Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú blíðkar fyri hugaðum monnum og kvinnum í Havn. Býráðið fær fyrsta dagin høvi til at at taka støðu til eina ætlan um at stovna eitt íbirtarahús í Kongagøtu 7, sum Tórs­ havnar kommuna eigur. Eftir uppskoti, sum Tjóðveldi legði fyri sam­gonguna, hevur kommunan í fleiri ár roynt at fáa veru-liga og alneyðuga vinnu­ menn­ing í lag. Nú verður ásannað, at her kann ikki bíðast longur at taka ítøkilig stig. “Tíðin stendur ikki í stað, og tíðin hevur ikki arbeitt fyri Tórshavnar kommunu seinastu árini. Almennir stovnar og skúlar verða fluttir á bygd, og fiskivinnan er fánað burtur. Meiri lív kundi verið í miðbýnum og barnatalið minkar”, eru próvgrundir fyri at skipa íbirtarahúsið her og nú. Ásannað verður, at kommunan eigur at virka við til, at dyna­ mikk­urin og skapanar­ hug­u­rin hevur betri sømdir . “Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og vinnulívið má betrast. Vit mugu í tættan dia­log við vinnuna, so vinnu­ lívið kennir, at vit eru viðspælarar. Vit mugu gera karmarnar um vinnulívið meira fjøl­ táttaðar og hava eitt breið­ari fokus”. Kommunan stað­ fest­ir, at tað er gott at gera keikant og stór ídnað­arstykki, men fyri eina kommunu, sum vil framá, er neyðugt við einum breiðum vinnu­ lívs­politikk, ið skapar betri vakstarmøguleikar hjá teimum, sum hava góð hugskot. Her er nýskapanar­ húsið House of innova­ tion Tórshavn, eisini nevnt HIT-húsið, ein sera góð byrjan og eitt ógvuliga sterkt signal, ið ikki kann undirmetast. Mælt verður tí bý­ ráð­num til um fíggar­ nevndina at taka undir við, at húsið í Kongagøtu 7 verður brúkt til íbirt­ arahús. Uppskot er eisini frá stjórum komm­ ununnar um, hvussu innrættan av tveim­um teimum fyrstu hædd­ unum verður fíggjað. Innrættað verður eitt hampiligt felags skriv­stovu­høli og eisini stakar skrivstovur. Har­ aft­rat verða rúm til felags facilitetir av yms­ um slag. Ætlanin er at fáa í lag samstarv millum vinnu­lívið, sum er, og út­búgvingarstovnar í kommununi um ráðgev­ ing og verkætlanir eins og um virksemi í hús­ inum sum heild. Fróð­ skapar­setur Føroya og Vinnu­húsið havt sýnt ætl­anini áhuga. Fíggjarnevndin við­ gjørdi málið í dag og sam­tykti at taka undir. Íbirtarahús í Kongagøtu kommunuval 2012 Jógvan Arge Tórshavn valevni á Lista E Jazzur, fólk og blues Leivur Thomsen Í samfull 20 ár, frá 1984- 2004, var Norðurlandahúsið karmur um Tórshavnar Jazz, Fólka og Bluesfestival. Tað var øll árini Brandur Øssursson, sum, saman við Norðurlandahúsinum, skip­aði fyri hesum - utt­an at taka munnin ov fullan – týdningarmesta ment­anar­ tiltaki í Føroyum í nýggjari tíð (!) Í 1999 fór stjóraskifti fram í Norðurlandahúsinum. Hetta vísti seg at fáa lagnu­ tunga fylgju fyri festi­val­in. Táverandi stjórin kom til ta niðurstøðu, at Norður­landa­ húsið ikki longur skuldi hava hendan festivalin á skránni. Í 2004 varð tí gjørt av, at tað árið skuldi verða tað sein­ asta, at TJFBF varð hildin í Norðurlandahúsinum. Ístað­in skuldi partur av inni­ haldinum, sum festivalurin hevði at bjóða, fyll­ast í eitt annað tiltak, Lista­stevnuna, sum tá hevði tvey ár á baki. Hendan stevnan umfataði ALLAR lista­greinar og varð ikki bara hildin í Norður­ landahúsinum, men um ALT landið. Men Listastevnan gjørdist alt ov fløkjaslig og dýr, og dagarnir hjá hesum tiltaki vórðu tí eisini longu taldir í 2005. Við hesum hvarv hugtakið festivalur púra av býarkortinum í Havn. Tað var annars um hetta mundið, at klaksvíkingar og gøtufólk tóku dik á seg hvør við sínum festivali. Nú var tað knappiliga ikki longur høvuðsstaðurin, sum slóðaði vegin og kundi bjóða eitt stórt mentanartiltak á høgum støði. Hetta kann eg gera nakað við, um tú velur meg! Tórshavnar Kommuna hevur øll árini spælt við sum stuðli. Takk fyri tað. Mín støða er, at stuðulin skal vera nøktandi. Men eg haldi tó ikki, tað er nóg mikið bara at stuðla. Um mentanarpallurin sær út til at kólna, má komm­ unan vera før fyri at taka um endan. Kommunan kann seta fram ynski um, at vit skulu hava ein festival í býnum, sum er skipaður á leið eftir sama leisti sum TJFBF, og hevur innihald, sum er á leið tað sama í dygd. Eg tosi um tríggjar dagar á tremur við tónleiki, bæði vælumtóktum og listarliga avbjóðandi. Hetta skal verða eitt tilboð, sum er væl øðrvísi enn SF og G! Hetta er ein politisk vøgu­gongd, eg veit, tí ein ávís “armlongd” skal jú vera. Tað er jú ikki meiningin, at kommunan skal átaka sær leiklutin sum fyriskipari - kommunan skal heldur skapa møguleikarnar og lata onnur um innihaldið. Men hinvegin kann kommunan hava ávirkan á, hvør verður settur sum fyriskipari, og tað er umráðandi, at viðkomandi hevur førleikarnar í lagi. Tað er í míni verð sjálvsagt, at ein høvuðsstaður skal hava ein ordiligan festival. Eitt tiltak, har alt er undir einum taki, og sum ikki verður darvað av veðri og vindi, er hvat eg haldi, vit hava brúk fyri. Vit eru so heppin at hava Norðurlandahúsið í býnum, sum hevur sera góðar karmar. Og søgan hevur jú prógvað, at tað riggar, so hví ikki royna aftur? Tað kann vera, at nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum er sinnað at taka arvin upp. X-blues, X-jazz, X-Leivur Thomsen, ein kreativur (fólksins) politikkari á lista E Les meiri her: http:// www.politikkur.fo/ vis-leivur+thomsen- greinar <http://www. facebook.com/l.php?u=htt p%3A%2F%2Fwww. politikkur.fo%2Fvis- leivur%2Bth omsen- greinar&h=WAQHcyFEG &s=1> Úr Heimi Njarðar – Kavingarsmiðstøð í Havn Tað er ein undurføgur heim­ ur sum er beint undir vatn­ skorpuni kring okkara vakra land. Tað er sera áhugavert at síggja myndir og frásagnir sum Ingi Sørensen og aðrar kreativar eldsálir í Tórshavnar Froskmannafelag ríka okkum við. Í Orkney oyggjunum er kaving eitt munandi íkast til teirra ferðamannavinnu. Fólk úr øllum heiminum koma til Scapa Flow at kava og hyggja eftir herskipunum frá fyrra heimsbardaga sum enn eru á botni har og so sjálvandi dregur eisini vakra umhvørvi á hesum okkara grannaoyggjum. Tað er ongin ivi um at vit einum sindri av good will frá Tórshavnar Býráð er lætt at gera karmar fyri hesa vinnu. Tað skal ikki meira til enn eini 10 kavingarsett, hølisviðurskifti og einir tveir instruktørar so eru vit komin væl á vegis. Upplagt varð at td., Norðlýsið var við í slíkum virksemi og øll kenna Birgir Enni og hansara lívslanga alsk til kaving og alt tað sum okkara ríka hav gevur av skeljadjórum og fiski. Her eru veruliga møgulleikar bæði fyri kommerciellari ferða­mannavinnu og til stóra gleði hjá okkum øðrum, ung­um sum gomlum. Umframt útlendingar eri eg sannførdir um at eisini nógvir Føroyingar vildu havt áhuga at roynt at kava og vitja ríkið hjá gávumilda havgudinum Njøri, tað er ongantíð ov seint at byrja... Komi eg í Býráði vil eg stuðla Tórshavnar Frosk­ manna­felag við teirra óføru ætlanum á hesum øki. Johan Mortensen Valevni hja Tjóðveldi