mánadagur 29. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í Hoyvík búgva uml.
4000 fólk, og nógv er
komið av skafti hesi
seinastu árini. Men her
er sera nógv eftir at gera
og at fríðka um. Her
búgva
nógvar
ungar
barnafamiljur, hesi hava
fingið sær dýr hús og alt
ov dýr grundøkir, sum
Tórshavnar kommuna
- í flestu førum – hevur
selt teimum. Grundøkja
prísurin skal sjálavsagt
niður. Her er komið
ungdómsvirksemi
í
Klubb 188, nýggjur skúli
við
Løgmannabreyt,
skúlatryggur vegur við
Hoyvíkar skúla, ein stór
frílendisætlan fyri milli
ónir er í gerð við Hoy
dalsá, fleiri gøtur, somu
leiðis er Hoyvíkshøllin
útbygd o.s.fr.
Men her mangla sera
nógvir gonguteigar, par
kerinksplássir, gøtuljós,
ferðslutryggir vegir við
barnagarðar, við skúlan
á Løgmannabreyt og
niðri ímóti FK osfr. Fleiri
staðni er sera myrkt, og
børn finna næstan ikki
til báðar skúlarnir um
morgunin, tí gøtuljósini
virka ikki, ella eru ikki
tendraði. Hetta er tó
batnað nakað, men enn
eru fleiri gøtuljós, sum
ikki eru komin enn.
Vinnulívið hevur eisini
møguleikar, tí tað eru eitt
hav av vinnustykkjum
fyri at skapað lív, her
vantar tó mest grønt ljós
frá bankum o.s.fr.
Somuleiðis
er
tað
vist, at vit fara at byggja
ein
fótbóltsvøll
og
ein kirkjugarð. Eisini
skulu vit verja okkara
umhvørvið, men stað
setingin
við
nýggju
hitamiðstøðini er so ikki
ein gongd leið. Her skal
onnur
loysn
finnast.
Eg vil framhaldandi ar
beiða hart fyri at vit
øll skulu hava tað gott í
Tórshavnar kommunu
og eisini fólk í Hoyvík.
Tekur tú undir við hes
um, set so krossin við
Levi Mørk á býráðsval
inum í november.
Ferðslu
trygdin í
Hoyvík í
hásæti!
kommunuval 2012
Levi Mørk
býráðslimur
Vágsbotnur miðbýarhjartað
Fleiri ætlanir hava verið
lagdar fram um at skipa
miðbýin skilabetri, og viður
kennast má, at ov lítið er
komið burturúr.
Tó so, við lutfalsliga smá
um átøkum síðstu árini, er
Vágsbotnur og umhvørvið
undir Bryggjubakka vorðið
eitt livandi og fjálgt savn
ingarstað bæði hjá yngri og
eldri. Ja, eitt satt miðbýar
hjarta!
Sølutorgið dregur nógv
fólk til sín alt árið, á sumri er
ríkt cafélív, og í bátahavnini
er altíð ein meldur av lívi.
Stóra konserttiltakið Voxbotn
prógvaði eisini, at til ber at
hava stór tiltøk, ið savnar
fleiri túsund fólk til stórt
gagns fyri miðbýarvirksemið
annars.
Nógv ferðafólk leita sær
av góðum grundum oman í
Vágsbotn og undir Bryggju
bakka, og fleiri av bussunum
við cruise-ferðafólkum seta
eisini fólkini av har.
Her haldi eg, at nógvir
ótroyttir møguleikar enn eru
í økinum, serliga um summ
arið, og sum kundi verið eitt
munandi íkast til ferðavinn
una, handilslívið og miðbýar
trivnaðin sum heild.
Undir
Bryggjubakka
kundu fleiri sølubásar verð
ið settir upp, har føroyskar
designvørur,
heimavirkis
vørur og annað mangt kundi
verið selt. Slíkir marknaðir
skapa altíð eitt forvitni, har
fólk steðgar á og gerst part
ur av einum størri stemningi,
og sum aðrir partar av mið
býnum eisini fáa lut í. Har
um leiðir kundi eisini ein lítil
pallur verið til tónleikafram
førslur.
Alt smá átøk, ið geva stór
úrslit
fyri
ferðavinnuna,
handilsvinnuna og trivnað
in.
Hesum vil eg virka fyri
í Tórshavnar býráð, sam
stundis sum arbeitt verður
við teirri stóru miðbýar
ætlanini.
Halla Samuelsen
býráðslimur
Valevni Javnaðarflokksins
til Tórshavnar býráð.
Ósatt Høgni Mikkelsen
Høgni
Mikkelsen
hevur
grein í bløðunum, har hann
rósar sitandi samgongu í
Tórshavnar kommuna fyri
at hava skapt eina støðuga
menning
í
kommununi
seinru árini. Men hendan
rósanin far bráan enda, tí
Høgni pástendur, at væl
ferðin er skapt við øktari lán
tøku hesi 3 síðstu árini.
Síð talvu
Tað vil siga, at lánibyrðan
er farin niður frá 31% í 2009
til 22% í 2012. Í krónum er
skuldin minkað frá 174,748
mill. kr. til 145,703 mill. kr.
av samlaðu inntøkuni hjá
kommununi.
Samstundis
sum inntøkan er økt við
86,924 mill. kr.
Sum tú sjálvur sigur, hevur
kommunan verið í støðugari
menning hesi síðstu árini,
samstundis
sum
skuldin
er minkað. Nevnast kunnu
í stuttum: Nýggjur skúli á
Løgmannabreyt,
Nýggjur
skúli á Hamrinum á Argjum,
Boðanesheimið
(1%
´ið),
Fimleikarbygningurin FIMI
í
Gundadali.
Samstundis
sum stórur dentur er lagdur
á trivnaðin í aðrar mátar eis
ini
Hesa gongdina tryggjar
Javnaðarflokkurin.
Vit fremja úrslit
Heri Ólason Dam
Sannleikin er:
Ár/tkr.
Inntøka
Rakstur
Íløga
Lán
Lán%innt.
2009
569.619
479.199
253.744
174.748
31
1010
649.593
506.440
158.473
167.360
26
2011
662.757
512.987
130.442
153.598
23
*2012
656.543
519.654
135.800
145.703
22
*Saldo pr. 30.09.2012.
Samdøgurdagstovn
Levi Mørk
námsfrøðingur og valevni
Er tað ikki eitt hugskot,
at børnini verða ansaði á
samdøgurdagstovni,
um
tað er undir tryggum og
kendum umstøðum av væl
kvalifiseraðum pedagogum
nakrar tímar hvønn dag
- líkamikið um tað er um
dagin, kvøldið ella náttina
fyri tann saks skyld?
Summi foreldur hava einki
annað val, enn at tey mugu
lata børnini verða passað av
øðrum "skeivar tíðir".
So er hóast alt betri
kanska, at tað er á stovni,
heldur
enn
at
foreldini
mugu ganga biddaragongd
hjá øllum møguligum um at
passa børnini - og børnini
kanska liggja og sleingjast
millum nógv ymisk fólk, sum
kanska bara tilvildarliga fáa
tíð til at passa tey.
Hinvegin er tað rættast
at td. Bæði foreldrini skulu
lýka krøv – við at hava skift
andi arbeiðstíðir og max 40
tímar um vikuna. Eg haldi
at "hugskoti " um ein sam
døgurdagstovn, har børn
kunnu koma allan dagin, við
skipaðari námsfrøði er ein
tanki, sum eisini hóskar til
nútíðina. Vit kunnu draga
royndir inn sum eitt nú danir
hava við tílíkum stovnum.
Vit noyðast ikki at keypa ein
stovn til endamálið. Stovnar
hava vit nok av, serliga nú
við minkandi barnatalinum
í kommununi.