Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í 1988 varð gjørd ein avtala millum tað almenna og læknarnar um prísir fyri læknaváttarnir. Hetta var bara ein prísavtala. Men í seinastu viku skrivaðu Almanna­mála­ ráðið og læknafeløgini und­ ir eina nýggja avtalu, sum ikki bara sigur, hvat lækn­in skal hava fyri at skriva eina læknaváttan. Avtalan verður dagført eftir donskum leisti hvørt ár. Tað eru eisini komin nýggj oyðibløð, sum min­na um tey donsku. Læknarnir fáa nú meira fyri at skriva út lækna­ váttanir, enn teir fingu í 1988-avtaluni. Men tað vísti seg, at teir hava fing­ið væl meira, áðrenn nýggja avtalan nú kom. Tað vil siga, at veruleikin hevði yvirhálað gomlu av­talu­na. Tað merkir aft­ur, at nýggja avtalan ikki fer at hava so stór­an meirkostnað við sær, sigur Eyðun Mohr Han­sen, aðalstjóri í Almanna­mála­ ráð­num. L æ k n avátta r n i r n i r verða nú greið­ari og ikki heft­ir at ó­arbeiðs­føri í sam­ ban­di við ávísu sjúku­na hjá sjúk­ling­in­um. Tað fer væntandi at hava við sær greiðari máls­ vi­ð­gerð hj­á Al­mann­a­verki­ num, tá ið støða skal takast til sjúkr­a­dag­pengar, forsorg ella fyri­tíðar­pensjón. Tað hava nevniliga verið dømi um, at læknar hava verið firtnir, tí máls­við­ gerðar hava tikið aðra av­ gerð, enn læknarnir hava lagt upp til. Tann trupul­ leikin skuldi verið loystur nú, verður mett. Randi Jacobsen 1. september tók Rannvá Ragnarsdóttir við starvinum sum stjóri á Brúkara­um­boð­ num. Hesar tveir mánaðirnar hevu­r almenningurin ikki hoyrt eitt kis frá stovninum. - Tað fyrsta, vit gjørdu, var at flyta stovnin til Havnar, og síð­an hava vit avgreitt onkur mál, sigur Rannvá Ragnars­ dóttir. Eins og undanfarni stjóri gjør­di, ætlar hon framyvir at senda út frágreiðingar, men fleiri av málunum eru ov smá til at skriva almenna frá­greiðing bara um tað mál­ ið. Hon hevur betur hug at skriva frágreiðingar um fleiri mál í senn og so gera nakrar við­merk­ingar til tey. Rannvá Ragnarsdóttir sigur, at tey flestu málini verða avgreidd við sam­ráð­ ing­um, og í flestu førum verð­ur ein semja tikin til eftir­tektar. Brúkaraumboðið er í gongd við at viðgera nøkur mál. Tað koma ikki nógv­ar klagur frá brúkar­um. Oftari eru tað kapp­ing­ar­neytar, sum senda Brúkara­um­boð­ num kærur. Men sjálvt um brúkarin bein­leiðis sjáldan klagar, eru tað brúkaramál, sum fólk tosa nógv um. - Fólk ganga høgt uppí, at lýs­ingar við tilboðum ikki upp­lýsa upprunaprísin. Tey vilja vita tann prísin eisini, sigur Rannvá Ragnarsdóttir. Randi Jacobsen Fríggjadagin var freist­in at stilla upp til eldra­ráðs­valið í Tórs­havn­ar kommunu, og valevnini eru níggju kvinnur og nígg­ju menn. Tey flestu valevnini búgva í Havn, á Argjum og í Hoyvík, men onk­ur valevnini eru frá út­jaðara­ num eisini. Veljast skulu fimm lim­ir og fimm varalimir. Áðrenn listin verður kunn­gjørdur, skulu val­evni og stillarar góð­kenn­ast av sosialu nevnd. Valið fer fram við bræv­ atkvøðu, og øll sum eru yvir 60 ár fáa send­andi vallistar. 1. januar búðu 3817 fólk frá 60 árum og uppeftir í kommu­nuni. Freistin at atkvøða er úti 30. november klokkan tólv. Brúkaraumboðið fer aftur at kunna Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, heldur at soðið verður ov tunt, um hon skal kunna um hvørt einstakt mál. Hon hevur meira hug at taka saman um fleiri mál og aftur at senda frágreiðingar út Greiðari lækna­ váttanir Veruleikin hevði nú yvirhálað gamla sáttmálan Javnstøða á eldra­ráðs­ listanum 18 fólk hava stillað upp til eldraráðið í Havn Randi Jacobsen Nakrar ferðir hevur Kring­ varp Føroya havt vinningar frá bryggjaríinum Okkara. - Vinn ein kassa eftir egn­ um ynski frá Okkara, ljóð­ar lýsingin fyri kappingini. Advokaturin Bjørn á Heyg­um heldur spurningin vera sera áhugaverdan, um hetta kann vera loyvt. - Fyri tað fyrsta krevst skeinki­loyvi fyri at selja øl, og haraftrat má øl ikki seljast fólki undir 18 ár, sigur Bjørn á Heyg­um. Finn Ougaard, varafúti ivast eisini um kappingin kann vera lóglig. Hann hugs­ ar her serliga um, skuldi tað hent, at onkur undir 18 ár vinn­ur. Tað kann í hvussu er ikki vera rætt. Eingin hevur tó meldað Kringvarpið. Vinningurin í kappingini er ein kassi frá Okkara, og av tí at Okkara bara bryggjar øl, er vinningurin ein kassi av øli. Hitt bryggjaríið bryggjar eisi­ni sodavatn. Solby Eliasen, pro­gramm­ leiðari í Kringvarpi Før­oya sigur, at kringvarpið kann­aði ikki eftir hjá myndug­leiku­ num, um loyvt var at luta burtur vinningar frá Okk­ ara. Hon hevur heldur einki hoyrt fyri tað. Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, hev­ur fingið onkra klagu. Solby Eliasen hevur spurt seg fyri og fingið at vita, at Kring­varpið ongantíð hev­ur rent seg inn í tann trupul­ leik­an, at vinnarar hava verið undir 18 ár. - Men skuldi tað hent, hevði borið til at býtt vinn­ ingin um við onkran av hinum vinn­ing­unum, sum vit hava, sigur Solby Eliasen. Kringvarpið burturlutar øl Tað er ivasamt, um tað er í samsvari við rúsdrekkalógina at burturluta øl, halda advokatur og politiið