mikudagur 31. oktober 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í dag verður asfalterað við
nýggja eldradepilin, Boða
nesheimið, yvir við Strond
í
Havn,
og
handverkar
tuska runt fyri at avgreiða
teir seinastu snøklarnar.
Fríggjadagin skal heimið
handast kommununi.
- Tá verður eisini tað
allar mesta liðugt, sigur Jón
Danielsen, stjóri í ArtiCon,
sum hevur havt heildar
arbeiðstøkuna.
Arbeiðið hevur gingið
sera væl.
16. desember 2010 varð
fyrsta flagið loyst, og 5.
oktober í fjør varð fyrsti út
veggurin reistur.
Mangan hava slík stór
arbeiði drigið út, men so
hevur ikki verið við hes-um
arbeiðinum. Eftir upp-runa
ligu ætlanini skuldi heimið
verða liðugt 1. oktober , men
tíðarfreistin var 16. novem
ber.
Jón Danielsen sigur, at
einfalda orsøkin til, at tað
hevur gingið so væl er, at
allir partar hava hildið av-
talurnar.
- Tað er vørumerkið hjá
okkum at halda tíðarætlan
irnar, sigur Jón Danielsen.
Honum dámar væl hetta
nýggja heimið, sum hevur
ein heimligan dám og stend
ur í einum hugnaligum um
hvørvi.
Umstøðurnar hjá starvs-
fólkunum verða eisini av
bera góðar.
64 fólk fara at búgva á
Boðanesheiminum.
Minni at gera
Tá ið Articon hevur loyst
uppgávuna
á
Boðanes-
heimi-num, fer byggifelagið
at kasta seg yvir at gera
terminalin í Vágum. Onkur
smærri arbeiði eru eisini.
- Men seinastu fýra fimm
árini hava verið hørð, og vit
eru 40-50 fólk færri, enn
vit vóru í 2008, sigur Jón
Danielsen.
Randi Jacobsen
Hvørt ár hevur Búnaðar
stovan royndarveltur. Flag
veltu á Miðgerði í Kollafirði
og hyppiveltu í sandjørð á
Sandi.
Í ár vórðu sett 22 sløg nið
ur, og tað vóru bæði kend og
nýggj sløg av eplum.
Grøðin var í miðal 2-3 fold
minni fyri tey flestu sløgini
enn í fjør, sigur Peder Th.
Haahr, sum stendur fyri hes
um royndunum.
Veðrið var orsøkin til, at
árið royndist so illa. Fyrst var
tað nógv kaldari enn vanligt,
og tað mesta av mai og juni
var nógv turrari enn vanligt.
Juli og august vóru ikki so
galnir, men fleiri veltur fingu
skaða um mánaðarskiftið
august-september av nógv
um vindi, sum breyt slokkar-
nar. Hinvegin var næstan
eingin svartaspilla í ár.
Heldur seint varð sett nið
ur á Sandi, men har varð velt
an vatnað fleiri ferðir, og tað
bøtti um úrslitið.
Nýggj góð sløg
Í flagveltuni á Miðgerði
vórðu fýra nýggj ónevnd
sløg best. Mette royndist
eisini væl. Oleva og Folva,
sum hava verið millum tey
bestu í fleiri ár, vóru í ár ikki
líka góð.
Í veltuni á Sandi royndust
Oleva og Hanna væl, men eitt
nýtt slag var uppaftur betri,
og tey onnur nýggj sløg góvu
eisini góða úrtøku.
Peder Th. Haahr væntar,
at nøkur av nýggju sløgunum
eru vers at fáa til setepli
næsta ár. Eitt av teimum
kundi avloyst Raja, sum ikki
fæst longur. Raja kann tó
fáast sum vistfrøðiligt, men
tá verður tað dýrari.
Nýggju sløgini eru ymisk.
Summi geva stór epli, og
onnur geva smærri epli.
Tilmæli
Peder Th. Haahr mælir til
næsta ár at seta hesi sløg nið
ur í flagveltu: Folva, Mette,
Destiny og Hanna sum hvít
epli. Oleva, Raja og eitt nýtt
slag, sum fyribils verður
nevnt GRL-1, men óvist er,
nær hetta slagið verður at
fáa
Í moldveltu er tilmælið
hetta: Folva, Hanna og eitt
nýtt slag av hvítum eplum.
Reyð epli: Oleva, Rosagold
og eitt nýtt slag.
Raja trívist ikki í kálk
ríkari jørð.
Soppur
Aftur í ár hevur rótasoppur
verið at sæð í veltum. Eyð
kennið er heilt nógv, 20-25,
smá epli undir hvørjum
slokki og grøn vanskeplað
epli.
Tað ber til at fyribyrgja
sjúkuni við at viðgera set
eplini við einum soppadrep
andi evni.
Epli í moldveltu kunnu
setast niður til endan av mai,
men best er ikki at bíða long
ur enn til fyrst í mai. Flag-
velta gevur best úrslit við at
seta niður seinast í apríl ella
fyrst í mai.
Gamalt var at seta niður
flaggdagin.
Í ár varð alt ov seint sett
niður í fleiri flagveltum,
sum tí ikki komu nóg væl
fyri seg.
Um tað ikki regnar skjótt
eftir niðurseting, gerast fløg-
ini til torv og bugla uppeftir.
Peder Th. Haahr mælir til
at taða við klorfátøkum NPK
við nógvum kalium í ella við
Nitrofoska. 40-50 gramm til
hvørt epli gevur góða frukt
og góðan smakk, men verður
taðað ov nógv, gerast eplini
vatnutt.
Heimið er nú liðugt. Alla tíðina er hampað uttanum, so hvørt sum lonirnar eru komnar upp
Mynd: Álvur Haraldsen
Boðanesheimið liðugt
Lyklaorðið er at halda avtalur. Tað er orsøkin til, at tað hevur eydnast at fáa
Boðanesheimið liðugt til tíðina, sigur Jón Danielsen, stjóri í ArtiCon
Ússaligt eplaár
Kalda og turra veðrið tíðliga í summar gjørdi,
at eplagrøðin í ár var minni enn í fjør