Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rás2 helt leygar­ kvøld í Klaksvík Leygarkvøldið sendi Rás2 nýggja live-sending úr Klaksvík. Á skránni var millum annað livandi tónleikur, list og samrøður Leygarkvøldið sendi Rás2 nýggja live-sending úr Klaks­vík. Sent var úr byg­n­ ing­inum hjá Eik, sum liggur mitt í býnum, og fólk vóru boð­in at verða hjástødd, með­a­n sendingin varð send. Í sendingini vóru sam­ røð­ur, livandi tónleikur, og ein listarframsýning var eisi­n­i í hølunum undir send­ ing­ini. Livar Nysted, sum nógv kenna sum ævintýrara á sjón­um, hevur í nógv eisini ver­ið listarmaður, og hann sýndi fram málningar. - Eg havi teknað alt tað, eg kann minnast, og tá eg bleiv eldri, so fór eg at mála eisini. Rógvingin hinvegin kom nógv seinni. Haldi, at eg var blivin eini 30 ár, tá eg byrj­aði at rógva. Og eg haldi ikki, at tað sæst so væl aftur í listini hjá mær, at eg havi róð ein langan tein um eitt hav, segði Livar Nysted. Hann segði, at hann fyri­ reikar seg til nýggja hav­ rógv­ing tíðliga í komandi ári. Tal­an er um kapp­rógv­ ing í Suður­atlants­havni­ num. Jógvan úr Íslandi Í sambandi við sendingina var Jógvan Hansen kom heim úr Íslandi. Hann spæl­ di nakrar sangir í send­ ingini saman við íslendska tón­leikara­num Vignir Snær Vig­fús­son. Prátað var eisini við Jógvan Hansen um lívið sum poppsangari í Ís­landi, og Jógvan greiddi frá onkr­ um stuttligum hend­ing­um, sum honum hevði verið fyri sum tónleikari. Jógvan greiddi frá, at ein tann pínligasta fram­ førslan, hann hevði havt, var í íslendskum sjónvarpi, hann spældi saman við Ei­vør Pálsdóttir. Hann skul­di spæla violin til sang­in Súrligar nætur í Keypmannahavn, og tríggj­ar minuttir áðrenn hann skuldi spæla, brotn­ aði brúgvin á violini. Hetta gjørdi, at tað var vón­leyst at fáa violinina at stemma ordi­ liga, og tað hoyrdist aft­ur á spæli­num hjá Jógvani í sjón­ varps­send­ingini. Sjálvboðið arbeiði er gevandi Kristoffur Ragnarsson, sum seinastu 10 árini hev­ur verið formaður í hond­bólts­felag­ num Stjørn­u­ni, greiddi frá, hvussu tað er at standa á odda fyri einum ítróttar­ felag. - Tað kann verða ógvu­ liga strævið við hvørt, men tað er eisini sera gevandi at verða við í einum felags­ skapi, segði Kristoffur Rag­ n­ars­son. Ungi tónleikarin Danny Baldurs­son spældi tveir sangir live í sendingini, og kvøldið endaði við, at óvænt­aðir gestir komu á gátt. Tað vóru donsku tón­ leik­ar­arnir Sussi & Leo, sum spældu í Føroyum um viku­ skiftið. Rannvá Gaard Fossaberg tosa við Livar Nysted um rógving og list Nógv fólk var møtt til sendingina, sum varð send úr Eik