Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í gjár bórust tey tíðindi á føroyska portalinum, at eitt norskt línuskip, Kamaro, var í havsneyð – 23 fjóðringar úr landi (Hvar?) ,og at norska bjargingar tæn­ast­an hevði bjargað mann­ing­ ini, 14 í tali. Í dag kl 14:00 bar út­ varpið tey tíðindi, at nakrir av manningini høvdu fingið sær upp í nevið á onkrari bar, tá ið teir vóru komnir í land – væl í gagnist teim­ um - og stóðst ein ávís­ ur standur av hesum svølgi. Hetta varð eisini bor­ið fram í norskum tíð­indum. Tá ið hesi tíðindi bór­ ust, mundi mangur við mær hugsa: Hví skal slíkt koma í ljósmála eftir at bjargingin var væleydnað? Tað var, eins og hetta var sleyg og slatur, sum Útvarp Føroya bar. Ofta er tað so, at sleyg og slatur fer 100 ferðir kring knøttin , áðrenn sannleikin hevur fingið klossur upp á beinini. Tað var líkari, at útvarpið kom í samband ( tað kanska teir fara) við bargingartænastuna og skiparan, ella steðgaðu á eitt sindur, og lótu vit og skil ráða. Tað mundi vera beiskt hjá teimum, sum varða av at hoyra slíkt, tá lívsvandin hevur verið teimum bjargaðu á kroppinum. Tá íð polski seglbát­ urin, Rzeszowiak, var í havsneyð, gekk bjarg­ ingin fyri­myndarliga fyri seg. Tíðinda-tæn­ ast­an gjørdi sítt til, at vit fingu eina góða heildar­ mynd av hesi bjarging, sum alt Føroya fólk frøddist yvir. Rósandi orð vórður borin fram til heiðurs fyri teimum, sum útintu hetta roynisverk bæði hiðan av landi og uttanlands frá. Her kom æstetikkurin til sjónd­ ar, sum tænti øllum, ið vardu av – stovnum, mann­ing, skipum, bjarg­ ingarfólki, tyrlu, tíð­ indatænastuni, kreppu­ hjálparfólkum o.s. fr. Nei, ikki var tað rætt av Útvarp Føroya at bera hesi tíðindi í dag - ein sunnudag eftir kirkjutíð. Mangur ein her á landi hugsaði um støðuna hjá teimum, sum bjargaðir vóru og teimum avarðandi, sum hava hesa hending næst við. Teimum verður ynskt alt tað besta í kom­andi tíðum. Kamaro Frits Johannesen Sambært honum kemur ratingin hjá Moody ikki at hava nakra negativa ávirkan á rentustøði hjá lands­kass­ anum. Hetta sleingjur hann út av løgtingsins røðarapalli, uttan at hann yvurhøvur hevur ánilsi av, hvussu rat­ ingin hjá Moody kemur at síggja út, tá ratingsfyritøkan einaferð fær innlit í tað karaktermorð ið Jørgin Niclasen og Bárður Nielsen nú leggja saman ráð um. Hesir báðir feðgarnir eru arkitektarnir aftaná fyri tí høgrasnaring, ið er farin fram í føroyskum politikki seinasta ári. Orsøkina til hesa høgra­ snaring er fyrst og fremst, takka verið einum løg­ manni ið enn ikki hevur sæð skriftina á vegginum. Hin­vegin so hevur alt Før­ oya fólk verið vitni til, at fólka­flokkurin og heykanir í hansara egna flokki full­ komuliga hava sett hann út av spælinum, bæði politiskt og á annan hátt. Bárður Nielsen sum fíggj­ armálaráðharri var fyri fáum árum síðani høv­uðs­ arkitekturin, tá rentu­skatta­ lógin bleiv broytt, so tað bleiv lukrativt skattliga at handla partabrøv. Hetta kom at gerast eitt gott ískoyti til landskassan, segði hann, eins og fólk fingu tað fatan, at virðisbrævamarknaðurin var eitt gullnám. Í staðin fyri gjørdist tað ein fíggjarlig vanlukka, fyri eina rúgvu av føroyskum skattaborgarum. Fólk tóku lán, summi veðsettu síni hús fyri at sleppa upp í gull­ dansin, sum Bárður Nielsen fyrigyklaði fyri fólki. Bankarnir góvu starvs­ fólk­unum bonus fyri at yvirbevísa sínum kundum, um at keypa partabrøv. Ja, bankarnir fóru so langt sum, at siga seg selja partabrøv "við ongum váða" sum eftir­ fylgjandi vísti seg at vera ein beinleiðis lygn. Avleiðingarnar síggja vit í dag, har Føroya Rættur í millum annað, viðgerð eitt mál har ein pensionistur setti alla sína uppspardu pensión í partabrøv "við ongum váða." Í staðin fyri misti hon alla sína uppspardu pensión, sum hon hevði upparbeitt, sítt arbeiðsføra lív. So spurn­ ing­urin er, hvussu álítandi fíggjar­liga orakli hjá Sam­ bands­flokkinum er, nú hann sigur seg vera garantur fyri, at Moody ikki fer at niður­gradera rating­ina hjá Føroyum, sjálvt Um Lands­ bankin fær mønustingin. Nú runubløk og niður­gerð­ ingin av Landsbankanum er í hæddini, og neokonservativu kreftirnar kníggja sær í hendurnar, so kunna vit í ljósinum av hesum ásanna, at líka síðan Landsbankin varð stovnaður í 1978, so hava høgrakreftirnar bert bíða eftir røttu løtuni, at likvi­dera Landsbankan. Fólka­flokkurin í tá hevði ein meira liberalan formann í Jógvan Sundstein, var við til, at stovna Landsbankan. Hann stuðlaði eisini Javnaðarflokkin, tá hesin fekk tvey av sínum hjartamálum samtykt á løgtingi, nevnliga Samhaldsfasta og ALS. Hóast táverandi heykarnir í Fólkaflokkinum vóru ímóti hesum báðum stovnum, sum eingin í dag hevði vilja verið fyri uttan, so gjørdu Jógvansa liberalu sjónarmið seg galdandi, soleiðis at uppskotini vóru framløgd og samtykt. Í millum annað so kravdi konservativi bólkurin í Fólkaflokkinum, ar ALS gjaldið ikki skuldi upp um 50 % av eini arbeiðaraløn. Men Jógvan Sundstein saman við Atla Dam setti heykarnar í Fólkaflokkinum uppá pláss,so persónliga eigur fyrrverandi formaðurFólkaflokksin sín stóra lut í, at vit í dag hava ein væl virkandi samhaldfasta, og ikki minni eina vælvirkandi arbeiðsloysistrygging. Men tá tað er sagt, so ivist eg onga løtu í, um sit­andi leiðsla hevði mynda Fólka­ flokkin tá, so var hvørki ALS ella Samhaldsfasti sam­ tyktur. So takk skal tú hava fyri tað Jógvan. Meðan øll verkafeløg bæði á sjógv og landið, eins og arbeiðsgevarafelagi ið um­boðar vinnuna bæði á sjógv og landið eru í móti, at fíggjarmálaráðharrin likvi­ derar Landsbankan,so tekur Felagi Peningastovnar fult og heilt undir við hesi ráðagerð fíggjarmálaráðharrans. Sum onkur segði undir viðgerðini í løgtinginum, so var hetta fyri peningastovnarnar, sum tá ið ein gav smábørnum bomm. Men hinvegin, sum fleiri søgdu undir viðgerðini, so áttu allar reyðar lampur at lýsa orsaka hesum. Bankarnir eru iva­leysa stórir til okkara fíggjar­ viður­skifti í dag, og var tað ikki orsøkin til at Eík Banki fór á heysin, at hann gloypti yvur meira enn hann var ætlaður til. Og hevði Føroya Banki verið líka skjótur á sjóarfallinum sum Eík Banki, so var hann helst eisini farin á heysin. So stutt tíð er farin síðan húsagangin í Eík Banka, at tey sum vóru drigin uppá trá, við órealistiskum og beinleiðis ósonnum lyftum frá bankans síðu, sita sum fyrr sagt, í hesum døgum í Føroya Rætti. Har royna tey at bjarga sær undan teimun fíggjarligu avleiðingunum tey fingu, orsaka av teimun fúlu misinformatiónum Bankans. Men nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð, tí nú rennur Eík Banki undan ábyrgdini, og gramleikin verður í staðin fyri settur í hásætið. Og eingin ivi er um, at tað er fæi hjá Landsbankanum og Samhaldsfasta ið pen­ inga­stovnarnir, stremba eftir at fáa til høldar um ikki so langa tíð. Hendir tað, at Moody orsaka av avtøku Lands­bank­ in niðurgraderar tað sera góðu rating í Føroyar hava, so kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri føroyskan búskapin. Bara ein hækking uppá 1/4 % kan fáa ógvusligar fylgjur alt samfelagi, bæði á sjógvi og landið. Tí verri líkist politikkur sam­gongunar meira og meira tí sum koyrdi Ís­ land á húsagang. Har góðu politikkarnir peninga­stovn­ unum, saman við speku­ lantunum leysar teymar, við tí úrsliti at samfelagi alt fór á heysin. Rokningina kom vanligi skattaborgarin at gjalda, meðan túsindar av íslendingum fluttu av landinum. Samstundis liva fleiri av spekulantunum í skatta­para­ dísum runt heimin og njóta lívið. Men spurningurin er um lív teirra verður ríkari av hesum. Alt veldst um atkvøðu­ neyt­ini hjá samgonguni halda áfram, at trysta á grøna knøttin,soleiðis at okk­ ara samfelag verður í somu støðu sum Ísland var fyri nøkrun árum síðani. Fíggjarnevndarformaðurin alvitandi Frank Davidsen