mánadagur 29. oktober 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Listi E bjóðaði sunnu
dagin til býráðskafé í
Sólarmagn á Velbastað,
húsinum hjá ungmanna
felagnum fyri Kirkjubø
og Velbastað.
Kjakið
var
lívligt,
og fólk vildu vita, hvat
Listi E ætlar at gera fyri
at dagføra viðurskiftini í
bygdunum heimanfyri.
Bygdavegurin á Velba
stað og bakkin í Kirkjubø
komu í fokus.
Eins og fundarfólkið
hildu valevnini lítið um
bygdarvegin á Velba
stað, sum eisini er skúla
vegur. Onkur helt hann
vera ljósár frá null-hug
sjónini í nýtíðar ferðslu
trygdarpolitikki og mælt
varð til at fáa vegin
gjørdan av nýggjum.
Hann er upprunaliga
rossavognavegur.
Bakkin í Kirkjubø
varð eisini umrøddur.
Har máast meir og meir
niðan undir vegin við
Múrin og av verjuni
undir kirkjuni. Semja
var um, at slík mál eiga
ikki at enda í ongum.
Kommunan
eigur
at
skorða á, at nakað verður
gjørt við hetta. Verður
bakkaverjan ikki hildin,
so hendir skaði, sum
ikki bøtist aftur í Føroya
ríkasta fornminni.
Bussleiðin var ann
að mál á skránni. Ymsar
stillingar vóru ynski
ligar, og eitt sindur av
koyring um vikuskiftini
hevði komið væl við.
Nevnt varð, at tær týdn
ingarmestu
gøturnar
áttu at verið betri upp
lýstar.
Vetrarfriðing
var
hildin at vera neyðug,
um enn hon kostar
nógv. Tað hevði ikki
verið verri, um bøurin
fekk frið fyri seyði um
summarið eisini, varð
tikið til. Onkur helt fyri,
at seyðurin fer heldur
tíðliga av bønum, so tú
sært nóg illa smálombini
spæla.
Hundafriðing
var
eisini spoyskliga borin
upp á mál. Alt ov nógvir
leysir hundar millum
hús og stundum í hag
anum við. Fólk tora
ikki út fyri hundum
og tey illneitast inn á
hundalort
allastaðni,
men lítið verður gjørt
við tað.
Hvussu sær fólkið
vestanfyri bygdirnar í
framtíðini, varð spurt.
Svarað varð, at broy
tingin hevur verið stór
seinastu árini. Á Velba
stað verður bøurin mest
sum ikki sligin longur,
og bóndur eru farnir
aðrastaðni við sínum
virki.
Velbastaður
er
partvís
búnaðarbygd
enn, men als ikki í sama
mun, sum tá hon var
búnaðarbygd burturav.
Fólkatalið
heiman
fyri er vaksandi. Miðal
aldurin í Kirkjubø og
á Velbastað er 34 ár, og
børnini í Velbastaðar
skúla eru 55 í tali. Skal
stígur ikki koma í fólka
talið, ræður um hjá
kommununi
at
veita
fólkinum neyðugar tæn
astur og slóða fyri, at
fleiri kunna setast í búgv
har, var boðskapurin frá
fundarfólkinum.
Býráðskafé
í Sólarmagn
kommunuval 2012
Jógvan Arge
Tórshavn
valevni á Lista E
Gula skipið í Havn
Finnbogi Arge
Langabbi mín úr Vestmanna,
Jóannes Vørmadal, gjørdist,
sum so mangur annar, í
ørviti á ellisárum. Tá hann
síðst í fimtiárunum vitjaði
dóttrina í Havn, Mallu hjá
Bil-Óla, í húsinum har sum
Mimir nú heldur til , hugdi
hann út gjøgnum vindeygað
og spurdi, hvat tað var fyri
eitt stórt gult skip, sum var
komið at liggja beint framm
anfyri húsini .
Tað var ivaleyst eisini tor
ført hjá honum at skilja, at
útsýnið oman á grasfløtuna,
sum bretar høvdu hertikið
við barakkum undir kríg
num, nú brádliga var vorðið
til eitt ovurstórt skip, sum
var skorað niður millum
vælskipaðu smáu lonirnar í
Tróndargøtu og Tórsgøtu og
sum fylti so nógv, at himm
alin bert sást um hugt var
beint upp í loft.
Hóast klossutur, so lá
skúlin væl, tætt við Nonnu
skúlan og tætt við barnaríka
raburbukvarterið og ikki var
so langt frá Jónas Broncks
gøtu niðan til skúlan. Stað
ið var optimalt, øll kundu
bókstaviliga ganga í skúla,
og tað gjørdu tey eisini, tí
bilisman var ikki komin tá.
Tað uddi av lívi í og kring
skúlan, men reint estæt
iskt var tað eitt mistak, tí
skúlin passaði ikki inn í um
hvørvið.
Nú eru skjótt tveir mans
aldrar síðani skúlin var bygd
ur, og nógv er broytt. Býurin
er vaksin í vavi, og teir flestu
ungdómarnir
búgva
nú
uttanfyri Havnina, uppi í
Hoyvík, á Argjum og aðra
staðni, bert tey fægstu eru
eftir í miðbýnum.
Stórir nýmótans skúlar
eru bygdir, har ungdómurin
nú er, og ætlanir eru frammi
um at gera ein Vesturskúla,
sum skal samskipast við
skúladepilin á Marknagili og
avloysa Venjingarskúlan og
Kommunuskúlan.
Tíðin tykist vera farin frá
gula
kommunuskúlanum,
og vit hava fingið ein eina
standandi møguleika at bøta
um tað æstetiska mistakið,
ið varð gjørt í 1956. Taka
vit skúlan niður, kunnu vit
fríðka økið aftur og forleingja
Grasagarð niðaneftir móti
Sjónleikarahúsinum.
Hvat
skal
so
koma
ístaðin?
Møguleikarnir
eru nógvir. Ein vakur urta
garður við standmynd av
fremstu skaldum okkara,
er ein møguleiki. Staðið hjá
musikklívinum í Havnini, er
ein annar. Íbúðir ein triði.
Eitt nýtt Vagl uttan gjøgnum
koyrandi bilar er ein fjórði
møguleiki.
Ella
hvat
við
einum
minni skúla, sum passar
inn í umhvørvið ? Húsini
rundanum høvdu komið til
sín rætt, um gula skipið hjá
langabbanum loysti frá landi
aftur.
Havnin fyri øll!
Tá ið Í menniskjum góður
tokki kom út við síni frá
greiðing um støðuna hjá
barnafamiljum,
vóru
vit
uttan iva nógv sum øtaðust.
At vit í okkara samfelag hava
100 tals familjur, sum liva í
fátækradømi hoyrir onga
staðni heima, og eigir ikki at
koma fyri.
Í frágreiðingini kunnu vit
lesa, at 200 av 444 familjum,
sum fingu jólahjálp í fjør,
búgva í Tórshavnar komm
unu.
Tað er ongin ivi um,
at
landspolitikarir
hava
ábyrgdina av at støðan er
so vánalig, og at onki er
gjørt við henda trupulleika
seinastu árini. At lands
politiski myndugleikin onki
ger merkir tó ikki, at vit
kommunupolitikarar
bara
skulu standa á síðulinjuni
og hyggja at. Vit hava øll
eina ábyrgd av at basa
fátækradøminum.
Betri bústaðar
møguleikar
Eg fari at arbeiða fyri, at
Havnin kann vera kommunan,
sum allar familjur kunnu
búseta seg í. Fyri at vera ein
kommuna fyri øll, mugu
vit fáa ein fjøltáttaðan bú
staðarmarknað, so einligir
forsyrgjarar,
arbeiðara
familjur og fólk við styttri og
longri útbúgvingum kunnu
seta búgv. Í Havn skulu øll
hava møguleika fyri at útvega
sær ein bústað, tí mugu vit
hava lestraíbúðir, lutaíbúðir,
leiguíbúðir, íbúðir til støk,
vardar íbúðir og eldraíbúðir
o.s.v. bæði bíliga til keyps og
til leigu.
Vit mugu eisini fáa fleiri
sosialar íbúðir í kommununi
og ein sterkari sosialan profil.
Eisini er tvingandi neyðugt,
at vit fáa eina betri sosiala
skipan við bústaðarstuðli, til
tey sum ikki hava so høgar
inntøkur eitt nú lesandi og
stakir forsyrgjarar.
Hjá familjum sum eru
fíggjarliga illa fyri er bústað
armarknaðurin, sum hann er
í løtuni, steinur omaná byrðu,
og tí mugu vit sum kommuna
ganga undan og bróta uppúr
nýggjum.
Matarskipan á
dagstovnum
Í
teimum
200
familjum,
sum fingu jólahjálp og sum
búgva í Tórshavn eru nógv
100 tals børn. Tað er ræðandi
at hugsað sær til, at hjá
nógvum av hesum børnum
er tað ongin sjálvfylgja at fáa
døgverða hvønn dag. Okkara
størsta uppgáva sum komm
una og størsta hjartamálið
hjá mær, er at skapa øllum
børnum góð og mennandi
kor.
Umstøðurnar hjá hesum
børn eiga at standa ovast
á dagskránni tá nývaldu
kommunupolitikkarar fara
til verka eftir valið. Eg vil í
øllum førum stríðast fyri, at
vit fáa betra umstøðurnar
hjá hesum børnum.
Tilboðini
vit
hava
til
børn og ung eru eisini sera
grundleggjandi fyri trivnaðin
og menningina av okkara
býi. Eitt fet rætta vegin, tá
tað kemur til at bøta um
umstøðurnar hjá teimum
børnum sum hava tað allar
trupulast, er at fyrireikað og
seta í verk eina matarskipan
á
dagstovunum,
har
vit
tryggja at øll børn fáa góðan
og sunnan mat.
Havnin skal rúma øllum,
øll skulu kunna seta búgv,
liva og trívast í Havn. Vit
sum bjóða okkum fram at
stýra okkara býi eiga eisini
at tryggja, at tey sum av
ymiskum orsøkum hava ein
truplan
gerandisdag,
fáa
umstøður og tað hjálp tey
hava tørv á. Ikki fyrr enn tá
er Havnin fyri øll.
Tekur tú undir við hesum,
set so krossin við Levi Mørk á
býráðsvalinum í november.
Levi Mørk