mánadagur 29. oktober 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Súkklugøtur og gongugøtur
Elin Lindenskov
býráðslimur
Tvey mál, sum vit eiga at
seta okkum, er at útbyggja
netið av súkklubreytum og
gongugøtum.
Netið
av
gongugøtum
í Havn er rættiliga gott og
til ber at ganga ella renna
sær ein túr rættiliga nógva
staðni uttan at skula renna
við síðuna av larmandi bilum
og í bilosi.
Gongugøtur eru inni í
Havnini, har bilar ikki fáa
koyrt, og gangast kann á veg
um, har lítil og eingin ferðsla
er.
Gongugøtur eru eisini í
náttúruvøkrum økjum, so
sum í plantaguni, í Hoydøl
um niðan undir Svartafoss og
gøtur eru eisini frá Hotel Før
oyum út á Norðasta Horn.
Sjálv sakni eg tvær gøtur.
Tann eina kundi verið oman
fyri fjøruna Úti við Strond frá
Skansanum og út á Boðanes.
Hin gøtan eg kundi hugsað
mær, er frá Sandagerði fram
við Sandá, út í Havnadal og
niðan á Norðasta Horn.
Býráðið hevur seinastu
árini roynt at bøtt um korini
hjá teimum súkklandi, men
langt er á mál. Vit í Tórshavn
ar kommunu eiga at hugsa
eitt net av súkklugøtur eins
og
gongugøtur
inn
yvir
Havnina, sum so vítt gjørligt
loysir súkkluferðsluna frá
bilferðsluni. Hetta viðførir
tryggari súkklugøtur og tað
verður eitt betri upplivilsi at
koyra á einum súkklunetið,
sum er frítt fyri bilar. Soleiðis
fara gongufólk og súkklufólk
at trívast betri í Tórshavnar
kommunu.
Súkklu- og gongugøtur
eiga at hugsast inn í øll øki
í kommununi. Eisini í Kolla
firði og hinum bygdunum.
Eg veit væl, at hetta er ein
stór verkætlan, sum tekur
fleiri ár at útbyggja, men
hava vit súkklu- og gongu
gøturnarnar í huga og hugsa
hesar inn í allar ætlanir, tá
øki skulu útbyggjast ella
broytast, so koma vit eina
ferð á mál.
Bjørg Dam
Ójavn
støða
millum
róðrar
feløg?
Soleiðis hevur tað al
tíð
verið,
at
eitt
og
sama
róðrarfelag
hev
ur staðið fyri Ólavsøku
kappróðurinum og sostatt
fingið allar inntøkurnar.
Hini róðrarfeløgini hava
úrslitaleyst roynt í fleiri
ár, at sleppa upp í part.
Á bygd hava tey í
áratíggju haft eina soli
dariska rotatiónsskipan,
har bygdirnar skiftast um
at skipa fyri stevnunum.
Sum
valevni
fyri
Javnaðarflokkin fari eg
sjálvandi, at arbeiða fyri
javnstøðu, eisini millum
ítróttarfeløg.
Hetta málið er við
kvæmt og hevur røtur
langt aftur í tíðina. Við
hvørt má man eftirhyggja
skipanunum og og spyrja,
hví man ger sum man ger,
og ikki bara gera tingini,
tí soleiðis plagar man at
gera!
Tí skal málið kannast
væl og virðiliga, og um
talan veruliga er um
ójavnrætt,
fari
eg
at
taka hettar málið upp á
beinanvegin, so vit fáa
eina skjóta loysn, vónandi
longu komandi Ólavsøku.
Um tað blívur ein árlig
rotatiónsskipan sum úti
á bygd, ella um feløgini
skula
samstarva
um
Ólavsøkuna, tað er ein
knútur sum kommunan
og Tórshavnar Ítróttarráð,
sum varða av Ólavsøkuni,
saman
við
feløgunum
skula loysa.
Javnrættur er eingin
sjálvfylgja,
hann
skal
veljast!
Les fleiri greinar á http://
bjorgdam.blogspot.com
Grundstykki skulu aftur verða
gjørd byggiklár í Kollafirði
Ólavur Olsen
valevni á listanum hjá Framsókn
til býráðsvalið í Tórshavn
Tórshavnar
Kommuna
kann ikki longur lata sær
at siga, at tað er ógjørligt
at finna jørð í Kollafirði til
grundstykkir. Nú hava vit
bíða tvey valskeið uttan eitt
einasta alment grundstykki.
Um verandi gongd heldur
fram, fer fólkatalið í Kolla
firði at minka. Einfalda or
søkin er, at tey, ið vilja seta
búgv í Kollafirði, ikki hava
møguleika
at
finna
eitt
einasta grundstykki í øki
num. Tískil noyðast tey at
flyta aðrastaðnis. Tað byrjar
tíanverri at síggjast, at smá
barnafamiljur fækkast
Tað eru fleiri vælegnaði
støð í Kollafirði til húsabygg
ing, millum onnur í Líðini, á
Signabø, Norðuri í Sund eins
og inni í sjálvari bygdini.
Lendi, sum Kommunan ikki
vil brúka til grundstykki
men til fríøki. Vit hava ikki
brúk fyri stórum fríøkj
um í bygdum øki. Tørvur
á grundstykkjum er ovur
stórur og hesi skulu ger
ast beinanvegin. Tí skal
kommunan broyta byggi
samtyktirnar fyri hesi øki
og loyva grundstykkjum í
staðin fyri.
Kostnaðurin
á
grund
stykkjum skal vera lagaligur.
Prísurin á grundstykkjum
er í dag so ómetaliga høgur,
at eingin hættar sær undir
bygging. Kommunan skal
vera
innbjóðandi
heldur
enn ræðandi. Í dag er tað so,
at tann, ið keypir, umframt
grundstykki,
eisini
skal
gjalda fyri at fáa veg gjørdan
til stykkið um vegur ikki er
gjørdur áðrenn. Hetta er
heilt órímiligt. Sjálvandi skal
kommunan gjalda og gera
veg til grundstykkir. Minst til,
at vit eiga tann kommunala
kassan. Skal tú so gjalda tvær
ferðir fyri eina tænastu? Vit
mugu ikki hugsa, at tað er ein
útreiðsla fyri kommununa
at gera grundstykki. Tað er
ein íløga í framtíðina, ein
íløga í fleiri skattgjaldarar til
kommunukassan og ein íløga
sum steðgar fólkafráflyting.
Eg vil virka fyri, at grund
stykki verða at fáa í Kollafirði,
at prísurin á grundstykkjum
í
Tórshavnar
Kommunu
sum heild fer niður og at
prísurin á minni plássunum
í kommununi fer væl niður
um prísin í Havnini
Mítt ynski er, at koll
firðingar standa saman og
velja meg í býráðið. Eg vil
broytingar fyri økið.
Eg bjóði meg fram til Býráðsvalið
tann 13. november 2012
Dánjal Vang
Ongin í Fuglafirði skal verða í
iva um, at verði eg valdur, fari
eg framhaldandi at arbeiða í
tøttum samstarvi við hin
einstaka borgaran.
Hetta merkir, at eg framv
egis vil hava eygu og oyru
opin fyri øllum teimum, ið
hava tørv á, at eg kann rætta
eina hjálpandi hond.
Tín atkvøða kann sostatt
gerast ein virkin atkvøða fyri
teg tey komandi 4 árini, um
tú velur meg
X við Dánjal Vang