Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað má metast sum eitt sjálv­ mál av teimum heilt stóru, tá Kring­varp Føroya er farið at burt­ur­luta sterkt øl fyri at fáa fólk at leita sær inn á heima­síðu Kringvarpsins. Men soleiðis er støðan, og tað er ikki komið leiðsluni í Kring­varp­inum til hugs, at stovn­ur­in kanska ger seg inn á rú­s­drekk­a­lógina, sum er sera skørp og greið á hesum øki. Eing­in, sum ikki hevur sølu ella skeinkiloyvi, kann selja rús­drekka. Eitt er, at tey í Kring­varp­ i­num ikki duga nóg væl at gjøgn­um­hugsa avleiðin­g­ ar­nar av hesum. Men tað er undr­un­ar­vert, at stjóri og leiðsla á Føroya fremsta mentan­ar­stovni tíma at út­ seta stovnin fyri tí kritikki, sum tey biðja um við at eggja fólki at drekka sterkt øl. Kanska leiðslan átti at farið á skeið í fjøl­miðl­a­ etikki... mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er alt annað enn lætt at fáa borð á heimsins bestu mat­stovu, Noma, sum heldur til á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Umleið ein millión fólk hava farna árið fingið nei frá mat­stovuni, tá ið tey hava roynt at bíleggja borð. 20.000 pláss eru á Noma um árið, og tí er tað næstan sum at vinna í happadrátti at fáa borð á matstovuni. – Men vit fáa eisini avboð, og tí skulu fólk endiliga royna at bílggja borð, sig­ur Peter Kreiner, sum er kunn­ ing­a­rleiðari hjá Noma, við Pol­itiken. Matstovan hevur bíðilista til hvønn dag, og tey, sum skriva seg ofta á hendan bíði­ lista, kunnu verða heppin. Sam­bært blaðnum Eat­er er Noma í løtuni tann mat­ stov­an í øllum heiminum, har tað er truplast at fáa pláss. Tað er ein áhugaverdur spurn­ing­ur, sum Bjarni Djurholm, løg­tings­mað­ ur, hevur sett Bjørn Kalsø, ment­a­ mála­ráð­harra, sum stavseting og nýggja atlassið, sum Nám fer at geva út í næstum. Talan er um ein skrivligan fyri­ spurn­ing, har løg­tingsmaðurin vil hava lands­stýr­is­mannin at greiða løg­ting­i­num frá, nær nýggja at­lass­ið verð­ur givið út, eftir hvørjum máls­ lig­um regl­um stav­set­ing­in verð­ur, um lands­stýr­is­mað­ur­in kann tryggja, at al­ment goldna at­lassið fer at verða kjølfest í stav­set­ing, sum er í sam­svari við fakligu landafrøði-vís­ind­ina og fólksligu hugsanina, og í fjórða lagið spyr Bjarni Djur­holm, um lands­stýr­is­ mað­ur­in kann tryggja, at vanliga lat­ ínska alfabetið verður løggilt, so­leiðis sum Mentanarnevndin, Løg­ting­ið og Málnevndin í farna val­skeiði mæltu til. Tá fyrra atlassið kom í 1993, elvdi stav­set­ing­in til mik­ið rum­b­ul, tí høv­und­ar­nir nýttu eina heima­ gjørda stav­set­ing av fleiri landa- og stað­a­nøvn­um, sum virkaði sera ørkymlandi fyri fleiri – og sum held­ ur ikki var gjøgnumførd. Er tað nakað, sum vit kunnu vera ó­samd um, so er tað júst mál og stav­ set­ing. Hugsanirnar eru fleiri, men mang­an tykist tað so, at onkur tek­ ur sær ávíst vald til tess at fáa eina ávísa linju í stavsetingina, sum ikki er kjølfest í nakrari løggildari mál­ reglu. Tí verður tað sera áhugavert at frætta, hvørja hugsan ment­a­mál­a­ráð­ harr­in hevur, og um Menta­mál­a­ráð­ið í heila tikið er við í eini slíkari viðgerð sum at gera av, hvørja stavseting vit skulu nýta í ein­um atlasi. Í fyrispurninginum vísir Bjarni Djurholm á, at í gamla atl­a­s­i­num verða nøvn broyt, sum eitt nú Si­ci­ lia, sum eitur Sikiloy, um Scilly­oyggj­ arnar, sum eita Sillingaroyggjar, Chile sum Kili og Cape Verde sum Grøn­høvda­oyggjar, Bornholm sum Burg­und­ar­hólmur o. s. fr. Hann vísir eis­ini á, at hugtakið hálvoyggj verð­ ur til nes. Hugs­anirnar um málið eru sum vera man fleiri. Skulu vit ganga tað puristisku leiðina, har vit gera alt so »føroyskt«, sum tilber  sum so ofta gongur út upp á at beina burtur alt, sum ber brá av at verða danskt? Ella skulu vit lata málið mennast av sær sjálvum? Hvørgin av hesum leiðum er tann rætta. Tí mugu vit sjálvandi finna gylta mill­um­vegin. Tað at eitt føroyskt orð líkist einum donskum eigur sjálvsagt ikki at gera tað minni føroyskt, tí føroyska og danska málið eru runnin av somu germansku rót. Og um Karl eitur Carl ella Viktor eitur Victor hóttir ikki føroyska málið. Tað verður í øllum førum á­huga­ vert at frætta, hvørja málsliga linju Nám hevur nýtt, um hon fakliga við­gjørd og grundað. Tilvildin kann sjálv­andi ikki ráða eina. Málstevnan í nýggja atlasinum er komin á tingborg Í morgun er løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen far­ in til Helsinki at luttaka á ársfundinum hjá Norð­ur­ landa­ráð­num. Løgmaður skal m.a. lut­ taka á toppfundinum mill­ um norðurlendsku stjórn­ ar­leið­ar­arnar. Toppfundurin verð­ur týs­dag­in, og evn­ið fyri fund­ in í ár er av­bjóð­i­ng­ar­nar hjá tí norð­ur­lendska væl­ferð­a­r­ stat­i­num. Und­ir árs­fund­i­num fara løg­mað­ur og stjórn­ar­leið­ar­ ar­nir í­ Á­landi og Grøn­landi at und­ir­skriva eina sam­ starvs­av­talu um at styrkja sam­starv­ið millum londini í norð­ur­lendsk­um høpi. Løgmaður verður aft­ ur í Føroyum hós­dag­in 1. november. Á myndini niðanfyri síggjast norðurlendsku stjórnarleiðararnir í 2008 Løgmaður í Norð­ ur­land­a­ráðnum Atlasið í Løgtingið Hetta er grovt, løgmaður Kristin Vestergaard kjak á síðu 14 Alt­vit­ andi fíggj­ ar­nevn­da­r­ formaður Frank davidsen kjak á síðu 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Altso gratis øl frá Dia...? Ein millión fær nei frá Noma