Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 4 4 0 12 1 11 12 2 SÍ 4 2 2 7 6 1 6 3 Fleyr 4 2 2 6 6 0 6 4 Mjølnir 4 0 4 0 12 -12 0 Mjølnir - Fleyr 0-3 (9-25, 21-25, 17-25) SÍ - ÍF 1-3 (24-26, 25-15, 17-25, 14-25) Hilmar Jan Hansen – Tað gekk heilt hampuligt at døma, men eg føldi allíkavæl, at tað var eitt sindur langt síðani síðst. Eg havi jú bara dømt ein dyst í heim­ ligu kappingini higartil, so eg var kanska eitt sindur rustaður av byrja við. Men tá vit vóru komnir í gongd, so gekk tað fínt. Tað sigur Jan Hentze, sum um vikuskiftið hevur verið av landinum í altjóða flogbóltsdómaraørindum, tí leygardagin var hann fyrstidómari í einum dysti í Challenge Cup hjá monnum, sum bleiv spældur í Norra millum norska Førde VBK og finska Etta Oulu. – Finska liðið hevði vunnið fyrra dystin 3-0, men norðmenninir hildu, at teir tá ikki høvdu spælt upp til sítt besta, so nú returdysturin var á skránni, hildu teir seg hava meira at geva. Tá avtornaði, vunnu finnarnir 3-1 í ein­um annars væl spældum dysti við fleiri drúgvum duellum, sigur Jan Hentze. – Sjálvt um finnarnir vunnu, var dysturin nokk so javnur, tí eitt sett endaði 29-27 og eitt annað 25- 23. Spælararnir á finska liðnum eru yrkisspælarar, meðan teir norsku hava arbeiði við síðuna av, og tað bleiv kanska avgerandi munurin til síðst, tí finnarnir høvdu eitt sindur meira at geva, tá dysturin av álvara skuldi avgerast, so teir vunnu ein uppibornan sigur, tá avtornaði. Kvinnu sum makkara Henda dystin dømdi Jan sum fyrsti­dómari, og aftrat sær hevði hann Jan Herneth úr Danmark sum annan­dómara. Teir báðir hava dømt saman einar tvær ferðir fyrr, so teir kennast rímiliga væl, og Jan letur væl at samskiftinum og sam­starv­inum teirra millum undir dyst­inum. Um góðar tvær vikur skal Jan Hentze aftur avstað, og tá skal hann til Svøríkis at døma ein dyst í Challenge Cup hjá kvinnum, sum verður millum Lindesberg Volley úr Svøríki og Gent Dames úr Belgia. – Tá skal eg vera annar dómari hjá einari týskari damu, Ute Maria Fischer, sum eg ikki kenni og heldur ikki hava dømt saman við fyrr. Men eg skilji á lagnum, at hon er nokk so nýggj í altjóða høpi, so tað skal nokk blíva spennandi, sigur Jan, ið ikki er óvanur við at døma saman við kvinnum. – Umframt at eg havi dømt fleiri dystir í Føroyum saman við konu míni, Rúnu, havi eg eisini fyrr dømt altjóða dystir saman við kvinnum. Seinast, tá Føroyar vóru í Luxembourg við landsliðnum, vóru tveir kvinnuligir dómarar við har, og eisini í síðstu altjóða kappingini, sum var í Føroyum, vóru tveir kvinnu­ligir dómarar við, so tað er einki óvanligt í tí. Jan Hentze hevur um vikuskiftið dømt sum fyrstidómari í Norra, og um góðar tvær vikur skal hann til Svøríkis, har hann skal døma sum annardómari Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen Jan til altjóða dyst Flogbóltur Leygardagin dømdi altjóða dómarin í flogbólti, Jan Hentze, ein Challenge Cup-dyst í Norra sum fyrstidómari, og um tvær vikur skal hann avstað aftur Hilmar Jan Hansen Skalt tú enda fremst, tá alt er av, er týdningarmiklasti lykilin at hava støðug avrik, og út frá tí kundi verið líkt til, at hetta verður veturin hjá fugl­firð­ ingum. Í øllum førum hava teir nú vunnið sínar fýra dystir higartil, so ÍF er oddalið – enntá vit dupult so nógvum stigum sum tey bæði næstu liðini. Eftir at TB í fjør var uppi og snoddaði til bestu mans­deild­ ina í flogbólti, men at enda ikki fekk mannað lið, eru aftur bara fýra lið í Eikliguni hjá monn­um, og tí er kappingin í vetur aftur ein dystur millum ÍF, SÍ, Fleyr og Mjølnir, ið spæla so ofta ímóti hvørjumøðrum ígjøgnum veturin, at tað er sjáldan, at nakað hendir í dyst­ unum, ið veruliga kann gera mótstøðuna bilsna. ÍF hevur longu nú vunnið á øllum hinum, og sigurin í Sørvági í gjár hevði ikki minsta týdningin, tí tað er ofta torført hjá mótstøðuliðunum at fara vetur til SÍ, umframt at hetta vóru tey bæði fremstu liðini. Hevði SÍ vunnið greitt, høvdu liðini verið jøvn í stigum, men í staðin vann ÍF 3-1, so fugl­ firð­ingar nú eru seks stig framman­fyri. Fyrsta settið var tað einasta við spenningi í, og serliga stóð á at fáa tað avgjørt, men ÍF vann tað 26-24. Síðani gjørdi SÍ bart í øðrum setti, áðrenn ÍF kom aftur á slóðina og sannførandi tók tey bæði síðstu settini og sigurin. Í hinum dystinum møttust tey bæði niðaru liðini, Mjølnir og Fleyr, og her bleiv tað Fleyr, ið gjørdi slætt borð við at vinna ein greiðan 3-0 sigur. Tað var bara í tí mittasta av teimum báðum settunum, at tað bleiv eitt sindur spennandi, men annars hevði Fleyr greitt munin. Mjølnir var í vár partur av FM-finalunum, men sum spælið hevur koyrt higartil, røkist einki fyri, at tað verður leikluturin aftur til várs, tí enn er einki stig komið til høldar í fyrstu fýra dystunum. Men áður hevur Mjølnir megnað at reist seg, so helst er ov tíðliga av avskriva klaksvíkingarnar longu nú. hilmarjan@sosialurin.fo ÍF vann toppdystin Flogbóltur Við at vinna á útivølli í Sørvági í gjár, fekk ÍF staðfest odda­ sessin í Eikliguni hjá monnum og er longu eftir fýra umfør væl fremst Savnsmynd