eisini sera ivasamt, um demokratarnir fara undir nakra stór­ vegis umskipan av búskapinum við at økja skattatrýsti munandi á tey rík­ astu, vísti hann á. Ein frágreiðing er, at demokratarnir einfalt bera ótta fyri at missa nakrar av sínum dyggastu fíggjar­ligu stuðlum. Barack Obama kann ikki føra seg fram sum ov radi­ kalan, skal hann røkka hugsjónini um at vera savnandi. Tí er pessimistiska ávar­ingin frá skeptikarum sum Richard Wolff, at valið ikki fer at gera nakran stór­vegis búskaparpolitiskan mun, sum ann­ars er veruliga vøran flestir veljarar eftir­lýsa. Mitt Romney hevur, rættuliga kreativt, ákært Barack Obama fyri at vera fortalara fyri »trickle down government« – sum sambært honum als ikki hevur riggað hesi fýra árini, hann hevur sitið sum forseti Hugsjónirnar og orðini eru stór, men spurningurin um substans upptekur nógvar skeptikarar. Professari í búskapi heldur, valdysturin millum Barack Obama og Mitt Romney er sama skøvaða plátan, amerikanarar hava hoyrt millum republikanarar og demokratar í mong ár