mánadagur 29. oktober 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Leygardagin var 2. Grand Prix-um
far í borðtennis á skránni. Kapp
ingin varð spæld í høllini í Trongis
vági. Í fremsta bólkinum var ein
nýggjur vinnari hesaferð, í og við at
21 ára gamli Hallur Thorsteinsson
úr borðtennisfelagnum Tór úr
Havn vísti liðfeløgum sínum til 2.,
3. og 4. pláss. Tað eru nevniliga fýra
nú- og fyrrverandi landsliðsleikarar
úr Tór, sum javnan kappast um
fýra tey fremstu plássini, og eftir
at føroyameistarin Fróði F. Jensen
vann fyrsta umfar fyrr heyst, var
tað hesaferð Hallur Thorsteinsson,
sum yvirlegið – við at vinna allar
sínar fimm dystur – fekk fremsta
plássið í kappingini.
albinus@sosialurin.fo
Bólkur A:
Nr.1 Hallur Thorsteinsson, TÓR
Nr.2 Peter Niclasen, TÓR
Nr.3 Fróði F. Jensen, TÓR
Nr.4 Pætur Albinus, TÓR
Nr.5 Knútur Jóanesarson, TÓR
Nr.6 Magnus H. Jacobsen, TÓR
Bólkur B:
Nr.1 Eyðun Ellendersen, TÓR
Nr.2 Sveinur Nolsøe, TÓR
Nr.3 Hanus Sørensen, TÓR
Nr.4 Anna Mikkjalsdóttir, TBF
Nr.5 Andrias Petersen, TÓR
Nr.6 Lív Øster, TBF
Nr.7 Mortan Hansen, TÓR
Bólkur C:
Nr.1 Durita F. Jensen, TÓR
Nr.2 Leon Rasmussen, TÓR
Nr.3 Aksel Kallsberg, TÓR
Nr.4 Ingi Gásadal, TÓR
Nr.5 Jóhan Eiler Simonsen, TÓR
Nr.6 Niels Johnsson, TÓR
Bólkur D:
Nr.1 Jóhanna Stórhamar, TBF
Nr.2 Andras Klein, TÓR
Nr.3 Maria Albinus, Purkan
Nr.4 Elin Albinus, Purkan
Nr.5 Ári F. Jensen, TÓR
Hallur vann aðru kappingina
Borðtennis Hallur Thorsteinsson úr borðtennisfelagnum
Tór í Havn gjørdist vinnari av 2. GP-umfari leygardagin
Tróndur Arge
Leygardagin spældi landsliðið móti
Belgia. Føroyar taptu dystin heili 36-
22. Talan bleiv um ein nøkunlunda
fyrra hálvleik og ein vánaligan
seinna hálvleik.
Í fyrra hálvleiki megnaði Før
oyar so dánt at fylgja við, hóast
munurin gjørdist dekan ov stórur
við hálvleikssteðg. Í seinna hálvleiki
gekk av skriðuni og munurin bara
øktist. Samanumtikið so var Belgia
betri á øllum økjum og so var eis
ini týðiligt, at okkara lið ikki var
samanspælt, skrivar heimasíðan
hjá hondbóltssambandinum um
dystin.
Føroyar spældu í 2003 tveir EM
undankappingardystir móti Belgia.
Tá var munurin væl minni á lið
unum. Annar endaði við 22-22 javn
leiki, meðan Belgia vann hin 24-17.
Javnleikur móti Luksemborg
Seinni dysturin var móti Luksem
borg sunnudagin. Talan gjørdist um
ein javnan dyst, har føroyska liðið
var á odda næstan allan dystin. Í
hávleikinum vóru okkara á við ikki
færri enn seks málum, 8-14.
Í seinna hálvleiki helt føroyska
liðið fram at verða odda. Seinastu
løtuna var føroyska liðið á odda
við tveimum, men í evstu løtu
fekk Luksemborg tvey mál, meðan
okkara einki fingu. Tí endaði
dysturin við javnleiki 26-26.
Føroyar kundi og skuldi helst
havt vunnið dystin, tá hugsað
verður um støðuna í hálvleikinum
og móti endanum. Hinvegin, so var
tað gott at koma á talvuna, eftir
ósigurin fyri Belgia.
trondur@sosialurin.fo
Landsdystir:
Belgia - Føroyar: 36-22 (19-13)
Luksemborg - Føroyar: 26-26 (8-14)
Misjavnt føroyskt avrik í Luksemborg
Hondbóltur Føroyska manslandsliðið hevur um vikuskiftið spælt tveir landsdystir
í mini-kapping í Luksemborg. Fyrri dysturin endaði við greiðum tapi fyri Belgia,
meðan seinni dysturin endaði við 26-26 javnleiki móti Luksemborg
Tróndur Arge
Jonas Flindt Rasmussen verður
ikki at síggja í B36 troyggjuni kom-
andi kappingarár. Danski verju
leikarin kom til B36 í fjør og vísti
seg at verða ein sanur brandur í
verjuni hjá ártalsfelagnum saman
við Odmar Færø. Í ár gekk væl
verri hjá B36, men Jonas Flindt
Rasmussen hevru tó spælt heilt
væl til tíðir.
Tað stendur ikki væl til hjá B36
fíggjarliga og ein av orsøkunum
til at Jonas Flindt Rasmussen ikki
kemur aftur til B36.
– Vit vildu gjarna sæð Jonas
hildið fram í felagnum, sigur Jákup
Mørk, nevndarlimur í B36. Hann
ásannar tó, at fyri at miðverjuni
skuldi kunna verið í felagnum kom
andi kappingarár, so hevði hann
skula niður í løn.
Hin parturin er, at Jonas flindt
Rasmussen eftir tvey ár í Føroyum
eisini hevur hug at royna okkurt
nýtt.
Mikkjal ikki
tikið avgerð enn
Tað er framvegis óvist um Mikkjal
Thomasen heldur fram sum venjari
hjá B36. Hann hevur alment sagt,
at hann umhugsar um hann skal
verða venjari á triðja ári hjá árstals
felagnum.
Hann hevur sáttmála fyri kom
andi ár, so tað er upp til fyrrverandi
landsliðsmiðvallarin
um
hann
ynskir at halda fram.
– Mikkjal hevur biðið um um
hugsingartíð og tað taka vit til
eftirtektar, sigur Jákup Mørk.
Mikkjal Thomasen hevur somu
leiðis alment sagt, at verður hann
á onkran hátt verður venjari B36
komandi ár, men spurningurin er
bara um tað verður á 1.liðnum ella
í ungdómsdeildini.
Lukasz hevur
sáttmála fyri 2013
Ársins
leikari
í
2011,
Lukasz
Cielsewicz, hevur sáttmála fyri
komandi kappingarár, men tað ljóð
ar, at hann møguliga ikki verður at
síggja í B36 troyggjuni komandi
kappingarár.
– Vit ynskja sjálvandi, at hann
heldur fram í B36, sigur Jákup
Mørk.
Men skuldi póllendingurin vija
roynt seg uttanfyri landoddarnar,
so hevur hann ein møguleika fyri
tí sambært sátmálanum.
Ivasamt er eisini um Meinhard
Joensen heldur fram í B36. Tað
hevur ljóðað, at KÍ hevur verið
eftir honum, men tað er ógreitt
hvønn leiklut Jákup Mikkelsen fær
í Klaksvík.
Ábraham til NSÍ?
Venjaraspurningurin er ikki av
greiddur í Runavík, men tað ljóðar
nú, at Ábraham Løkin er favorittur
at gerast venjari við Løkin. Hann
hevur fyrr vant ÍF og verið í lands
liðsvenjaratoyminum.
Ábraham Løkin var eisini leik
andi venjari hjá NSÍ eitt skifti í
1980’inum.
trondur@sosialurin
Verjukempa heldur ikki fram í B36