mánadagur 29. oktober 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 29. oktober 2012 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kommunuval 2012
Sjósavnið
Rógvi á Rógvu
Valevni hjá Tjóðveldi
Føroyar eru miðskeiðis í
Norðuratlantshavinum við
einum ómetaligum lívfrøði
ligum margfeldni í sjónum, og
sum kunnugt er fiskivinnan
høvuðsvinna.
- Tað er tí umráðandi at
vitanin um lívið í havinum
er frammalaga í tilvitskuni
hjá føroyingum.
Føroya Sjósavn
Vit eiga at takka íbirtarunum,
sum hava lagt stóra orku og
arbeiði í at stovna Føroya
Sjósavn og ikki er at gloyma
vælvildina frá kommununi,
landinum og vinnuni.
Tað krevur nógv arbeiði
og viðlíkahald at reka Sjó
savnið. Tað er munur á slík
um savni og øðrum søvnum,
tí sjósavnið fæst við livandi
verur. Akvariini skulu t.d.
reinsast, havdjórini matast og
nýggj setast við. Skal savnið
virka sum ætlað, er neyðugt
at kør, pumpur og annað
altíð eru í lagi. Umstøðurnar
at reka savnið krevur at fólk
eru tøk allan sólarringin
hvønn dag í árinum.
Á hvørjum ári vitja
uml.14.000 fólk
Føroya sjósavn
Tey vitjandi koma t.d. frá
dagstovnum, eldrastovnum
og skúlum. Sjósavnið er
eitt náttúrligt ferðamál hjá
ferðafólki og eitt tað mest
vitjaða savnið í landinum.
Sjósavnið
skipar
fyri
mennandi tiltøkum, har ung
dómar, børn og onnur kunnu
nema sær vitan um lívið í
sjónum á okkara leiðum.
Hetta er við til at spjaða
kunnleika, og skapa áhuga
fyri tí føroyska havumhvørv
inum.
Forkunnugt savn
Ein
ónevndur
persónur
lat í 2011 Sjósavninum eitt
einastandandi savn við 403
fuglum. Hetta er sannur
fongur fyri savnið, og saman
við myndum og firvaldum,
sum eru á savninum, hevur
savnið fingið nýggjar møgu
leikar at sýna fram.
Sjósavni hevur stóran
týdning fyri okkum
og ferðavinnuna
Ein størri fígging til rakstur
hevði komið væl við og kundi
m.a. havt við sær, at fleiri
verkætlanir og onnur hav
djór vóru sýnd á savninum.
Neyðugt er, at savnið fær
størri høli til framsýning,
umframt høli til undirvísing
og gransking. Savnið hevur
onki hóskandi akfar og saknar
amboð til dagliga virksemið.
Tórshavnar Kommuna og
landið áttu at latið Føroya
sjósavni enn betri stuðul til
útbygging og rakstur. Tað
hevði verið heilt náttúrligt
at høvuðsvinnan var ein av
høvuðsstuðlunum og hevði
ein størri leiklut í fíggingini
av Sjósavninum.
Lat okkum stuðla íbirt
arum og verkætlanum, sum
eru við til at menna Havnina
sum høvuðstað!
Tá eg sum ungur AFS næm
ingur kom til Los Angeles at
ganga í skúla fyrst í sjeyti
árunum, varnaðist eg, at ein
avgerandi munur var á skúla
skipanini í Føroyum og USA.
Meðan vit í Føroyum
høvdu fimleik 2 tímar um
vikuna, so høvdu tey har yviri
ítrótt 1 tíma um dagin. Kravt
var, at tú royndi ymiskar
ítróttargreinar, so tú ikki
vandi tað sama alla tíðina og
fylgt var við í heilsustøðuni
hjá næmingunum.
Endamálið var at kveikja
áhugan fyri ítrótti og fremja
fólkaheilsuna, tí ikki var
lukkuligt at gerast sjúkur í
einum landi, har sera dýrt
var at søkja sær heilsubót,
hevði tú ikki tryggjað teg
nóg væl.
Amerikanarar vistu, at
neyðugt var at brúka kropp
in og røra seg, skuldi tú varð
veita heilsuna sum longst.
Annað er so tað, at júst
amerikanarar
í
nýggjari
tíð fullkomuliga hava mist
tamarhaldið á kostvanunum,
sum hava minst líka stóran
týdning, sum rørslan hevur.
Nýggjar kanningar (Time,
januar 2012) úr Niðurlondum
vísa nú, at tess meira børnini
røra seg, tess betri klára tey
seg í skúlanum, serliga í rokn
ing, mál og lesing.
Fysisk rørsla økir um blóð
streymin til heilan og ger, at
børnini minnast betri og hava
lættari við at koncentrera
seg. Kanningarnar prógva
eisini, at kreativiteturin hjá
børnunum økist, produktivi
teturin hækkar og sjúkra
dagatalið lækkar.
At skræða ein tíma burtur
úr skúlatalvuni til ítrótt ber
ivaleyst ikki til fyri allar
næmingarnar, tí krøvini til
frálæruna eru frammanund
an umfatandi .
Men við tí vitan, vit nú
hava,
eigur
Tórshavnar
Kommuna at síggja ítróttar
feløgini í kommununi sum
ein forlongdur og hjálpandi
armur hjá skúla- og heilsu
skipanini.
Tað er tí av alstórum
týdningi, at ítróttarfeløgini
virka optimalt, og her kann
kommunan gera nógv fyri at
bøta um viðurskiftini.
Tórshavnar
Kommunskúli í
nýggjum hami
Helgi Fossádal
valevni á lista B
Sambandsflokkurin
Tað er skilagott í einum
býi sum Tórshavn at savna
mentanarligt virksemi í ein
miðdepil heldur enn at spjaða
tað. Ein mentanarmiðdepil
gevur møguleika at fylgja
við tíðini og gevur borgarum
og feløgum medábyrgd og
frælsi at stíla fyri og taka lut
í tí virksemi, sum fer fram
á einum tílíkum staði. Við
hesum fáa vit fjølbroytni
og kunnu gagnnýta orku og
menna sosial netverk, sum
hevur stóran týdning fyri
trivna, umframt at skapa
arbeiðspláss og lív. Hetta
rákið síggja vit í øðrum stór
býum.
Tórshavnar býur tørvar
eitt tílíkt hús.
Tað er eitt eyðsýnt høvi at
nýta og varðveita eina býar
mynd sum Kommunuskúlan.
Kommunuskúlin er stórur
og liggur í býarkjarnuni og
er tí hóskiligur at nýta sum
savnaðarstaður
til
ment
anarligt virksemi. Kommunu
skúlin hevur eisini verið ein
miðdepil um mentanartiltøk
í býnum í nógv ár. Eitt tílíkt
hús skapar lív í miðbýin.
Uppskotið
Vit eiga at hugsa stórt og nýta
allan Kommunuskúlabygn
ingin til ein mentanarmið
depil og harafturat inniloka
ein part av skúlagarðinum við
eini stál- og glaskonstruktión
og fáa eitt rúmligt torg við
ljós og hita.
Í dag hevur skúlin m.a.
stóra aulu, sangstovu, tvær
fimleikahallir og nógv onnur
góð og stór høli, umframt
allar skúlastovurnar.
Kommunuskúlin
sum
mentanarmiðdepil kann hýsa:
býarbókasavni, musikkskúla,
sjónleikaraskúla, myndlista
skúla, býarsøgusavni, býarlista
savni, biografi, sjónleikarpalli,
fundar- og framsýningarhølir,
lista- og tónleikaverkstøðum
og mangt annað, sum gevur
borgarum
møguleika
at
menna sítt listahegni. Sjálv
andi eigur eitt býarsavn, eitt
søgusavn/skjalasavn at vera
her, har høvi er at granska í
tilfari um býarsøgu, byggimál,
útbygging, býarskipan, ættar
gransking o.s.fr.
Sjónleikarpallur við ney
ðugum hølum til tílíkt enda
mál kundi verið í niðaru
fimleikahøllini. Hesin sjón
leikarpallur kundi møguliga
verið nýttur burturav til Tjóð
pall Føroya, um áhugi er fyri
tí.
Skúlastovurnar
kunnu
nýtast til tónleika- og lista
verkstøð, fotolist, filmslist,
fundar- og undirvísingarhølir.
Uttanumøkið í Kommunu
skúlanum kann nýtast til utt
anduratiltøk og konsertir.
Kommunuskúlin í nýggj
um hami verður eitt serstakt
mentanarhús. Vit kunnu fara
til framsýningar, framførslur
av ymiskum slagi, á bókasavn,
vitja verkstøð og mangt
mangt annað. Her er bert
hugflogið, sum setur mørk.
Á torginum er møguleiki
fyri móttøku, lítlari sølubúð,
matstovu, kafé a la “gamla
Konditaríið”, býarbókasavn
og møguleiki fyri framsýn
ingum og pallur til fram
førslur. Torgið verður ein
hugnaligur savnaðarstaður.
Kommunan letur hølini
við tænastum til taks til borg
arar og stendur fyri rakstri,
viðlíkahaldi og øllum tí prakt
iska viðvíkjandi hølunum.
Skal mentanarmiðdepilin
navngevast er mítt uppskot
“Perlan”, tí eftir mínum tykki
verður hetta ein mentanarlig
perla.
Hetta vil eg arbeiða fram
ímóti, um eg verði valdur í
býráðið.
Finnbogi Arge
Forlongdi armurin