Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Neistin er longu eitt gott boð upp á ein FM vinnar. Aftaná tríggjar dystir hevur liðið framvegis fult stiga­tal og eina málúrtøku, sum sigur +28. Sunnudagin vóru tær bláu úr Havn á vitjan í Klaksvík. Longu frá byjan var greitt, at Neistin var væl sterk­ara liðið. Fyrstu trý málini fullu Neistan í lut og tað myndaði líka sum gongdina restina av dyst­ inum. Støðan í hálvleikinum var 16-9 til Neistan. Gongdin í seinna hálvleiki var tað sama, har Neistin støðugt økti um leiðsluna, sum bleiv heili 13 mál tá samanumkom. Stóri spælarin hjá Neistanum var Barbara Brauer, sum skjeyt heili níggju mál. Hon skoraði fýra í fyrra hálvleiki og fimm í seinna. Tað var Duritu Christophersen at takka, at Stjørnan kom livandi frá fyrra hálvleiki. Hon skjeyt fimm av sín­um seks málum í fyrra hálvleiki. Millum annað skoraði hon fýra mál upp í slag fyri heimaliðið beint fyri hálv­leik. Neistin er greitt oddalið í bestu deildini hjá kvinnum, meðan Stjørnan eftir tríggjar dystir fram­ vegis einki stig hevur fingið. Mynd: Norðlýsið Tróndur Arge VB og Kyndil tykjast í løtuni verða tey bæði liðini, ið kunnu geva Neist­ anum mótstøðu hetta kapp­ingar­ árið. Til eitt vist, so spentu lið­ini bein fyri hvørjum øðrum við at spæla javnleik, men tað vísur eisini hvussu lítið skilur VB og Kyndil. VB var næstan allan dystin á odda við einum og tveimum mál­ um. Serliga var Marijana Trbojvic eyðsýnd á VB liðnum í fyrra hálv­ leiki, har hon skoraði øll síni seks mál. Tá farið var til hálvleiks var støðan 13-11 til heimaliðið. Í seinna hálvleiki helt VB fram við at verða ein fót frammanfyri til miðskeiðis í hálvleikinum, tá Kyndil megnaði at javna. Men aftur legði VB seg á odda og kundi og skuldi helst havt avgjørt dystin í seinastu min­uttinum. Tað eydnaðist tó Kyndil at koma upp á 23-23 áðrenn dysturin end­ aði. Úrslitið merkir, at bæði liðini missa í mun til Neistan, sum vann greitt á Stjørnuni. VB er á øðrum plássi við fimm stigum fyri fýra dystir, meðan Kyndil hevur trý stig fyri tveir dystir. trondur@sosialurin.fo Javnleikur í Vági Hondbóltur Tað var í allar mátar ein javnur og spennandi dystur millum VB og Kyndil í Vági sunnudagin. Úrslitið var javnelikur 23-23 VB - Kyndil 23-23 (13-11) VB: Rannvá Johannesen 7, Marijana Trbojvic 6, Gurið Mortensen 4, Helga Eyðunsdóttir 4, Christina Holm 2 Kyndil: Guðrið G. Eysturberg 7, Ásleyg Súnadóttir 4, Randi Wardum 3, Anja Heinadóttir 2, Anna Brimnes 2, Birita Mortansdóttir 2, Turið Arge 2, Anna Sofía Mohr 1 Stjørnan - Neistin 34-21 (9-16) Stjørnan: Durita Christophersen 6, Ella Petersen 5, Eyðvør Klakstein 3, Lovisa Lassen 3, Edith Hansen 2, Joan M. Joensen 1, Durita Thomsen 1 Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun Damberg 5, Nicoleta Hansen 5, Ása á Neystabø 4, Bára Hansen 4, Jacklin Durhuus 3, Lilja Mohr 2, Rakul Augustinussen 1 og Birita Jacobsen 1 Neistin nógv best Hondbóltur Í løtuni sær út, at Neistin er nógv best fyri í fremstu deildini hjá kvinnum. Hesa ferð gekk tað út yvir Stjørnuna. Úrslitið gjørdist 34-21 til Neistan