fríggjadagur 26. oktober 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 125 · 26. oktober 2012
15
VIKUSKIFTI
Sum smádrongur vaks Hoskins upp í
einum heimi, sum als ikki hevði átrúnað
sum part av lívsinnihaldinum.
Pápin var sannførdur kommunistur, og
tí sá hann sum part av sínum kalli at
uppala sonin sum ateist – gudloysing.
Seinni hevur Hosksin tó sagt, at hann
størsta partin av vaksna lívinum hevur
livað sum agnostikari.
Agnostikarar verða ofta sammettir við
ateistar, men hetta snýr seg nú heldur
um at seta spurnartekin við, um tað er
rætt, sum fólk trúgva ella ikki. Og eisini
at seta spurnartekin við, um tað er
rætt, tá fólk siga seg ikki trúgva.
Agnostikarar eru soleiðis ikki ateistar,
men tey eru heldur ikki trúgvandi.
Hálvgum
umvendur
Stauning
Thorvald Stauning varð føddur 26. oktober 1873. Stauning gjørdist formaður í danska
javnaðarflokkinum í 1910. Hann var stjórnarleiðari í Danmark í 15 ár, og stóð á odda fyri
einum búskaparpolitikki, sum styrkti Danmark undir búskaparkreppuni í 30’unum. Eftirmælið
hansara er tó ofta, at hann gav skarvin yvir, tá nazistarnir hersettu Danmark. Stauning and
aðist í 1942. Tá hevði hann fleiri ferðir sagt, at hann var tunglyntur orsakað av framtíðini hjá
javnaðarrørsluni í einum Europa, sum um hetta mundi bar stóran nazistiskan dám.
Heimskendi høgguslokkurin
Høgguslokkurin Paul fór handan sýn tann 26. oktober 2010. Paul varð kendur um allan
heim, tá HM-kappingin í fótbólti varð spæld í Suðurafrika hetta sama árið. Her megnaði
Paul at gita rætta vinnaran í øllum sjey dystunum hjá Týsklandi, umframt at hann eisini gitti
rætta vinnaran av finaludystinum millum Spania og Holland. Undan hvørjum dysti vórðu
tvær eskjur við mati settar til Paul – hvør teirra við flagginum hjá londunum, sum skuldu
dystast. Og tað vísti seg altso, at eskjan, sum Paul valdi, altíð var tann hjá vinnandi liðnum.
– Í løtuni gangi eg bara og bíði
eftir, at 25 tons av hestaperum
detta oman yvir meg, segði
Hoskins ta einu ferðina,
hann varð spurdur, um hann
var nøgdur við tilveruna