Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Tað er ongin vandi fyri, at føroysk flaggi endar aftur á gráa lista av hesi orsøk. Tað staðfestir Tommy Peter­sen, stjóri í Sjó­vinnu­ stýri­num, sum eisini umsitur FAS. Hann ivast ikki í, at formaðurin í Maskin­ meistara­felagnum og FAS eru líka eymir um hvíta flaggi og hava sama áhugamál í at varð­veita føroyska flaggið á hvíta­lista. Men Tommy Petersen sær ongan vanda í, at enda á gráa lista fyri tað um ávís skip, sum eru eldri enn 20 ár, sleppa upp í FAS, so leingi umsóknirnar um undan­tøk verða umsitin so var­liga og nágreiniliga, sum tey verða og sum politiski myndug­ leikin vil hava. Strangast í verðini Tommy Petersen sigur, at tað var FAS, sum tók stig til at fáa politiska myndugleikan at áseta aldursmark fyri, hvus­su gomul skip kunnu sleppa upp í FAS. - Eg veit ikki um nakra aðra skipaskráseting, sum hev­ur heimild at nokta at taka skip upp og í so máta hava vit ógvuliga strangar regl­ar, sigur Tommy Peter­ sen. Hinvegin heldur hann eisini, at tað er rætt at hava eitt undantak. Politiski myndugleikin vildi hava undantaksloyvi í FAS fyri at loyva føroyskum feløg­um, sum vildu endur­ nýggja flotan, uttan tó at keypa nýggj skip, upp í FAS. - Men politiski myndug­ leikin vildi eisini, at tað skuldi bera til at fáa eldri skip í FAS, um so var, at tað yng­di flotan. Tað var eisini eitt politiskt ynski um, at felag, sum eru í eini tilgongd, har flotin verð­ ur endurnýggjaður, skulu sleppa upp í FAS, hóast tey eisi­ni hava eldri skip. Tommy Petersen tek­ur undir við hesum undan­tøk­ um og hann leggur dent á, at undantaksregulin verður um­sitin við størsta varsemi. Skip, sum eru ofta kannað og afturhildin, og sum sostatt hevur eina vánaliga søgu, sleppa ikki upp í FAS, legg­ur hann afturat. Hann sigur, at á FAS eru tey fullgreið yvir, hvussu stóran týdning, tað hevur at varð­veita FAS á høgum støði. - Vit eru eitt lítið flagg við fáum skipum, og hvørja ferð, eitt av okkara skipum verð­ur afturhildið, telur tað lút­fals­ liga nógv meiri enn tað ger, tá ið eitt skip úr einum stórum landi, verður afturhildið. - Tí brúka vit nógva tíð upp á at tosa við reiðarar um ábøt­ur og tað kemur eisini fyri, at vit áleggja reiðarum at gera ábøtur og enntá hava vit lagt skip, sigur Tommy Peter­sen. Áki Bertholdsen - Hetta er typiskt føroyskt lógarsmíð. Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, stúrir fyri, at føroyska flagg­ ið enn einaferð fer at enda á gráa listanum á altjóða felags­skapinum, Paris Mou, sum hevur eftirlit við skip­ um. Liturin á flagginum hev­ur stóran týdning fyri flotan, tí tað er ikki so strangt eftirlit við skip­ um úr londum við hvítum flaggi, sum tað er við skip­ um úr londum við gráum ella svørtum flaggi. Tí varð lógin um FAS broytt, so at skip, sum eru eldri enn 20 ár skuldi ikki sleppa í skipania. Kortini skuldi bera til at gera undantøk. Og tað er nettupp tað, sum nú hendir, sig­ur for­ mað­urin í Maskin­meistara­ felag­num. Hann sipar til, at nú er 34 ára gamli Lómur nú er skrá­ settur í FAS. - Eg veit ikki, hví Lómur fær undantaksloyvi, men eg haldi, at hetta er ein vanda­ mikil kós. Páll Hansen stúrir fyri, at hetta verður ein glíði­ breyt, sum fer at elva til, at vit enda aftur á gráa lista hjá Paris Mou, áðrenn vit vita av við teimum tvør­lig­ heitum, tað førir við sær av øktu­m eftirliti, at skip verða aftur­hildin og seinkingum. Hann heldur, at hetta er typ­iskt, føroyskt lógarsmíð, vit vit ikki megna at halda fast við lógina, men fara at gjara út við undan­taks­loys­ um. - Tað skulu ongi frávik ger­a­st í FAS, so einfalt er tað, sigur Páll Hansen. Afturhildin hvørt ár Tað vanliga hevur verið, at føroysk skip hava verið aftur­hildin í ymsum havn­ um hvørt tað einasta ár, segði gamli stjórin á Skipa­ eftir­litinum, Vil­hjálm­ur Gregoriussen, við Mið & Magn nakað síðani. – Tað er ymiskt, hvus­su leingi skip verða aftur­hild­ in, men tey sleppa so ikki at loysa aftur, fyrrenn viður­ skiftini, sum eru orsøkin til, at skipið er afturhildið, eru rætt­að. - Tað kann vera alt frá ein­um degi, til nakrar dagar, men í allarringasta føri hava skip verið afturhildin mán­ að­ir. Gamli stjórin í Skipa­ eftir­litinum segði, at hetta kos­t­ar sjálvandi bæði tíð og pengar, og tí er tað stak óhepp­ið fyri skipsraksturin. Sjálvur staðfesti hann, at tað hevur stóran týdning, at føroyski flotin eru á hvíta­ lista. – Bara skip, sum eru skrá­sett undir einum flaggi á hvítalista hava møguleika at koma í „low risk“ bólkin og tey eru ikki so oftani fyri eftirliti, sum hini. Tað kun­nu ganga heilt upp í trý ár ímillum, at „low risk“ skip verða kannað, tá ið tey koma í havn. Hinvegin kunnu „high risk“ skip vænta at verða kann­að hálva hvørt ár. – Tað er rætti­liga tíðarkrevjandi at fáa eftirlitið umborð, fyri ikki at tala um, vissi øll viður­skif­ti ikki eru í lagi og skip­ið verður afturhildið. Stjórin á Skipa­eftir­liti­ num sigur eisini, at skip við hvítum flaggi hava uttan iva størri marknaðarvirði í sambandi við sølu ella chart­ur enn onnur skip. – Tað nýggjasta, vit síggja, er, at trygg­ing­ar­feløg­ ini eisini eru farin at áseta gjøld­ini eftir hvørjum lista skip­ini á, segði Vilhjálmur Gregoriussen. Skjótt verður føroyska flaggið aftur grátt Ongin vandi fyri flagginum Í so máta hava vit ógvuliga strangar reglar Hetta er ein vandamikil kós Stúra Tað skulu ongi undantøk gerast, so einfalt er tað, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum FAS Tað, sum nú er við at henda, er typiskt fyri føroyingar, heldur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum