Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-26, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 125 · 26. oktober 2012 7 VIKUSKIFTI Vínreyða rákið fylgir við Seinastu tíðina hava vit sæð sera nógv til tann vínreyða litin, sum eftir øllum at døma blívur við at hitta í mótaheiminum. Í øllum førum hava flest allir mótagigantar sína útgávu av vetrarklæðum í vínreyðum, og mín yndis er hesin jakkin frá H&M. Hesin jakki tvinnar nýggja vínreyða rákið við eitt klassiskt vetrar look – nevniliga skinnkragan. Hesin jakkin kostar 499,- á heimasíðuni hjá H&M. Bundnar troyggjur Bundnar troyggjur eru eitt avgjørt mást um veturin, og serstakliga hjá okkum føroyingum. Í vetur hava tó eisini útlendingar fingið eyguni upp fyri bundum klæðum, og tí eru troyggjur og kjólar sera nógv at síggja í vetur. Tú kanst heinta tær íblástur til næstu bindiverkætlanina frá hesum myndunum. Skínandi leður Leður verður eftir mínum tykki ongantíð keðiligt, og aftur í ár hava mótagigantarnir funnið ein máta at endurnýggja klassisku leður­klæðini. Hesaferð er tað skínandi leður, sum hevur funnið sín veg inn á mótapallarnar. Um tú ert eitt sindur varin við at nýta leðurklæði, so kanst tú eitt nú nýta skínandi leðurhandskar og taskur. Ov stór klæðir Tað ljóðar kanska løgið, at vit skulu ganga í ov stórum klæðum, men tað er tað nýggjasta hittið í vetur. Jakkin á myndini er eitt gott dømi um hvussu tú kanst nýta hendan móta sera stílfult. Tó so kanst tú eisini brúka hetta lookið til nærum alt. Eisini niðurdeilar og troyggjur eru at síggja í hesum »over­ size« lookið, sum hevur okkurt klassiskt yvir sær. TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Umsíðir er tað aftur tíð til at finna skinnklæðir, tjúkkar troyggjur, gliturkjólar og leðurhandskar fram og lata seg inspirera av vakra vetrarmótanum, sum í ár líkist tí vit frammanundan hava sæð, tó við vøkrum smálutum, sum dagføra heita lookið, sum vit øll elska. Her eru nøkur boð uppá, hvussu tú kanst dagføra tína vetrargarderobu Vit elska vetrarmótan Glamurøst glitur Vit kunnu næstan ikki nevna vetrar­ móta, uttan at nevna glitur. Tað er einki sum hóskar betur til jólaveitslur enn ein vakur gliturkjóli. Og soleiðis er sjálvandi eisini í ár. Heimasíðan Nelly. com hevur eina ørgrynnu av vøkrum gliturkjólum til ein bíligan penga. Ein gliturkjóli og ein skinnjakki hóska ógvuliga væl saman, og geva tær eitt heilt serstakt vetrar- veitslulook.