Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Somu sømdir til allar ítróttagreinir Ítróttatilboðini til borgarar í høvuðsstaðnum eru á eini leið. Tórshavnar kommuna hevur borið so í bandi, at møguleikin at íðka ítrótt í høvuðsstaðnum er til staðar, hóast tørvur enn er á bæði hallum og fótbóltsvøllum. Tað er kommunan, sum í stóran mun er garantur fyri, at karmararnir kring ítróttin í býnum eru til staðar. Her hugsi eg serliga um hallir og vøllir av ym­ iskum slagi, men uttan tey mongu ítróttafeløgini, har nevndarlimir, venjarar og onnur áhugað gera eitt sera stórt og ofta ókeypis arbeiði, hevði ítrótturin helst ikki verið á tí støði, hann er í í dag. Sum eg havi nevnt oman­ fyri, so hevur kommunan gjørt íløgur innan ítróttin seinastu árini. Vit kunnu t.d. nevna, Tórsbreyt, fim­ leikar­høllina Fimi og ítrótt­ ar­høllina í Kollafirði, sum alt hevur verið við til at menna ítróttatilboðini í høv­uðs­ staðarumráðnum. Í býnum eru eisini fleiri fót­bólts­vøllir, hallir til innan­dura­ítrótt umframt nakrar svimji­ hallir. Góð ítróttatlilboð eru neyð­ug, skulu vit fram­hald­ andi hava trivna í Tórs­ havnar kommunu. Tað er tó ikki nóg mikið bara at økja um karmarnar fyri ítrót­tin. Nei, tað er eisini neyðugt at hyggja eftir, hvussu hesir karmar sum best verða lutaðir rættvíst til ítrótta­ greinir, feløg og tey íðkandi. Sum nú er mugu tey felag, ið nýta tær ymisku hallirnar, brúka nógva orku at fáa til vega neyðuga peningin, ið skal til fyri at rinda hallar­ leigu. Umframt at skula taka sær av teimum ungu í kommununi, mugu nevndar­ limir og onnur áhugað eisini brúka ómetaliga nógva tíð uppá at savna inn pening til hetta endamál. Sum so er tað í lagi, at leiga verður goldin fyri lænt høli, men tað er ikki í lagi, at nøkur feløg í kommuni skulu gjalda leigu fyri at kunna íðka sín ítrótt, meðan onnur feløg einki skuldu gjalda fyri sín. Verði eg valdur í býráðið, fari eg at arbeiða fyri, at t.d. hondbólts, flogbólts, fimleika- og svimjifeløg í býnum fáa somu treytir at venja ítrótt sum t.d. fótbóltsfeløgini í býnum, sum ikki gjalda leigu fyri læntu vøllirnar, sum kommunan eigur. Jákup Dam valevni á Lista E Boðanesheimið má ikki gerast ein koddi ! Brandur í Dali valevni á lista E til býráðsvalið í Havn Karmarnir hjá teimum eldru í Havnini eru munandi bøttir seinastu árini. Tjarnargarður er bygdur og Boðanesheimið verður tikið í nýtslu fyrsta dagin. Hetta eru tveir varðar í stríðnum hjá býráðnum fyri at minka um bíðilistar til eldrarøkt og eigur býráðið stórt rós fyri hetta. Boðanesheimið má tó ikki gerast ein koddi. Eldraøkið má framvegis raðfestast høgt, tá telvast skal aftur um fíggjar­ætlan á Vaglinum. Arbeiði skal gerast á fleiri hermótum. Sjálvsagt skula vit byggja ellisheim, men vit skula eisini bøta um umstøðir hjá eldri sum heldur vilja búgva heima. Hetta verður sum nú er, gjørt við heimahjálp og umlætting í styttri tíðarskeið umframt matskipanum o.a. Støðan er tó ikki haldgóð sum nú er. Skert verður á heimatænastu og av tí at býtið millum land og kommunu er sum tað er, kann kommunan bara rópa so hart sum gjørligt og minna okkara landspolitikarar á at gera sín part. Ella at lata økið, saman við tí fígging ið krevst til kommunua, so vit sjálvi kunna røkja okkara eldri borgarar við tí virðing tey hava uppiborið. Eri als ikki samdir við tey sum nevna tað eldrabyrða, men av tí at aldursbýtið í samfelagnum verður broytt, kann hetta skjótt gerast ein samfelagsbyrða um vit ikki taka málið í álvara. Um vit fáa økið flutt til kommuna er bara ein máti at takla hetta. Loysnin eitur tvørfaklig endurvenjing og røkt, Soleiðis at vit kunna hjálpa fólkið at vera har sum tey flestu vilja vera, nemliga heima í egnum heimið sum longst. ­– Myndugleikar, lands ella kommunalt, líkamikið hvør, skula seta neyðuga orku av, bæði á fíggjarliga og leiðslu­ liga økinum. – Tað skal arbeiðast tvørfakligt í víðasta týdningi, mill­um allar røktar og heilsu­ bólkar og borgarin skal setast í miðdepilin. – Tað skal leggjast dent á at hetta skal vera eitt dygd­ ararbeiði, sum skal skapa jaligt úrslit fyri borgaran, starvsfólk og sum bonus fáa vit eisini betri botnlinju í roknskapinum hjá avvarandi myndugleika. Til hetta krevst pengar, men teir pengar vit gjalda til venjing, koma meira enn tvífalt innaftur og er hetta eisini við til at økja um lívsgleðina hjá okkara borgarum. Hugburðurin til hetta skal vera at hetta er ikki ein útreiðsla, men heldur ein íløga. Vit skulu harvið hjálpa teimum eldru at vera sum longst í egna heimið. Ikki bara tí tey flestu vilja tað. Men eisini tí at vit tá velja bestu loysnina, bæði menniskasligt og fíggjarligt. Royndir í øðrum lond­ um, vísa at tvørfaklig endurvenjing, gevur úrslit fíggjar­ligt longu aftaná 2 ár. Hetta merkir tó ikki at vit ikki skulu byggja fleiri búpláss. Aldurbýti verður líðandi broytt og noyðast vit vera fyrireikaði uppá hetta. Tað eru tíanverri enn fólk, sum sita við andakt og lurta eftir andlátum í kringvarpinum, hetta tí tey eru avvarandi at fólki sum standa á bíðilista til ellis ella røktarheimspláss. Tí muga vit ikki gevast á hondum. Stríðið fyri at minka um bíðilistar skal halda áfram til bíðilistin vónandi at enda hvørvir heilt. kommunuval 2012 Eg havi mína dagligu gongd á Eystaru Bryggu og er tað sera sera deprimerandi at síggja tómu hallirnar hjá Baca­ lao. Bacalao sum í so mong ár beyðføddi nógv húski í Havn. Nú er tómt og øskukalt. Okkurt hissini tos um at kanska fer onkur undir okkurt einaferð ! HETTA ER IKKI GOTT NOKK ! NÚ FARA VIT TIL VERKA : Vit veiða í ár 150.000 tons av makreli. Hann verður trolaður, frystur og bombaður til Ni­geria og er als ongin virðis­ øking av honum. Í okk­ ara grannalondum er sera stór góðsking av markeli og sild. Makrel­ urin verður skorin, roykt­ur, koyrdir í dós osfrs., og hvør kennir ikki Makrelguff. Tað verða milliardir vunnar uppá hesa vinnu. Her á landi taka hvørki býráðs- ella landspolitikarir góðsk­ ing uppá tunguna – onki hoyrist heldur at nakar her á landi hevur roynt at etið makrelin ! ongin tosar um hvussu væl hann smakkar og hvussu stórur møgulleikar eru í hesum tilfangi sum hægri makt í stórsinni enn einaferð hevur væl­ signað Føroyar við ! Tað er upplagt at fara undir góðsking á makreli á Bacalao – tað finnast nógv útlendsk feløg sum fegin vilja gera eitt joint venture her og samstarva. Slíkt virksemi fer at geva arbeiði til nógv hundr­að fólk og eitt stórt út­flutn­ ings­virði úr Havnini ! Komið eg í býráðið vil eg arbeiða fyri slík­ari ætlan so Bacalao stend­ ur tilreiðar til næstu verð­tíð. Makrelur til havnarfólk, góðsking, útflutningur Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi