mánadagur 29. oktober 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Nær verður nýggja atlasið,
sum hevur verið ávegis sein
astu tvey árini, givið út?
– Eftir hvørjum málsligum
reglum verður stavsetingin í
atlasinum skipað?
– Kann landsstýrismaður
in tryggja, at alment goldna
atlasið fer at verða kjølfest í
stavseting, sum er í samsvari
við fakligu landfrøði-vísind
ina og fólksligu hugsanina?
– Kann landsstýrismað
urin
tryggja,
at
vanliga
latínska alfabetið verður løg
gilt, soleiðis sum Mentanar
nevndin, Løgtingið og Mál
nevndin í farna valskeiði
mæltu til?
Hesa fýra spurningarnar
vil Bjarni Djurholm, løg
tingsmaður, hava menta
málaráðharran at greiða fyri
løgtinginum.
Í viðmerkingum til fyri
spurningin vísir Bjarni Djur
holm á, at eitt føroyskt Atlas
er í gerð.
– Seinasta atlasið hevði
við sær stórt split, tí landa
nøvn vórðu stavað á ein
spildurnýggjan og mangan
løgnan hátt, sum onga hevd
hevði í føroyskum. Skúla
bókagrunnurin gekk undan
í politikkinum. Atlasið, sum
skuldi vera gluggin út í
heim hjá leikum og lærdum,
gjørdist á mangan hátt ein
trongi fyri vitan og lærdóm,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur víðari, at í
reinskanini vóru staðarnøvn
broytt, og onnur mistu sín
upprunatýdning. Sicilia æt
nú Sikiloy, Scillyoyggjarnar
-
Sillingaroyggjar,
Chile
- Kili, New Zealand - Ný
sæland, Zaire – Sair, Zim
babwe - Simbabvi, Cape
Town - Høvdastaður, Cape
Verde - Grønhøvdaoyggjar.
Ja, dømini vóru ótald. Somu
leiðis
gjørdist
Danmark
til Danmørk, Hebridurnar
- Suðuroyggjar, Bornholm -
Burgundarhólmur, Sjælland
- Sæland, Thailand - Teiland
o.s.fr.
– Aðrar málsligar grund
reglur vóru eisini broyttar.
Hálvoyggj
bleiv
til
nes,
hóast heitini í landafrøðiligu
terminilogiini
umboða
hvør sítt. Vit hava Eystnes,
Tinganes, Kjalnes, Lindesnes
o.s.fr.. Men so fingu vit
nýyrðini Kolanesið (á stødd
við
Ísland?!),
Koreanesið
(útvið ¼ mió. km2 til víddar)
fyri ikki at gloyma Arabiska
hálvoyggin,
nú
kallað
Arábianesið (3 mió. km2),
sigur Bjarni Djurholm.
Tingmaðurin vísir eisini á,
at harafturat er a skift út við
á, o við ó, y við ý og u við v.
So nú eitur tað Ásia, Arábia,
Róm,
Kýpros,
Jerúsalem,
Makedónia, Avstralia o.s.fr.?
–
Spurningurin
um
hesi skifti hava nakað við
íslendska stavseting at gera, tí
Vestmannaoyggjarnar verða
stavaðar
Vestmannaeyar
í atlasinum? Og miðlarnir
eru farnir uppaftur longri.
Har verður nú vanliga sagt,
at okkurt er áfatt í Spaniu,
Albaniu,
Australiu
o.s.fr.
Tað eitur Spania, Albania,
Australia.
Hvør
er
tann
logiska frágreiðingin?
Bjarni Djurholm sigur, at
øll hesi konstrueraði nýyrði,
frá gerandishugtøkum til
staðarnøvn, har upprunin
tykist at vera at sleppa
av við partar av latínska
alfabetinum, tarna smidligari
innlæring, eru ein fótongul
í leitingini á alnetinum og
forðan fyri optimalari fatan
av tíðindum, sum áhaldandi
floyma úr alheiminum um
vegis elektronisku miðlar
nar.
– Ein grundregla hjá teim
um, sum gjørdu atlasið, var,
at ávísir latínskir bókstavir,
sum nýttir verða í øllum
tí
indoeuropeiska
heim
inum, skuldu útihýsast, tá
landanøvn
verða
skrivað
á føroyskum. Kortini kom
ongantíð nøkur frágreiðing
uppá, hví henda regla skuldi
vera galdandi. – Heldur ikki
hví hon ikki var konsekvent.
Mong býarnøvn blivu t.d.
stavað sum vanligt. Tað
er heldur ongantíð komin
nøkur
málvísindalig
frá
greiðing uppá, hví ávísir
bókstavir ikki kundu nýtast
til landanøvn. Tað einasta,
fólk hava fingið at vita, er,
at C, X, W, Q og Z, sambært
ávísum persónum, sum hava
vald á hesum øki, av onkrari
orsøk eru »óføroyskir« ella
»útlendskir« bókstavir, sigur
Bjarni Djurholm, sum sigur,
at hvat henda løgna hugsan
byggir á, er ongantíð komið
fram.
Hann vísir á, at tilgongdin
við stavraðnum, har C, X, W,
Q og Z eru lúkaðir burtur,
hevur
eisini
sett
fleiri
lærugreinar í eina andsøgn.
T.d. er burturav mest brúkti
bókstavurin í støddfrøðini,
stavurin X, burturbeindur.
Sama er galdandi fyri hinar
stavirnar, sum eru stuðlar
undir ótaldum formlum í eitt
nú alis- og evnafrøðini.
–
Í
gerandismálinum
finna vit C í c-vitaminum,
calcium, lista C, c-dur, cif,
.com, Celsius, á talvborðinum
t.d. C4, cm, cl, cacao og í ótal
av øðrum orðum. Einki at
siga til, at børn eru ørkymlað,
tá tey í føðingardøgum nú
drekka kaka, og kaka verður
serverað afturvið, heldur løg
tingsmaðurin.
Hann sigur víðari, at W
eisini er allastaðni - t.d. wc,
www., watt, WHO, WTO,
Wien, wisky, Windows o.s.fr.
– Eisini eru aldargomul
fólkanøvn
trokað
út
í
myrkrið. Nøvn sum Christ
ina, Victor, William, Zakarias
o.o. hava livað í eini oyði
markargongd
farnu
tvey
áratíggini. Somuleiðis kunnu
eftirnøvnini
Breckmann,
Carlsen, Christiansen, Cle
mentsen, Jacobsen, Michel
sen, Niclasen, Wang, Wardum,
Weihe, Wilhelmsen, Winther,
Zachariassen, Ziska og mong
onnur kenna seg uttan fyri
góða alfabetiska selskapið.
Hann vísir á, at løgtingið
viðgjørdi í 2009 spurningin
um alfabetið – júst við støði í
tí ruðulleika, sum tað skerda
alfabetið hevur við sær. Ikki
bara innan landanøvn, men
eisini á øðrum økjum.
– Undir orðaskiftunum a
tingi gjørdist greitt, at stórur
meiriluti var fyri, at okkara
alfabet skal hýsa teimum
bókstavum, sum tørvur er á –
altso eisini teimum útihýstu.
Eisini var tikið fram, at
- skerda alfabetið diskrimi
nerar fólk við gomlum
føroyskum nøvnum sum
t.d. Zachariassen, Ziska
og Christiansen,
- tað er høpisleyst at úti
hýsa
bókstavum,
sum
verða nýttir dag og dagliga
í skúlanum, innan mong
fak og annars í vanligari
dagligari málnýtslu
- at eingin er farin at
siga AÁBD í staðin fyri
ABC, sum jú hevur sama
týdning sum 1,2,3 í øllum
indoeuropeiska heiminum
- eisini í Føroyum
Mentanarnevndin gav eisini
greitt til kennar hesa somu
hugsan, og hevði í sínum
áliti eitt tilmæli til komandi
Málráðið um at gera greitt,
at vanliga latínska alfabeti í
fullum líki skal vera galdandi
í Føroyum. Spurningurin
var síðani tikin upp í Mál
nevndini, sum einmælt mælti
til tað sama.
Ein Gallup kanning var
eisini gjørd, sum vísti, at
ein
greiður
meiriluti
av
fólkinum vil hava, at okkara
almenna alfabet skal vera
eitt fult alfabet – og ikki eitt
amputerað alfabet.
– Nú verður eitt nýtt, stórt
heimsatlas gjørt. Tað kann
ikki góðtakast, um nýggja
atlasið kemur við somu
løgnu
stavsetingum.
Tað
hevði tí komið væl við, um
landsstýrismaðurin í menta
málum kundi tryggja, at
stavsetingin verður normali
serað, so endi kann fáast á
ruðulleikanum, sum fyrra
atlasið hevði við sær.
– Hetta er eitt alment
verk, rindað fyri almennar
pengar, og tí ber ikki til, at
eitt
avmarkandi
málsligt
hugskot, sum hvørki hevur
stuðul í málvísindini, polit
iska myndugleikanum ella
fólksligari hugsan, skal stýra
nøkrum so týdningarmiklum
sum, hvussu londini verða
stavsett, sigur Bjarni Djur
holm.
Vil hava greiðu á stavseting
í nýggjum atlasi
STAVSETING Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum
skrivligan fyrispurning um stavsetingina í nýggja atlasinum, sum Nám fer at geva út í næstum
Bjarni Djurholm