Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna hevur verið í støðugari menning seinnu árini. Hetta er sjálvandi nakað vit, allir borgarar eru sera fegnir um. Tað er tann kostn­að­ urin hendan menningin hevur havt við sær fyri einstaka borgarin, sum eg í hesum lesara­bræv­ inum vil seta á breddan. Hyggja vit eftir, hvussu menningin av býnum er framd, síggja vit, at hon er fíggjað við lántøku. Seinastu trý árini er skuldin hjá Tórshavnar kommunu vaksin. Við øðrum orð­ um hava vit livað yvir evni við sitandi meirluta í býráðnum. Hetta letur seg gera í styttri tíðar­ skeið, men nú mugu vit steðga gongdini, áðrenn rentubyrðan verður ov tung at bera til stóra skaða fyri tænastustøðið hjá kommununi. Gongdin, sum sitandi býráð hevur fylgt, er ikki ein varandi loysn, hvørki fyri kommununa og ei minni fyri okkum borgarar, sum í seinasta enda skulu rinda fyri, at skuldin verður aftur­ goldin. Tískil má gongdin steðga og tað vil eg, sum títt álit í býráðnum, ar­ beiða fyri. Tað er av alstór­um týðningi, at tænastu­ støð­ið í kommununi ikki versnar. Sum býráðs­lim­ ur vil eg arbeiða fyri, at vit aftur fara at føra tann ábyrgdarfulla fíggj­arpolitikk, ið Sam­ bandsflokkurin altíð hevur verið garantur fyri í Tórshavnar komm­ unu. Hetta vil føra til, at vit sleppa undan at nýta skattakrónur til rentur, men hevði ver­ ið betri nýttar til at bøta um ymsastaðni í kommununi. At taka ábyrgd av fíggjar­ stýringini í Tórshavn kommunuval 2012 Høgni Mikkelsen Valevni Sambands­ floksins til Tórshavnar Býráð Livandi og skapandi barna- og ungdómshús Framtíðin krevur av okkum - um vit skulu verða verandi á hesum oyggjum - at vit menna okkara nýhugsni og kreativitiet, soleiðis, at vit hava møguleikar at skapa okk­um nýggjar vinnur, eftir­ sum umstøður og samfelag broytast. Hetta krevur, at vit hava borgarar, sum hava ment síni kreativu evnir. Uppgávan liggur í at skapa eitt umhvørvi, har tónleikur, list og aðrir úttryksformar koma til sín rætt og fái loyvi at mennast Skapandi virksemi fær ikki stóra rúmd í fólkaskúlanum, m.a. orsakað av sparingum og øðrum raðfestingum. Tí skal kommunan traðka til við hesum tilboði. Við Marga­ ringfabrikkini í Tórsgøtu hava vit eitt frálíkt tilboð til børn og ung eftir skúlatíð, har tey undir tryggum umstøðum kunnu royna seg á ymsan hátt, ella bara vera saman við øðrum. Eg vil arbeiða fyri, at líkandi barna- og ung­dóms­ hús verða sett á stovn í nær­umhvørvinum, t.d úti á Argjum, í Hoyvík og í Kolla­ firði. Hesi hús kunnu verða brúkt fyrrapartar sum verk­ stovur hjá dagstovnum í økinum. Verkstovur, har lista­málarir, tónleikarir, sjón­leikarir, myndafólk og onnur kunnu arbeiða saman við børnunum og harvið vísa børnum á fjølbroytni og møgu­leikar at skapa og útrykkja seg. Fólkini, til at skipa fyri hesum virksemi, eru longu í kommununi, tey mangla bara karmarnar. Kundi tú hugsað tær eitt livandi og skapandi barna- og ungdómsvirksemi í Tórs­ havnar Kommunu, so setir tú kross við Elin á lista E. Elin N. W. Tausen www.elin-nwt.tk Barnakekkurin vil koma væl við og gera undurverk Rúni Sundberg Patursson valevni á listanum hjá Framsókn Samstundis sum Framsókn herfyri alment boðaði frá, at flokkurin fór at stilla upp til býráðsvalið í Tórshavn, boðaði hann eisini frá, at ein barnakekkur/stuðul upp­á 1% av skattainntøkuni svar­ andi til 28 mill skuldi lætast sum kekkur ella stuð­ul til barnafamiljurnar í komm­ un­uni. Hetta vil geva hvørjum barni í kommununi undir 18 ár kr. 11.500,- um ári. Okkara borgarstjóri Heðin Mortensen var beinanvegin klárur við viðmerking. Við sera sterkum orðum helt hann uppskotið at vera ábyrgd­ar­leyst, og mint á at talan var um 63 mill krónur, og at hetta kundi hótta komm­un­una fíggjarliga. Eitt er so tað at borgar­ stjórin í sínum grund­gev­ ingum – VIÐ VILJA - roknar 35 mill skeivt. Uppsotið hjá Framsókn kostar 28 mill og ikki 63 mill. Hitt er so tað at Heðin ikki letst vita hvussu trongdar barnafamiljurnar í Tórshavnar Kommunu eru og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri býin. Barnatali minkar, familjur flyta úr kommununi og í ring­asta føri av landinum. Ein gongd, sum vit øll kenna, ræðast og tí taka í ramasta álvara. So kom mótspæli frá Heðin: ½ skattaprocent til barnafamiljurnar!! Út frá tí, sum eg havi lisið so eru øll í býráðnum nøgd nú. Tað eru vit í Framsókn ikki – tí vit eru sannførd um, at ein fíggjarligur styrkur áljóðandi kr. 11.500,- til øll børn undir 18 ár vil koma familjunum so væl við, at hetta kann venda skeivu gongdini. Framsókn vil tí halda fast um, at barnafrádrátturin í Tórshavnar Kommunu skal hækkast upp í kr. 11.500,- pr barn undir 18 ár. Við hes­ um fáa barnafamiljurnar fíggjarligt frælsi, hetta kann gera undurverk. Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður. Ein Kommuna fyri øll! Enn eri eg ungur og enn í góðum lag Tey ungu eru tað dýrabarasta vit hava, men tað tykist ikki at vera ein sjálvfylgja longur, at tey støðast og skapa sær eina framtíð í Føroyum. Í dag kappast vit við allan heimin um tey ungu. Útbúgving Tey ungu velja í nógv størri mun eina longri útbúgving og eina meira avbjóðandi yrkis­ leið. Alsamt fleiri velja eina tilveru, har tey kunnu flyta seg skjótt, bæði yrkisliga og bústaðarliga. Tey vilja fegin búgva í høvuðsstaðnum og kunna gagnnýta tey fjøl­ broyttu tilboðini, ið her eru. Eru tilboðini og umstøð­ur­nar ikki nøktandi, velja fleiri teirra eina framtíð uttan­lands. Hvat skal til Havnin skal hava fleiri og betri útbúgvingartilboð og arbeiðs­møgu­leikar. Fleiri og bíligari lestrar- og leigu­ íbúðir. Upp­livingar, ítrivs- og listar­mentanin má styrkj­ ast. Ung­dóms­hús við al­ skins mennandi tilboð­um má víðkast, og tær ítróttar­ grein­ar, sum ikki hava bestu sømdir, skulu stuðlast. Neyðugt er at broyta viður­skiftini soleiðis, at tey, sum vilja koma heimaftur eftir loknan lesnað, kunnu fáa eina inntøku, meðan tey leita sær eftir arbeiði. Gera vit onki við hesi viðurskiftið, kann tað fáa óhepnar av­ leiðingar í framtíðini, og vit missa stórsta partin av vællærdu fólkunum í góðum aldri. Avbjóðingin er stór, og vit eiga at gera nakað nú Latið okkum hyggja at, hvussu tey ungu trívast og menn­ast. Tey ungu skulu koma til orðanna, har vit lurta eftir góðum ráðum og viðurkenna trupulleikarnar. Neyðugt er at stovna eitt ung­dómsráð, sum ráðgevur býráðnum um øll viðurskifti, sum hava ávirkan á tey ungu í Havn. Ein tann besta íløgan, ið Tórshavnar kommuna kann gera, er at styrkja ung­dóms­ mentanina og umstøðurnar hjá teimum ungu at mennast. Vinna vit kappingina um tey ungu og fáa tey at trívast og støðast her, sær framtíðin bjartari út fyri Havnina. Rógvi á Rógvu Valevni hjá Tjóðveldi