Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinastu tíðina hava vit hoyrt um fleiri góðar línu­ túr­ar, bæði eystan fyri á djúp­um vatni, har skipini ser­liga hava fingið longu og brosmu, innari á grynri vatn, har mest hevur verið av toski og hýsu – og eisini á Ryggi­ num, har skipini eitt nú hava fing­ið tosk, svartkalva og blá­longu. Línumenn fegnast um, at veið­an er batnað munandi, og teir vóna, at gongdin fer at halda fram. - Vit hava í seinastuni sæð fleiri landingar, har skip hava gjørt góðar túrar, og eisini í hesi viku verða eisini land­ ing­ar, har línuskip hava upp ímóti 150.000 pundum, sum er rættiliga góð línuveiða í før­oyskum sjógvi. Norðmenn burtur Hvør er so orsøkin til, at línu­ veið­an í føroyskum sjógvi aft­ur er farin at roynast? - Í fyrsta lagi er líkt til, at um­støður­nar hjá fiskinum sum heild eru betri, og í aðrar mátar er ikki óhugsandi, at tað hevur havt sín týdning, at eingin norsk línuveiða hev­ur verið í føroyskum sjóg­vi seinastu tvey árini, tí eing­in fiskiveiðisáttmáli er land­anna millum. Reiðari, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at iva­leyst vil onkur siga, at norð­menn hava havt lítla línu­veiði í føroyskum sjógvi sein­nu árini, tí Barrentshavið hev­ur givið so nógv. - Nakað kann vera um tað, men kortini skerst ikki burt­ur, at minkandi norska roynd­in á djúpum vatni und­ ir Føroyum hevur havt po­si­ tiva ávirkan á eitt nú brosmu og longustovnin. Positiva ávirkan Lagt verður aftrat, at tá norska línuveiðan undir Før­ oy­um var størst, vóru fleiri norsk­ir línubátar á djúpum vat­ni undir Føroyum. - Vit ivast onga løtu í, at tað hevur havt sín týdn­ ing fyri eitt nú brosmu-og longustovnin undir Før­oy­ um, at norskir línubátar ikki fiska her ongur. Reiðarin vísir á, at fyri føroyska línuveiði og línu­ skipa­flotan er tað bara posi­ tivt, at Føroyar og Noreg on­ga sínámillum fiski­veiði­ av­talu hava. Vilmund Jacobsen Á Fiskamarknaði Føroya væn­ta tey, at eini fýra ella fimm línuskip fara at landa í dag. Tvey av skipunum hava fiskað tosk og hýsu, tvey hava brosmu og longu, og eitt skip hevur verið á Rygginum og hevur tosk, svartkalva og blá­longu. - Seinni í vikuni koma eisini línuskip inn at landa, sum hava fiskað brosmu og longu undir Føroyum, og tvey koma undan Íslandi, eisini við brosmu, longu og nak­að av toski. Fiskamarknaðurin veit at siga, at eitt línuskip kemur inn at landa síðst í hesi viku­ ni við tosk og hýsu, og enn eitt línuskip kemur helst við blá­longu og svartkalva. Roknað verður ikki við nøkr­um serligum út­róðri hesa vikuna, tí streym­við­ ur­skiftini eru einki serlig, og út­litini til veður eru tað ei held­ur. Kemur kortini nakar út­róðra­r­fiskur upp á land, verð­ur tað helst toskur og hýsa. Lítil trolveiða Tað eru bara tveir djúp­vatn­s­ trol­arar til fiskiskap í løtuni. Teir fiska mest upsa, men veið­an er smálig. Skipini koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni. - Væntandi er, at onkur av djúp­vatnstrolarunum, sum eru inni í løtuni, fara útaftur í hesi vikuni. Flestu partrolarar eru á upsaveiði, men eisini hjá teim­um er fiskiskapurin smá­ligur. Skipini koma inn, sum vik­an gongur. Um teir smáu trolararnar, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at ein trolbátur er á Skeivabanka og fær eina bland­ing av toski, upsa, longu, hvítingi og nakað av hav­tasku. Tveir partrola eftir upsa. - Væntandi koma trol­bát­ ar­nir inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Svartkalvi og havtaska At enda verður sagt, at trý garna­skip eru til fiskiskap. Ein fiskar svartkalva eystan fyri og landar í dag. Ein ann­ ar fiskar havtasku og land­ar væntandi miðskeiðis í viku­ ni. - Triðja garnaskipið fisk­ar svartkalva og frystir veiði­ na umborð, sigur Fiska­ mark­nað­ur Føroya í sínum meting­um fyri hesa vikuna. Fleiri línuskip landa hesa vikuna Gjøgnum alla hesa vikuna koma línuskip inn at landa, og tey hava roynt ymsastaðni, eins og fiskasløgini eru rættiliga blandað. Hjá trolarunum roynist veiðan einki serlig í løtuni Positiv ávirkan at norskir línubátar eru burtur Seinastu tíðina hava línuskip havt góða veiði og menn, sum sigla við hesum skipum, hava tjent væl. Ein orsøk til, at veiðan er við at taka seg uppaftur - ikki minst á djúpum vatni - kann vera, at norskir línubátar ikki longur sleppa at fiska í føroyskum sjógvi veiðan hjá djúpvatns­ trolarum og partrolarum er smálig Sambært metingini hjá Fiskamarknaði Føroya landa fleiri línuskip hesa vikuna Mynd: Vilmund Jacobsen - Fyri føroyska línuveiði og línuskipaflotan er tað bara positivt, at Føroyar og Noreg onga sínámillum fiskiveiðiavtalu hava, sigur føroyskur línuskipareiðari. Myndin av línuskipinum Kambi er tilvildarliga vald