mánadagur 29. oktober 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Sakin sambært Sunnevu:
Fountain House skal
kveikjast kommunalt
Sunneva Háberg Eysturstein
Framsókn
At arbeiða og vera virkin
samfelagsborgari
gevur
menniskjum eina sterka sam
leikakenslu, men eftir longri
tíð við sálarligari sjúku kann
tað vera torført at venda
aftur til arbeiði ella lesnað.
Mann hevur isolerað seg frá
umheiminum, og sjálvsálitið
er í botni. Í Havn hava vit
tíverri nógv medmenniskju,
sum eru illa fyri á henda
hátt. Tey ferðast millum
psykiatrisku deildirnar og
aðrar viðgerðarstovnar og
blíva ofta koyrd út aftur í
samfelagið, uttan at vera før
fyri at fóta sær í tí.
Menniskjaliga er hetta ein
vanlukka, tí at hesi menn
iskju hava tað svárt, og tí
tey ikki sleppa at kenna,
at tey fáa brúkt síni evni á
ein nóg góðan og gevandi
hátt. Samfelagsliga er at
gerðarloysið skilaleyst. Eitt er,
at nógv fólk fáa peningaliga
hjálp frá landinum, uttan at
fáa møguleika at aktiverast
og geva nakað aftur. Tað er
hvørki sunt ella gevandi.
Annað er, at land og býur
slett ikki fáa ágóðan av øllum
teimum virðum, hesi fólk
saktans kundu skapt, høvdu
vit bert rætt teimum eina
lítla hjálpandi hond.
Vit mangla liðið millum
deildirnar/viðgerðar-stovn-
arnar og samfelagið, sum
loftar illa støddum persónum,
og sum við ráðgeving og
vegleiðing hjálpir teimum at
fáa ein virknan leiklut aftur
í samfelagnum.
Frá sjúku til megi
og møguleikar
Eitt Fountain House kann
verða loysnin, sum gevur
okkum størstu og skjótastu
úrslitini fyri minsta kostn
aðin.
Konseptið
hevur
prógvað seg sjálvt kring all
an heim, síðan nakrir sálar
sjúklingar í 1940'unum fóru
undir hetta virksemið í New
York. Í stuttum er eitt Foun
tain House eitt stað, har
sálarliga sjúk og sinnisveik
hava møguleika at endur
venja sosialu og fakligu før
leikar sínar. Eitt stað, har
tey kunnu vera og virka á
ein
meiningsfullan
hátt,
sum kann gera tey heilt ella
partvíst sjálvhjálpin. Her
leggja fólk dentin á evnini,
megina og møguleikarnar
hjá tí einstaka persóninum
heldur enn á sjúkuna hjá við
komandi.
Eitt Fountain House kann
gerast tann liðurin millum
psykiatrisku deildirnar og
samfelagið, sum kann lofta
persóninum við sálarligari
sjúku og leiða hann ella
hana inn aftur í samfelagið.
Her kunnu hann ella hon
læra at kenna síni egnu virði
aftur og at gerast ein virkin
borgari, sum ger nyttu í sam
felagnum.
Klárt at sjóðseta
her og nú
Tað er óskiljandi, at lands
myndugleikarnir ikki vilja
geva
hesum
lutfalsliga
kostnaðarlítla
átakinum
ein møguleika við at veita
neyðugu fíggingina. Alt for
arbeiðið er gjørt av privat
persónum saman við Sinnis
bata. Verkætlanin er klár at
sjóðseta her og nú við eld
sálum handan róðrið, men
landið hevur valt at raðfesta
øðrvísi. Talan er um umleið
2,5 mió krónur um árið í trý
ár til løn og rakstur.
Tí má høvuðsstaðurin
traðka til. Tórshavnar komm
una skal vera høvuðsstað
urin fyri øll. Psykiatrisku
deildirnar eru her í komm
ununi, og tað er her fólkið
savnast. Vit hava skyldu
at hjálpa. Kommunan skal
vera kveikjari við at veita
fíggingina til at stovna eitt
Fountain House, og eftir
fylgjandi skal landið átaka
sær raksturin.
Í Framsókn leggja vit
dent á tað tjóðskaparliga, tað
vinnuliga og tað persónliga
frælsið. Vit kenna tað sum
okkara skyldu at geva øllum
borgarum
eitt
persónligt
frælsi, og hetta skal sjálvandi
eisini fevna um tey, sum eru
so óheppin at bera størri
sálarligar byrðar enn onnur.
- - -
Eg mæli øllum veljarum til
kommunuvalið at lesa Fram
sóknarfaldaran. Míni heilt
persónligu hjartamál sum
Framsóknarfólk í kommunal
politikki
eru:
Fountain
House, Tjóðpallur Føroya
við
konsertsali,
Markna
gilsdepilin og Miðbýurin í
Havn.
Vit høvdu klaver heima
hjá okkum, men tað var
lítið brúkt . Eg var sendur
til Miu Waagstein við
Krókabrekkuna at læra
at spæla. Hon var vinar
lig, segði at eg sló hart á
tangentarnar, men tá eg
helt, at eg fór at gevast,
mótmælti hon ikki.
Í Hoydølum høvdu
vit sangtíma í 1. g . Eyð
un Sørensen ætlaði at
gera eitt kór, og hann
bað tí hvønn einstakan
næming koma inn í
sanghølið at raka nakrar
tónar. Tá vit høvdu verið
inni, segði hann, at øll
kundu brúkast uttan
ein, men hann segði ong
antíð, hvør tað var.
Eg føldi meg raktan,
tí eg fór ongantíð at
syngja í kóri. Í felags
sangi, veitslulagi ella
aðrastaðni, har sungið
verður, tigi eg sum oft
ast og lurti eftir teim
um, sum duga at syngja.
Hóast ongin sangari,
dámar mær mestsum
alt slag av tónleiki, og
einsamallur í bilinum eri
eg sum ein tannáringur
og skrúvi for frá. Tá
kann eg gott finna uppá
at syngja hart.
Eg
havi
mangan
undrast, hvussu væl tað
liggur fyri hjá teimum
flestu, eg kenni, at fáast
við sang og tónleik.
Okkurt serligt ger seg
galdandi í okkara fólki,
bæði áhugin og evnini
eru har, vit hava eitt
sjáldsamt tilfeingi.
Hóast eginleikarnir
tykjast
viðføddir
hjá
summum, hugsi eg, at
tað eisini er umhvørvið,
sum skapar áhugan og
úrmælingarnar. Musikk
skúlin og Symfonie
orkestrið, tingini hanga
saman.
Sangfuglarnir koma
úr samkomu og kirkju,
úr kórum og orkestrum,
teir eru allastaðni, har
karmarnir ella pallarnir
eru.
Eitt samfelag skal
troyta
tað
tilfeingið,
tað hevur. Tað er nógv
lættari at byggja á nak
að, sum hevur ment seg
natúrliga í fólkinum,
enn at byrja á berum. Tí
er tað so upplagt, at vit
gera alt fyri at menna
sangin og tónleikin enn
meira í landinum.
Føroyskir tónar ríka
okkum sum ongantíð
fyrr. Nú ríka teir eisini
fólk í øðrum londum við.
Tað veri seg jazz, blues,
country, rock og alt frá
Teiti og Eivør til Orca og
Týr!
Vit hava møguleik
an at gera Tórshavnar
Kommunu til ein veru
ligan tónleikamiðdepil.
Tora vit at taka av ?
Ongin
sangari
Finnbogi Arge
Landsmyndugleikarnir hava noktað at fíggja eitt føroyskt Fountain House,
sum hevur til endamáls at endurvenja sosialu og fakligu førleikarnar
hjá sálarliga sjúkum og sinnisveikum, sum eru komin illa fyri. Tí má
høvuðsstaðurin traðka til. Tórshavnar kommuna skal vera kveikjari við
at veita fígging til uppstart, og síðani skal landið átaka sær raksturin.
Dagføringin av Hoyvíkshøllini heldur fram
Tað
var
hátíðardámur
í
Hoyvíkshøllini, tá nýggi til
bygningurin í sunnara enda
var tikin í brúk eftir Ólavsøku
í ár. Hetta er ein partur av
heildarætlanini at økja um
og betra hallarviðurskiftini í
Tórshavnar Kommunu.
Við vøkstrinum í fólka
talinum í Hoyvík í huga og
orsakað av støðugt vaksandi
limatalinum hjá hondbólts
felagnum í Hoyvík H71, var
greitt at Hoyvíkshøllin hevði
brúk fyri eini dagføring. Hetta
var eisini eitt av vallyftunum
og vit fegnast um gongdina.
Í fíggjarlógini til komandi
ár eru settir pengar av til at
gera tilbygningin liðnan.
Men vit steðga ikki har.
Tá spennandi finalurnar í
manshondbólti vóru í vár
millum Kollfirðingar og Hoy
víksingar sóu vit eisini, at
høllin var ov lítil til at rúma
øllum áskoðarunum. Hetta
fara vit at gera nakað við.
Ætlanin er, at seta pengar av
til hetta arbeiði í fíggjarlógini
fyri 2014 til tað arbeiðið.
Er tú samdur í hesum,
set so krossin við Levi
Mørk á býráðsvalinum 13.
novembur.
Levi Mørk