Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Sambandsflokkurin legði í morgun valskrá sína til bý­ ráðsvalið fram, og ætlan­inar eru nógvar. Høvuðsøkini eru ein trygg­ur búskapur, at menna væl­ferðina og trivnaðin og at fremja økismenning í komm­ ununi. Flokkurin hevur nú í tvey valskeið sitið í andstøðu, og hann fer tí at gera alt fyri at gerast partur at einari komandi samgongu. – Vit vóna sjálvandi at fáa fleiri umboð vald í býráðið, og vit fara at leggja doyðin á at koma í samgongu, sigur Anfinn Brekkstein. Sa m ba n d s f l o k ku r i n hevur havt so mikið sum fýra býráðslimir í Havn, men teir hava seinasta valskeiðið bert havt hin eina. – Tað vóru nakrar hend­ ingar, sum fóru fram, ið gjørdu, at vit mistu veljarar, og bert fingu tað eina um­ boðið við síðsta val. Vónandi koma vit upp á eitt størri tal við hetta valið, sigur Anfinn Brekkstein. Tað skal gerast fíggjarliga lættari at vera borgari í Tórs­ havnar kommunu, fær Sam­ bandsflokkurin makt sum hann hevur akt. – Vit ætla at seta skatta­ prosentið niður við einum pro­senti, og har til skal barna­frádrátturin hækka við 2.500 krónum longu í 2013, sigur Anfinn Brekkstein. Peika á Heðin Býráðslimurin hjá Sam­ bands­flokkinum heldur, at kommunan hevur tað gott sum so, men at skattatrýstið er ov høgt. – Kommunan tolir væl at lækka skattatrýstið við einum prosenti, og ein hækkan av barnafrádráttinum kemur væl við hjá barnafamiljunum, sigur Anfinn Brekkstein. Hann er heldur ikki bang­ in fyri at peika á ein komandi borgarstjóra. - Vit kunnu samstarva við øll, men tað er eingin loyna, at sitandi borgarstjóri er eitt gott boð, sigur Anfinn Brekkstein. Men helst er neyðugt, at flokkurin fær í minsta lagi eitt umboð aftrat í býráðið, fyri at fáa ávirkan, og tað kann gerast trupult við tað, at enn fleiri flokkar eru at velja ímillum. So er spurningurin bara, um vallyftini kunnu lokka fólk til Sambandsflokkin til valið 13. november. Heðin er eitt gott boð - Vit kunnu samstarva við øll, men tað er eingin loyna, at Heðin Mortensen er eitt gott boð, sigur Annfinn Brekkstein, tá hann verður biðin um at peika á ein komandi borgarstjóra Anfinn Brekkstein vónar, at Sambandsflokkurin fær fleiri umboð í býráðið við komandi valið Mynd: Álvur Haraldsen Kjak Skulu Kvívíkar og Vestmanna kommunur koma upp í Tórshavnar kommunu? Størri og fólkaríkari ein komm­una er, sterkari er hon, bæði fíggjarliga og á annan hátt. Kvívíkar komm­ una hevur næstan altíð verið fígggjarliga væl fyri. Skattaprosentið hevur van­ liga ligið lægri enn í Tórs­ havnar kommunu, uttan síðstu árini, aftan á teir bygdu nýggjan barna­garð og vøggustovu fyri nógvar milliónir, bert fá ár framm­ an­undan høvdu teir vaksið og vælt um barnaskúlan fyri millum 15 og 20 milli­ónir krónur. Vestmanna komm­ una hevur verið fíggjarliga verri fyri, men er við at koma fyri seg. Nú, tá Kollafjørður fór upp í Tórshavnar kommunu, er besta loysnini fyri bæði Kvívíkar og Vestmanna komm­unu eisini at fara sam­ an við Havnini. Onkur hevur nevnt, at hetta vil gerast ov kostnaðar­ mikið fyri Tórshavnar komm­unu; t. d. um Kvívík og Vest­manna eisini skulu hava ókeypis bussleið; men hetta man ikki kosta so nógv meira enn nú. Frá kommunu­ markinum (ella Effostøðini) til Leynar-Kvívíkar tekur 5-10 minuttir at koyra og til Vestmanna 15-20 minuttir. Nýtast skulu 2-3 bussar aftur at teimum núverandi. Longri strekki ein koyrir, minni verður brúkt av brennievni fyri hvønn km, og túratalið ikki so nógv sum í Havn. Fyri nøkrum árum síðani vóru nógv fólk í Tórs­havnar kommunu ikki ser­liga hugaði at víðka um komm­un­una og taka tær smærru komm­ un­urnar upp í Tórshavnar kommunu, men úrslitið er blivið nógv betri, enn roknað varð við. Sama vil henda, um Kvívík og Vestmanna kommuna koma saman við Tórshavnar kommunu. Størri og fólkaríkari ein kommuna er, sterkari verður hon á allan hátt. Jens Pauli í Dali