mánadagur 29. oktober 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
3
3
0
9
0
9
9
2 Mjølnir
3
3
0
9
1
8
9
3 Fleyr
4
3
1
10
5
5
9
4 TB
4
3
1
9
5
4
8
5 Dráttur
4
2
2
7
6
1
6
6 Ternan
3
0
3
3
9
-6
1
7 ÍF
3
0
3
0
9
-9
0
8 KÍF
4
0
4
0
12
-12
0
Dráttur - ÍF 3-0 (25-14, 25-19, 25-19)
TB - KÍF 3-0 (25-11, 25-22, 26-24)
Fleyr - Ternan 3-1 (25-23, 20-25, 25-17, 25-13)
Hilmar Jan Hansen
Til hetta kappingarárið er TB
farið av oynni eftir venjara,
tí tað er sørvingurin, Kristian
Mikkelsen, sum eftir nøkur ár
í útlegd er komin heimaftur á
klettarnar og í vetur tekur sær
av besta kvinnuliði hjá tvøra
monnum, so hansara dagliga
gongd nú er í ítróttarhøllini í
Trongisvági.
Undan tí hevur hann í trý ár
verið venjari hjá danska felag
num, Aalborg HIK, har hann
fyrst í tvey ár vandi besta
kvinnuliðið, sum spælir í næst
bestu deildini, men í fjørvetur
stóð á odda fyri besta mans
liðnum, sum spælir í bestu
donsku flogbóltsdeildini og
stóð seg bara heilt væl.
– Tað var ikki so torført at
koma heimaftur, tí í danska
felagnum var púrt einki ung
dómsarbeiði, so eg kundi ikki
vera við til at menna tað stóra.
Og tá so er, verður tað ikki so
spennandi at vera venjari,
sum tá tú kanst vera við til at
evna ungar spælarar til, sigur
Kristian.
– Her í TB er tað heilt øðr
vísi, tí her er eitt stórt og gott
ungdómsarbeiði, ið avgjørt
gjørdi sítt til, at mítt val fall
á TB. Umframt at eg venji
kvinnuliðið, eri eg eitt slag av
mentor fyri hinar venjararnar,
so hetta er bara heilt spenn
andi.
Liðið hjá TB er fyri tað
mesta mannað við ungum
kvinnum, sum eru 17, 18 og 19
ára gamlar, og so eru tríggjar,
sum eru eitt sindur eldri. Tær
eru Gudrid Nolsøe, sum átti
í summar, men longu herjar
á aftur, Marina Popovic, sum
annars einki hevur spælt í
eini tvey ár, og so Elinborg
Nygaard, ið eisini hevur spælt
nógv fyrr.
– Her suðuri ganga tey høgt
upp í tað, so eg síggi hetta
sum eina spennandi uppgávu,
sigur Kristian, ið stórtrívist í
Suðuroynni. – Ja, eg havi fingið
arbeiði her og kenni annars
eina rúgvu av suðuroyingum,
so tað er lætt at falla til.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eftir trý ár í útlegd í Aalborg, er sørvingurin, Kristian Mikkelsen,
nú komin heimaftur og er í vetur venjari hjá TB-kvinnunum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Kristian stórtrívist
Flogbóltur Sørvingurin, sum síðstu
trý árini hevur verið venjari í Danmark
og eisini er kendur sum venjari hjá
kvinnulandsliðnum, hevur nú sín
flogbóltsgerandisdag í Trongisvági
Hilmar Jan Hansen
Seks av teimum átta liðunum í
Eikliguni hjá kvinnum vóru í dysti
um vikuskiftið, og talan var ikki í
nøkrum føri um oddadyst, men tað
verður tað so afturfyri mikukvøldið,
tí tá bresta Mjølnir og SÍ saman í
Badmintonhøllini í Klaksvík. Tað
kann gerast ein dystur, ið fer at
geva góðar ábendingar um, hvat
hesin veturin hevur at bjóða.
Annars er merkisvert at síggja,
at Dráttur, ið ikki hevur staðið seg
so væl seinnu árini, higartil hevur
staðið seg so væl, at trý lið eru
niðanfyri á stigatalvuni. Eitt teirra
er ÍF, sum Dráttur á heimavølli á
Giljanesi mestsum vendi í hurðini
í gjár við einum greiðum 3-0 sigri.
Unga ÍF-liðið fekk ikki fatur í Drátti,
ið higartil hevur fingið fult stigatal
í øðrumhvørjum dysti.
Í heystfrítíðini skipaðu vest
menningar fyri náttarhondbólti,
og tað var næstan tað sama, ið Fleyr
hevði at bjóða í Gundadalshøllini í
gjárkvøldið, tá Ternan vitjaði. Fyrst
skuldi dysturin spælast klokk
an 19.15, so bleiv hann fluttur til
klokkan 20, men klokkan var nærri
20.30, tá dysturin endiliga fór í
gongd.
Hóast tær í Ternuni kanska ikki
vóru so væl mannaðar og Fleyr er
nógv viknað, samanborið við tey
síðstu árini, var greiður munur á
liðunum. Fleyr vann fyrsta settið
tepurt, áðrenn Ternan tók annað
sett, men so var heldur ikki meira
ivi, tí Fleyr vann tey bæði síðstu
settini greitt og tók sær ein 3-1
sigur.
Rokaligt
Á heimavølli í Trongisvági vann TB
øll trý settini ímóti KÍF, men allíka
væl var dysturin í løtum meira
spennandi, enn 3-0 sigur. Fyrsta
settið vann TB sannførandi, men
í øðrum setti kom stígur í, tá TB
var komið upp á 20-11, og tá tók Iris
Kirke og servaði KÍF upp á 20-20,
áðrenn TB allíkavæl megnaði at
vinna settið. Og í triðja setti var KÍF
á odda tríggjar og fýra bóltar allan
vegin, men tá tað skuldi avgerast,
vísti TB størri mentala styrki og
slapp framum og vann dystin.
Tað bleiv annars eitt sindur
rokaligt eftir dystin, og stóðst hetta
mest av, at Dráttur, sum skuldi
dømt dystin, ikki hevði greitt ta
uppgávuna til lítar, sum skilst á
viðmerkingunum, KÍF fekk settar
á dómaraseðilin. Fyri hetta vildu
kollfirðingar hava, at Flogbóltssam
bandið átalar Drátt.
Í viðmerkingunum sigur KÍF,
at Dráttur bara hevði funnið
fyrstadómara til dystin, men at
hesin var ein spælari hjá TB, og at
harnæst varð annardómari funnin
millum áskoðararnar, og at hesin
var beiggi venjaran hjá TB. Út frá
hesum staðfestir KÍF, at dómararnir
hava havt tað trupult við at verið
uttanveltaðir.
– Hetta hevði beinleiðis ávirkan
á úrslitið av dystinum, staðfesti KÍF,
ið serliga argaðist av einum trimum
støðum í triðja setti, har dómarnir
fullu til fyrimuns fyri TB, men har
tey í KÍF hildu, at tey tað sama
kundu fingið dómarnar í sín part.
Tað kókaði eitt sindur í Trongis
vági eftir dystin, og sum skilst, tók
liðskiparin hjá KÍF í tann, sum var
annardómari, og risti hann til.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tey vanligu fremst
Flogbóltur Kvinnukappingin í flogbólti líkist sær
sjálvari, tí sum vant eru tað SÍ, Mjølnir og Fleyr, ið manna
toppin, meðan TB liggur og lúrir beint aftanfyri
Myndir: Álvur Haraldsen