fríggjadagur 26. oktober 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 26. oktober 2012
8
VIKUSKIFTI
Forsetaval
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
USA er grundleggjandi eitt borgarligt
samfelag við konservativum virðum og
eini heilt øðrvísi politiskari siðvenju
enn vanliga høgra/vinstra ásin, sum
vit kenna úr Europa. Hetta var ein av
niðurstøðunum á tiltakinum »Obama
ella Romney?« sum var í Norðurlanda
húsinum seinasta sunnudag, tá ið eini
300 fólk vóru savnað fyri at hoyra teir
báðar donsku USA kennararnar og
journalistarnar Clement Kjersgaard og
Michael Ehrenreich greina amerikanska
forsetavalið.
Men hvussu ein selir borgarligu
amerikonsku hugsjónina – um at alt
ber til fyri hin einstaka, bert hann ella
hon hava nóg stóran vilja – skilir for
setavalevnini bæði. Vanliga hugsa vit,
at Barack Obama er vinstrahallur, men
eftir amerikonskum mátistokki er hetta
ikki júst tað sama sum eftir europeiskum
mátistokki. Hóast tað hava republikan
arar ført valstríð við at mála eina
mynd av Barack Obama sum sosialist
av europeiskum formati. Ein samleiki
sum skurrar í almenna amerikanska
diskursinum og vekir minnir um kalda
kríggið. Republikanarar vilja við hesum
definera valstríðið, sum eitt stríð um
sjálva amerikonsku sálina. Um hvat tað
merkir at vera amerikanari.
Barack Obama selir tí sína visión um
størri sosialt rættvísi í USA við at pakka
boðskapin inn í amerikanska dreymin.
Tað almenna skal, sambært honum,
tryggja, at øll hava ein rímiligan møgu
leika júst at røkka amerikanska dreym
inum. Ein visión sum Mitt Romney
hevur skýrt óamerikanska europeiska
sosialismu. Sambært honum er privat
stigtakan einasta munagóða og ameri
kanska loysnin upp á tær stóru bú
skaparligu avbjóðingarnar USA stendur
fyri. Forsetavalevnini kappast tí um at
definera júst hvussu »rætta útgávan«
av USA skal síggja út. Og tað gera teir,
við at nýta nakrar væl kendar hug
sjónarligar snildir.
USA er einki Europa
Mitt Romney stillar upp sum vinnu
lívsmaður og royndir hansara frá
privata vinnulívinum er stórur
partur av hansara politiska image.
Sambært honum er henda bakgrund
serliga væl egna at fáa USA á føtur
aftaná búskaparskrædlið – tí tað er
privata vinnulívið sum skal skapa
búskaparvøkstur og størv, vil hann vera
við. Og loysnin er klassisk borgarlig:
Stórir skattalættar, minni reguleringar,
skattalættar til vinnulívið og almennar
sparingar. Klassisk »trickle down eco
nomics«: Lat vinnulívið fáa frið, so
skapar tað av sínum eintingum eina
rúgvu av størvum til tey, sum eru ar
beiðsleys.
Republikanarar hava samanborið
Mitt Romney við Ronald Reagan,
sum famøst segði, at tað almenna er
trupuleikin. Og Mitt Romney hevur,
rættuliga kreativt, ákært Barack Obama
fyri at vera fortalara fyri »trickle down
government« – sum sambært honum
als ikki hevur riggað hesi fýra árini,
hann hevur sitið sum forseti. Tí veruligi
virðini koma ikki frá tí almenna, men
frá privatari stigtakan, er boðskapurin.
»We built it!« – ikki føderala stjórnin
– gjørdist tí slagorðið á republikonsku
konventiónini fyri nøkrum mánaðum
síðani.
Í eini sending hjá BBC Radio fyri
stuttum vístu eygleiðarar á, at ímyndin
av tí almenna – sum verandi nærum
ein fíggindi – stingur djúpt, bæði
í bakgrundini hjá Mitt Romney og
konservativu hugsjónini, hann skal
selja seg uppá. Stóra fyrimyndin hjá
Mitt Romney er pápi hansara George
Romney, sum var ein rættuligur self-
made man innan amerikanska bilídn
aðin, umframt at vera republikanskur
politikari. Eins og pápin hevur Mitt
Romney brúkt stóran part av sínum
lívi í privatu vinnuni – í hansara føri
innan venture capital.
Og tað er henda visiónin av ameri
kanska dreyminum Mitt Romney selir:
Í USA ber alt til, bert tú torir og váðar.
Einasti vegur aftur til amerikanskan
stórleika í heiminum er ígjøgnum
frælsa kapitalismu, ikki almennar
íløgur. Vinsælan hjá Barack Obama
mótvegis tí almenna er óamerikonsk
og skaðilig.
Skal bjarga amerikanska
dreyminum
Barack Obama selir eisini amerikonsku
søguna um, at alt ber til. Og leggur, eins
Barack Obama og Mitt Romney kappast um at selja amerikanska
dreymin – hvør sína útgávu av honum. Retoriskt er talan um ein
hugsjónarligan samanbrest av teimum heilt stóru, og ideologiskt
er tað ein kapping um at skilja seg frá hvørjum øðrum
Bardagin um
amerikonsku
sálina
Barack Obama selir sína visión um størri sosialt
rættvísi í USA við at pakka boðskapin inn í
amerikanska dreymin. Tað almenna skal, sambært
honum, tryggja, at øll hava ein rímiligan møguleika
júst at røkka amerikanska dreyminum