fríggjadagur 26. oktober 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 26. oktober 2012
14
VIKUSKIFTI
av tilvild
Dagurin
oktober26.
Í áttati og nítiárunum var Bob Hoskins eitt av stóru nøvnunum á hvíta
løriftinum. Í mun til so nógvar aðrar stjørnur, so hevði Hoskins tó ongan tíð
nakran dreym um eina tilveru sum filmsstjørna. Tilvildin vildi tað bara so
Sjónleikari
Mitterand
Francois Mitterand varð borin í heim 26. oktober 1916. Mitterand var franskur forseti frá 1981
til 1995. Hann var upprunaliga aktivur á borgarliga veinginum, men skifti á ungum árum yvir á
vinstraveingin. Hann verður lýstur sum ein taktiskur snillingur, sum skapti stóru undirtøkuna hjá
javnarrørsluni í Fraklandi. Ikki minst við at taka atkvøður frá kommunistunum. Og eisini var hann
ein av høvuðsmonnunum, tá ES samtykti Maastricht-sáttmálan. Mitterand fór frá sum forseti í
mai 1995. Bert átta mánaðir seinni andaðist hann eftir at hava drigist við prostata-krabba.
Apuhjarta til barn
26. oktober 1984 fekk amerikanska Stephanie Fae Beauclair, Baby Fae,
ísett eitt hjartað frá eini apu. Baby Fae varð fødd við einum álvarsligum
hjartabreki, og hóast nógv og harðmælt orðaskifti um tað etiskt rætta í
hesum, so gjørdu læknarnir av, at gera heimsins fyrstu roynd at seta eitt
apuhjartað í ein mannakropp. Skurðviðgerðin tóktist at eydnast, men 21
dagar seinni doyði Baby Fae av bruna í nýrunum.
Filmur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Ein dag seint í 60’unum sat Bob
Hoskins á eini lítlari pub í Taiwan.
Ørindi hansara vóru at fáa sær nakað
av nudlum til matna, og hann hevði
ikki ánilsi av, at í sama bygningi vóru
filmsframleiðarar í ferð við casting-
upptøkur til ein film við heitinum
Gittin’ Steemin’ in Taiwan.
Brádliga fekk hann at vita, at nú
var tað hansara túrur til royndarupp
tøkurnar. Hann gjørdi ikki mætari enn
at fara til upptøkuhølini, og tað endaði
eisini við, at hann fekk leiklutin. Ikki tí,
undan hesum hevði hann eisini gjørt
vart seg sum sjónleikari á palli, men tað
var als ikki soleiðis, at nøkur stjørnuleið
innan filmin var tað, ið lá honum næst
at hjarta.
Stjørnutíðin
Komandi árini gjørdi Hoskins alt meira
vart við síni sjónleikaraevni. Bæði í
sjónvarpsrøðum og í smærri films
leiklutum sást, at her var ein maður,
ið dugdi meira enn bara vanliga væl
at spæla, og stóra gjøgnumbrotið kom
eisini nøkur ár seinni.
Í leiklutinum sum Harold, tann smá
korrupti vinnulívsmaðurin í Long Good
Friday legði Hoskins at kalla heimin fyri
sínar føtur í 1980. Í øllum førum enska
partin av heiminum. Navn hansara
skuldi nú roknast millum tey stóru á
hvíta løriftinum. Ikki minst, tá tað ráddi
um at spæla leiklutin sum onkur, ið ikki
var heilt fínur í kantinum.
Soleiðis var eisini, tá hann í 1986
hevði sín kanska størsta leiklut nakran
tíð. Hesa ferð sum smákriminelli George
í enska stórfilminum, Mona Lisa. Fyri
tann leiklutin vann Hoskins hópin av
virðislønum, og næstu tjúgu árini ella
so stóð Hoskins veruliga á tindunum í
altjóða filmsídnaðinum.
Í týðandi leiklutum í filmum sum
Who Framed Roger Rabbit (bara
røddin), Mermaids, Hook, Nixon,
Twenty Four Seven, Felicia’s Journey,
Enemy at the Gates, Vanity Fear og
Mrs Henderson Presents – bara fyri at
nevna nakrar – stórspældi Hoskins ferð
eftir ferð.
Sjálvur hevði høvuðsmaðurin mest
sum ilt við at trúgva øllum hesum. At
hann, ið av tilvild gjørdist filmsjónleik
ari, nú skuldi roknast millum tær stóru
stjørnurnar.
– Lív mítt er veruliga farið á flog.
Eg eri púra sannførdur, tá eg sigi, at eg
ongan tíð havi verið meira eydnusamur.
Í løtuni gangi eg bara og bíði eftir, at
25 tons av hestaperum detta oman yvir
meg, segði Hoskins ta einu ferðina,
hann varð spurdur, um hann var nøgd
ur við tilveruna.
Lítli og tjúkki banditturin
Í nógvum av hesum filmum var leik
luturin hjá Hoskins sum ein hálvkrimi
nellur fýrur, ið ikki var bangin fyri at
nýta lygnina á vegnum fram móti mál
inum. Ella um einaræðisharrin, ið legg
ur vertin í, hvat næstin fær.
Og sjálvur hevði Hoskins eisini eina
avgjørda fatan, hví so var.
– Flestu einaræðisharrar eru
stuttir, tjúkkir, tilkomnir og skallutir.
So umframt Danny DeVito er tað bara
eg, sum kann spæla hesar leiklutirnar,
helt hann skemtiliga fyri, tá hann ta
einu ferðina varð spurdur, um hann
ikki leiddist av at spæla tann óndi og
keðiligi.
Umframt at bio-hyggjarar og films
leikstjórar hava havt als til lítla og
tjúkka bandittin, so er eingin loyna, at
fjølmiðlarnir eisini hava tikið væl ímóti
Hoskins. Einamest tí hann sjáldan var
tann, ið kom við teimum keðiligu og
stereotypu útsagnunum, tá spurningar
vórðu settir.
Heldur dugdi hann meira enn vanliga
væl at siga tingini upp á ein skemtiligan
máta, soleiðis at yvirskriftir kundi fáast
til vega. Og á tann hátt syrgdi hann
fyri, at lívið á tindunum gjørdist longri
enn hjá teimum allar flestu.
Alt hevur tó ein enda. Fyri tveimum
mánaðum síðani boðaði Hoskins frá,
at hann hevði havt sín seinasta leiklut
innan filmsheimin. Hann stríðist í
løtuni við Parkinson-sjúkuna, og í tí
stríðnum eru stundirnar ikki til eisini
at hugsa um undirhaldsvinnuna.
Tað er tó eingin ivi um, at undir
haldsvinnan fer at minnast Hoskins í
nógv ár, og munnu ikki nakrar føðingar
dagsheilsanir koma honum í hendi, nú
hann í dag fer um tey 70 árini.