fríggjadagur 26. oktober 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 26. oktober 2012
6
VIKUSKIFTI
hann skuldi hava fyrstu hjálp, so eg
gav honum hjartamassagu og royndi
at blása luft í hann, sigur Linda og legg
ur afturat:
– Men eg fekk ikki givið honum
luft, líka mikið hvussu eg so royndi, tí
okkurt var sum blokeraði luftvegirnar,
greiðir Linda frá. Hon helt tó fram við
at geva Inga hjartamassagu.
Fingu ikki lív í hann
Tað gingu umleið 20 minuttir, frá tí
at Linda ringdi 112, og til hjálp kom
á staðið. Tríggir portørar og ein lækni
vóru við ambulansuni.
– Tað fyrsta teir gjørdu, var at
hála Inga út á gólvið í gongini, og
har arbeiddu teir so upp á hann, sigur
Linda. Hon minnist væl, hvussu tað var
at síggja sjeikin hjá sær liggja lívleysan
á gólvinum, meðan ambulansufólkini
av øllum alvi royndu at fáa lív í hann.
– Eg hugsaði, at nú hevði eg mist
hann, men samstundis trúði eg alla tíð
ina uppá, at hann fór at klára tað, sigur
Linda og heldur fram:
– Eg minnist væl, at eg bað teir blíva
við at geva honum hjartamassagu og
endiliga ikki steðga ella geva upp. Eg
havi sikkurt sagt alt møguligt býtt, men
tú hugsar ikki so klárt í eini tílíkari
støðu, fortelur Linda. Hóast portørarnir
og læknin gjørdu tað, teir kundu, fingu
teir ikki Inga at vakna, og eftir eini løtu
varð farið á sjúkrahúsið. Linda var við
í ambulansuni, tá Ingi bleiv fluttur á
sjúkrahúsið, sum liggur mitt í Århus.
Lagdur í kunstugt koma
Inni á traumastovuni, ið er akutta
skaðastovan, bleiv hildið fram við at
hjálpa Inga. Ikki fyrr enn klokkan 13
henda dagin kundi Ingi aftur anda
sjálvur. Hann bleiv fluttur av Århus
sjúkrahúsi og á Skejby sjúkrahús, har
hann bleiv lagdur í kunstugt koma,
soleiðis at ein maskina andaði fyri
hann. Harafturat bleiv hann køldur
niður, so at kropshitin kom niður á 33
hitastig í 24 tímar. Tá ið teir tímarnir
vóru gingnir, bleiv kropshitin spakuliga
settur upp, umleið hálvt hitastig fyri
hvønn tíma. Hetta er fyri at minka um
møguligan heilaskaða.
– Orsøkin til at Ingi bleiv lagdur
í kunstugt koma var, at læknarnir
vistu ikki, hvussu leingi hann hevði
ligið uttan ilt, sigur Linda, sum heldur
ikki dugdi at siga, hvussu lang tíð var
gingin, frá tí hon fann Inga á gólvinum
í íbúðini.
– Eg misti púrasta tíðarsansin og
kundi als ikki siga læknunum, hvussu
long tíð var gingin, frá tí eg fann hann.
Tú gloymir tey vanligastu tingini í eini
slíkari støðu, sigur Linda.
Á sjúkrahúsinum ringdi hon til tey
nærmastu beinanveg og eisini til tað
parið, sum hevði vitjað tey kvøldið
fyri.
– Eg ringdi til parið, vit høvdu verið
saman við fríggjakvøldið, og tey komu
alt fyri eitt til mín á sjúkrahúsinum.
Tey nærmastu úr Føroyum komu eisini
skjótast gjørligt, greiðir Linda frá.
Á sjúkrahúsinum royndu læknar og
sjúkrastystrar fleiri ferðir at vakja Inga,
men tað gekk ikki væl.
Sunnukvøld byrjaðu tey at royna at
vakja hann. Men hvørjaferð spýði hann
illa og var ógvuliga illa fyri, minnist
Linda. Hon minnist eisini rørið, sum
hann hevði í hálsinum.
– Hann hevði eitt rør liggjandi í
hálsinum, sum plágaði hann, men
læknarnir tordu ikki at taka rørið úr, tí
teir vóru bangnir fyri, at veska kundi
koma í lunguni.
Var sum 10 ára gamal
Ikki fyrr enn mánakvøld byrjaði Ingi at
koma til sín sjálvs aftur, eftir at lækn
arnir heili tríggjar ferðir høvdu roynt at
vakja hann. Tá hann vaknaði, var hann
ikki júst so, sum hann plagar at vera.
– Hann var í øðrviti og mintist einki,
tá vit spurdu hann um ymiskt. Hann
var akkurát sum tá hann var 10 ára
gamal, og hann snakkaði um teir vin
menninar, hann plagdi at spæla við tá,
fortelur Linda. Ingi kendi tó hana og
familjuna hjá sær.
– Hann kendi meg, men visti ikki,
hvussu leingi vit høvdu verið saman,
sigur Linda. Sjálvur minnist Ingi lítið
frá fyrstu tíðini á sjúkrahúsinum.
– í roynd og veru minnist eg einki,
men eg minnist nøkunlundað andlitini á
teimum trimum fólkunum, sum serliga
tóku sær av mær á sjúkrahúsinum,
sigur Ingi. Foreldur Inga, systir hansara
og Linda kundu vera inni á stovuni hjá
honum stórt sæð allatíðina, men onnur
fólk skuldu helst ikki inn til hansara.
– Læknarnir søgdu, at hann ikki
mátti fáa ov nógv input, og tí var best,
um vit bara vóru nøkur heilt fá, sum
hugdu inn til hansara, greiðir Linda
frá.
Ta fyrstu tíðina visti eingin, hvussu
framtíðin hjá Inga fór at vera. Tey vistu,
at hann hevði fingið hjartasteðg, men
einki meir enn tað. Læknarnir gjørdu
framvegis kanningar, men kundu ikki
staðfesta orsøkina til hjartasteðgin.
Hóast hetta var ein hørð tíð, valdi Linda
at vera bjartskygd.
– Eg anaði ikki, um hann fór at
kunna ganga aftur ella nakað sum
helst. Men eg valdi bara at hugsa, at
nú taka vit ein dag í senn. Sum dagarnir
gingu, sá eg eisini lítil framstig, og tá
tordi eg veruliga at hugsa positivt, sigur
Linda.
Skal læra at renna aftur
Tann 6. September fekk Ingi ein pace
makara. Tann skurðviðgerðin gekk
væl, og næsta dag bleiv Ingi fluttur
á Hammel Neurocenter, sum liggur
nakað uttan fyri Århus. Á hesum
sjúkrahúsinum fær Ingi ergoterapi og
fysioterapi.
Nú hevur Ingi verið á Hammel
Neurocenter í skjótt tveir mánaðir, og
tað gongur væl.
– Ta fyrstu tíðina kundi eg einki, og
áðrenn eg fór á Hammel, lá eg mest í
songini. Eg fór bara upp, tá eg skuldi
gera onkra lítla venjing fyri at røra
kroppin, sigur Ingi. Serliga hava tað
verið balansan og rørslurnar, sum Ingi
hevur skula vant hesa tíðina, hann er
til uppvenjing, og venjingarnar síggja
út til at gera honum væl. Hann hevur
altíð fingist við ítrótt og hevur eitt nú
spælt hondbólt heima í Føroyum.
– Sjálvt um tað gongur framá, so
gongur tað ikki so væl hjá mær enn
at renna. Fyri stuttum var eg í Keyp
mannahavn, har eg royndi at spæla
innandurða fótbólt við nøkrum vin
monnum, men tá var eg øgiliga kloss
utur og kláraði illa at fylgja við. Men
tað skal nokk koma, sigur Ingi bjart
skygdur og fegnast um, at hann fyri
trimum vikum fyri fyrstu ferð fekk
loyvi frá læknunum til at fáa pulsin
upp um 140.
Sjálvur hevur Ingi ilt við at siga,
hvussu hann annars er broyttur av til
burðinum, men sambært Lindu er hann
sum fyrr, men bara við onkrum smá
vegis broytingum.
– Hann er kanska blivin eitt sindur
snarsintur, av tí at hann í løtuni ikki
kann alt tað, hann kundi fyrr. Harafturat
verður hann lættliga troyttur, serliga
teir dagarnar, hann hevur upplivað
nógv, men annars er hann tann sami
Ingi sum fyrr, fortelur Linda.
Lívið heldur fram
Sum nú er skal Ingi vera í Hammel í
einar seks vikur afturat, og so verður
hann útskrivaður. Læknarnir gera
framvegis kanningar, men hava enn
ikki kunnað staðfest, hví Ingi fekk
hjartasteðg.
– Teir duga ikki at síggja nakran
hjartafeil, og hjartatrupulleikar er held
ur ikki nakað, sum liggur til familjuna,
sigur Ingi.
At hetta hevur verið ein harður
umgangur fyri bæði hann og Lindu, er
hann als ikki í iva um.
– Eg eri fullgreiðir yvir, hvat kundi
verið hent, um Linda ikki var har og
gav mær fyrstu hjálp, men tað er ikki
nakað, sum eg hugsi um hvønn dag.
Mann kann siga, at var tað ikki fyri
damuna, kundi eg verið deyður, og tað
er ein ræðandi tanki, sigur Ingi, sum
hevur torført við at seta orð á tær kensl
urnar, hann hevur, um tað, sum er hent,
og tað stóra arbeiðið, ið Linda gjørdi.
– Tað er ringt at forklára. Var hon
ikki har, hevði eg heldur ikki verið
her. Tað sigur nógv, haldi eg. Henda
upplivingin hevur lært meg veruliga
at seta prís upp á tey fólkini, tú hevur
rundan um teg og alt tað góða, sum
er í lívinum, sigur Ingi. Linda er samd
við honum.
– Onkursvegna hevur hetta gjørt, at
vit síggja annarleiðis upp á lívið. Vit
taka einki fyri givið og seta prís upp á
eisini tey smáu tingini í lívinum, sigur
Linda, sum serliga hevur lært eitt av
hendingini.
– Eg lærdi fyrstu hjálp, tá eg byrjaði
at lesa til tannrøktara. Tá hugsaði eg,
at tað var óinteressant undirvísing, tí
eg fór ongantíð at fáa brúk fyri tí, men
nú veit eg, at tann vitanin, eg fekk, var
nógv meira umráðandi, enn eg helt tá,
sigur Linda. Hon gavst við útbúgvingini
sum tannrøktari, og ístaðin supplerar
hon ymsar lærugreinar í løtuni.
Um góðar seks vikur er Ingi útskriv
aður, og hann ætlar sær skjótast gjørligt
í gongd aftur við gerandisdagin. Skúlin
má tó bíða í eina tíð.
– Læknarnir hava sagt, at eg kann
byrja á HF aftur eftir summarfrítíðina,
men um eg havi tað gott, so ætli eg mær
at lesa einstøk fak eftir nýggjár, sigur
Ingi. Inntil ta tíð fer hann at gera alt fyri
at koma fyri seg, og fer møguliga ein
túr upp til Føroya at slappa av.
– Eg havi tað fínt nú og tað gongur
tann rætta vegin. Nú skal lívið bara
halda fram sum vanligt, sigur Ingi.
– Tað er ringt at forklára. Var hon
ikki har, hevði eg heldur ikki verið
her. Tað sigur nógv, haldi eg. Henda
upplivingin hevur lært meg veruliga
at seta prís upp á tey fólkini, tú hevur
rundan um teg og alt tað góða, sum
er í lívinum, sigur Ingi v. johannesen
mynd: Tróndur Dalsgarð