Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Hetta er grovt, løgmaður Kristin Vestergaard Fyrrverandi sambandsmaður Havi í nakrar dagar grundað yvir samrøðuna, sjónvarpið hevði við løgmann herfyri. Hann svarar beinleiðis upp á spurningin um okkara til­ fongið, at vit eru øll vorðin rík­ari. Hann enntá nevndi bólkar av fólki sum kundu gleða seg um tað nývunna ríki­dømið. flakakvinnan, fiski­maðurin(eru tað allir fiski­menn á makrelveiðu ella línu­fiski­menn?) og skatt­gjaldarin. Eg spyrji bara, hvønn meinar hann við? Tað kann bara fyrst verða tey sum koma til pengar við flat­skatta­ skipaninna, og so tey, hann kortini ikki nevndi, sum veruliga hava fingið nógv burturúr í hansara gávu­ regni til tey fáu. Men, so kemur tað syrgiliga, hann nevndi heldur ikki tey sum als onki fingu burturúr, heldur tvørturímóti. Tey lág­løntu fingu onki, tey á lívsins skuggasíðu fingu onki, støk og pør við børnum fingu onki, arbeiðs­ leys fingu onki, og pensjón­ istarnir fingu onki. Hjá hesum síðsta bólkinum er livi­fóturin beinleiðis farin niður. Minst til, løgmaður, at fleiri í hesum bólkum, hava verið kjarnuveljarar floksins, og tú beinleiðis drýtur á tey. Hvat í víðu verð hevur upp­runaliga fingið teg at út­rudda tey sosialu og etisku virðini, ið flokkurin var grund­aður á, og hvør í allu viðu verð, hevur givið tær, og tín­ um leigu­sveinum, rættin at hána hesi fólk. Ongin av vanligu tingm­anning flokksis tora at siga nakað, og kunnu bert metast sum atkvøðuneyt, tíverri kortini, tí har vóru fleiri væl­meinandi sálir ímillum. Minst til,fólk í hesum bólki eiga lívið í tær og tínum, tey hava givið sítt lív fyri teg og tíni, við hørðum arbeiði og saknan av sínum kæru, fyri at vinna samfelagnum pening í ringum tíðum, ofta uttanlands, bæði í Íslandi og Grønlandi, og viðhvørt við fjarðari strendur. Tað sum pínir hesi fólk allarmest, er tó kortini tann líkasæla tit sýna í verki, við als ikki at greiða frá, hví tit vendu skránni baki, hví tit ikki meta hesi longur sum fullgóðar samfelagsborgarar, og hví tit ikki hirða at svara tá tey spyrja. Líkasæla er grov men háðan kann neyv­an fyrigevast. Tað eru nógv sambands­ fólk sum nú standa á ein­ um vegamóti, og vita ikki síni livandi ráð. Teirra flokk­ur er farin, og tað er, enn, ikki beinleiðis nakar annar, sum hevur tey virðir sambandsflokkurin hevði. So hvat nú? Kanska løg­ maður hevur eini ráð til hesi menniskju. kommunuval 2012 Kollafjørður og frítíðartilboðini Í Kollafirði vóru stór fram­stig á ítróttaøkinum, tá ítrótta­ høllin, við góðum stuðli frá kommununi varð bygd fyri 7 árum siðani. Høllin hevur ment ítróttin umframt, at hon hevur styrkt samanhaldið ómetaliga nógv farnu árini. Tí er tað at fegnast um, at kollfirðingar loksins hava fingið byggiloyvi at fara undir innrætting og liðugt­ gerð av ovaru hæddini í høllini. 3 mio kr eru avsettar til enda­málið. Útbyggingin fer at at fjøl­ tátta tilboðini í bygdini. Fer at gera høllina til staðið, har møguleikarnir at savnast verða framúr. Hollar karmar Sum framhald at fjøltátta ungdómsvirksemið og fáa tað at virka eftir skipaðum leisti, eigur kommunan eis­ini at taka upp sam­ráð­ ingar við Kollafjarðar Ar­ beiðsmannafelag um at gera møguleikar fyri, at ungdóms- og frítíðarvirksemið verður víðkað eisini at vera í Bygdahúsinum. Soleiðis kann kommunan gera karmar fyri hollum frítíðarviksemi, har tilboð vera bæði til ung sum eldri. Har ein samskipan av til­ tøkum fer at gera framúr møgu­leikar fyri øktum trivn­ aði í bygdini. Tað hevur skund at fjøl­ tátta og fáa skipað tilboðini í eina heild. Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum ligga fremst at fáa framt. Vagnur Johannesen býráðslimur Slutt við køvandi bústaðarprísum Fróði Ó Olsen valevni á lista A. Vil eitt húski seta búgv í Tórshavnar kommunu, má tað seta seg fyri eina skuld uppá 2-3 milliónir. Hetta er sera nógvur peningur, og húskið má stríðast stóran part av lívinum fyri at rinda peningin aftur. Tað er snøgt sagt ikki inniverandi fyri skuld, og foreldur verða tving­að at vera fráverandi frá sínari familju fyri at fáa end­arnar at røkka saman. Hetta kann og skal komm­ unan gera nakað við! - grundstykkjaprísurin má lækkast - farast má undir alternativa íbúðarbygging - grundøkir skulu latast til prísfornuftigar luta­ íbúðir - Kommunuskúlin eigur at verða umbygdur til lestr­ aríbúðir Umframt at givið húskjum betri møguleikar, hevði hetta eisini verið við til at steðga fráflytingini til útlond, so hetta álvarsmál má á bredd­ an sum skjótast. Havnin eigur at vera ein magnet, sum dregur ungar familjur til sín, og ikki sum nú, har fólk í besta aldri flýggja um háls og herðar. Hesum vil eg arbeiða fyri! Bussleysur leygardagur? Sigrún Mohr valevni á lista C Vit hava í Tórshavnar komm­ unu eina heilt serstaka al­ menna flutningsskipan, ið tey allarflestu munnu vera sera fegin um. Henda skipan er eisini kend fyrimynd uttan fyri Føroyar. Men leygar­ dagar fáa bara borgarar í sjálv­ari Havnini gagn av hes­ ari skipan. Tað kann valla vera heilt rætt. Sunnu- og halgi­dagar koyrir bussleiðin sum kunnugt ikki. Gjørligt má vera at fara undir eina skipan, ið ger, at fólk í Kollafirði, í Kaldbak, í Kaldbaksbotni, á Sundi, á Velba­stað og í Kirkjubø fáa eina almenna tænastu, ið ger, at tey sleppa til høvuðsstaðin og heimaftur, um teimum tørvar tað leygardag. Ikki er neyðugt, at hon skal vera eins umfatandi og vanliga vikukoyringin. Hetta letur seg væl gera, um leiðin og títtleikin verða broytt nakað ta tíðina – uttan at tað tekur fíggjarliga grundarlagið und­ an kommununi. Ynskiligt hevði eisini verið at veitt borg­arum í Syðradali og í Norðradali somu tænastu. Trivnaðurin hjá øllum borgarum í kommununi má vera ein sjálvsagdur rættur. Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini. Verði eg vald tann 13. no­vembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.