Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov BankNordik sigur í tíðinda­ skrivi, at talan er um til­lag­ ing­ar av leiðslu­bygn­að­i­num, og tí verð­ur starvsfólkatalið í mið­fyri­siting bankans mink­ að. – Tað hendir sum liður í bankans stremban at reka bankan so lønsamt og kapp­ ingar­ført sum møguligt, sig­ ur bankin. Bankin sigur, at yvirtøkan av teimum sunnu pørtunum av Amagerbankan hevur hetta síðsta árið kravt nógv tilfeingi til at sam­ eina deildir, starvsfólk, tæn­ast­ur og kt-skipanir. Sam­ein­ing­in er framd, og bank­in hevur tí møguleika at tillaga bygnaðin, soleiðis at leiðslubygnaður og mið­ fyri­siting bankans passa til vanliga raksturin. Í sam­ bandi við tillagingina fara 14 starvsfólk úr starvi, harav átta í Føroyum. – Tað er sjálvandi harmi­ ligt at lata dugnalig starvs­ fólk fara úr starvi, sigur Janus Petersen, forstjóri. – Men hetta kemst av, at vit støðugt halda eitt vak­ið eyga við okkara effek­tivi­ teti. Vit hava sam­stund­ is mett, at bankin hev­ur brúk fyri einum ein­faldari leiðslu­bygnaði við færri lið­ um millum kunda­hand­far­ ing­ina og leiðsluna fyri at fáa ein smidligari bygnað, har avgeriðirnar vera tiknar nærri kundanum, skrivar bank­in í tíðindaskrivinum. Íroknað dagsins upp­søgn­ ir er talið av starvsfólkum í banka­num minkað við 23 full­tíð­ar­størvum síðani hálv­ár­ið, tí nú starvast 560 starvs­fólk í samtakinum móti 583 starvsfólk tann 30. juni 2012. Fækkanin í starvs­ fólka­tali­num vænt­ast at við­ føra sparingar fyri umleið 15 mió. krónur árliga. – Væntanir bankans til ársúrslitið fyri 2012 eru óbroyttar, tí bankin vænt­ ar framvegis eitt úrslit fyri skatt, virðisjavna og sektor­ út­reiðsl­ur á 80 til 140 mió. krón­ur. Jóhann Mortensen formaður Skógfriðingarnevndarinnar Óstortslig framferð hjá Landsverki er or­søk­in til, at ferðslu- og park­er­ings­viður­ skiftini í Hoydølum ikki eru loyst, sigur Skóg­frið­ing­ar­ nevndin í viðmerking til skriv­ing, sum hevur verið um málið: Tíðinsskrivið frá Skóg­frið­ ing­ar­nevndini er soljóðandi: »Næmingaráðið á Stu­ denta­skúla­num í Hoy­ døl­um, og eitt valevni til bý­ráðs­val­ið í Havn, hava í mið­lu­n­um umrøtt park­er­ ings­v­iður­skift­ini við Stu­ denta­skúlan í Hoydølum. Í hesum sambandi løgdu teir beinleiðis og óbein­leið­ is skóg­røkt­ina/skóg­fri­ð­ing­ ar­myndug­leikan undir at hava forð­að fyri eini loysn á parkerings­viðurskiftunum. Lat meg beinanvegin sláa fast, at Skógfriðingarnevndin hvørki hevur ella fer at forða fyri at loysa atkomu- og park­eringsviðurskiftini í Hoydølum á ein skynsaman hátt. Tá ætlanin tók seg upp at bøta um atkomu- og park­ erings­v­iðurskiftini fyri nøkr­um árum síðani, varð skóg­frið­ing­ar­myndug­leikin um­boð­aður í ein­um arbeiðs­ bólki, sum skul­di koma við upp­skoti til eina loysn. Arbeiðs­bólk­urin var samdur um at fin­na eina nøktandi og hóski­liga loysn; sjálvandi und­ir teirri sjálvsøgdu for­ treyt, at neyðug atlit vórðu víst nátt­úru­ni og teim­um ser­støku lendis­viður­skiftun­ um í Nið­astu Hoy­dølu­m. Arbeiðsbólkurin umrøddi eina skynsama loysn við ábót­um á omankoyringina frá Hvítanesvegnum og við einum lítið ásýniligum vegi tvørtur um fløtuna – í sam­ ljóð við lendið og við náttúru­ na. Hugsanin var at leggja vegin tvørtur um fløtuna sunnan fyri trøini við gomlu krokkplenuni og yvir móti gamla skúlabygninginum á ein dúk fyri at skala lendið sum minst. Týdningarmikið var somuleiðis, at hesin tein­ urin ikki gjørdist eitt ásjón­ ligt inntriv ella hevði neiligar avleiðingar fyri vøllin og hav­ an framman fyri Gamla hús. Umrøtt varð at skipa sjálvt parkeringsplássið á fløtuni við eystur/suðurendan á skúlanum. Arbeiðsbólkurin var full­ greiðir yvir, at vega­tekn­isk og landslags­fak­lig vitan máttu samstarva á jøvnum føti fyri at gera uppskotið liðugt, og at verkætlanin skuldi við­gerast hjá avvarðandi myndug­leikum fyri at fáa neyðugu loyvini, tað merkir hjá Skógfriðingarnevndini, Yvir­frið­ingarnevndini og Tórs-havnar kommunu. Men áðrenn arbeiðs­ bólkurin var liðugur við arbeiðið, fór Landsverk til eina verkfrøðingastovu at fáa gjørt liðugt uppskot. Og tann verkætlanin vísti als eingi fyrilit fyri teimum ser­støku náttúru- og lendis­ viðurskiftunum, sum eru í Niðastu Hoydølum. Har­um­ framt fór Landsverk at gera vegin, uttan at neyðugu loyv­ ini yvirhøvur vóru fingin til vega. Skógfriðingarnevndin boð­aði Lands­verki frá, at hon góðtók ikki upp­skotið. Somu­leiðis heitti nevnd­in á Tórs­havnar kom­munu um at steðga ar­beiði­num, til tey neyðugu loyv­ini vóru fingin. Byggi­valdið hjá Tórs­havn­ar kommunu var púra samt við skóg­frið­ingar­myndug­leik­ an, tí kommunan steðgaði ar­beiði­num, og Landsverk fekk boð um at rudda upp eft­ir sær. Tað er tí einans tí heldur óstortsligu framferðini hjá Lands­verki at takka, at stigið at bøta um ferðslu- og parkeringsviðurskiftini við Studentaskúlan koll­sigldi. Síðani er málið ikki tikið uppaftur. Men ætla skúla­ myndugleikarnir at loysa atkomu- og park­er­ings­viður­ skiftini við Studenta­skúlan í Hoydølum, er Skóg­frið­ing­ arnevndin sjálv­andi sinnað at verða við at finna eina skynsama loysn.« Eirikur Lindenskov Umleið 54 skúlar kring oyggj­arnar hýsa dagliga um­leið 18% av Føroya fólki. – Nú skulu kommunu­ stýrini, sum partvíst varða av skúlunum, velj­ ast. Hvat skal til í 2012 at menna ein skúla sum gev­ur børnum okkara dreymar, visiónir og lívs­ orku til at lyfta okkara sam­felag um nøkur ár? Hvat ger at júst okkara kommu­na skarar framúr, tá tað ræður um at fáa trivn­að millum fólk og at fáa til­flyting? Soleiðis spyr foreldra­ felag­ið Heim og Skúli, sum vísir á, at vit hava eitt frálíkt høvi tann 23. novem­bur at vera við til at seta dagsskránna og rað­festa í tí kommunala lands­lag­num. – Kommunuvalið er eitt gott høvi hjá okk­u­m foreldrum at seta skúl­ an á dagsskránna hjá kommununi. Eitt er teir fysisku karmarnir; men hvat fyri visiónir hava tey, sum stilla upp til kommun­u­valið, til fram­ tíð­ina í kommununi? Hvussu síggja tey fyri sær, at børnini fáa um­ støð­ur til at blóma og førleika til at vera við til at kommunan menn­ist og vaksir? Ja, at kom­ mu­nan blómar? Hvat hug­sa tey, sum stilla upp til kommunuvalið, skal raðfestast innan skúla­ økið? Ella er nýggjur bygn­ing­ur komin og penga­kass­in tómur, so nú kann einki gerast meir? – Setið spurningar til tey, sum stilla upp, soleiðis at vit foreldur vita, hvat tey raðfesta, og hvat fyri møgu­leik-ar tey síggja fyri framtíðina, sigur for­eldra­felagið Heim og Skúli, sum ynskir øllum, og ikki minst okkara børn­um, eitt gott val. Veljið skúlastýri BankNordik sigur 14 fólkum úr starvi UPPSAGNIR BankNordik sigur átta fólkum í Føroyum og seks í Danmark úr starvi Skógfriðingin forð­ar ikki fyri at loysa parker­ ingina í Hoydølum