Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Máttu leypa í 15 metrar høgar aldur Bárður Lydersen gjørdist kløkkur, tá tyrlan knappliga klamsaði hurðina aftur, meðan hann, skiparin og ein dekkari enn vóru umborð á Kamaro. Ein onnur tyrla kom eftir teimum trimum, men dekkarin var so illa fyri, at skiparin mátti taka hann við sær, tá hann sum hin seinasti leyp í 15 metra høgu aldurnar Leo Poulsen Tað var ein hørð byrjan, sum Bárð­ur Lydersen og tríggir aðrir før­oyingar fingu við norska línu­ bátinum, Kamaro. - Eg og tríggir aðrir føroyingar komu umborð 6. august, so hetta var bert annar túrurin hjá okkum. Ein annar føroyingur hevur siglt við Kamaro í eini fimm ár, sig­ur Bárð­ur Lydersen, sum var stýr­i­ mað­ur við norska bátin. Føroyski parturin av mann­ ingini kom úr Suðuroy, Toftum, tveir úr Havn, og so Bárður Lyder- sen úr Klaksvík. - Hendan sunnudagin royndu vit norðan fyri Bjarnoynna og settu í pettum. Vit vóru í holt við at seta annað pettið, tá undarlig ljóð komu frá motorinum, so maskin­meistarin gjørdi av at sløkk­ja, sigur Bárður Lydersen. Kamaro lá so fyri vág og vind, tó at veðrið tá ikki var so vánaligt. - Nú er so nógv hent, at eg eri um at missa dagaskilið, sigur Bárð­ur Lydersen, sum var aftur í Klaks­vík út á seinnapartin í gjár. Nú vildi so til, at eitt annað skip hjá reiðarínum endaði túr, og skuldi til lands. Teir komu so til Kamaro og tóku teir upp á sleip. - Tað gekk ógvuliga seint, og vit máttu alla tíðina ansa eftir, at sleipi­trossin ikki slitnaði, sigur Bárð­ur Lydersen. Gott at síggja Harstad Sleipitrossin, ið nýttur var, var ikki nakar veruligur sleipitrossi, og tá hann lá og gnaðaði móti klússi­num, varð endin sjálvandi tann, at trossin slitnaði. - Tá var hann rættiliga farin at øtla veðrið, so tað var eitt deiligt fornemmilsi at síggja vaktar­ skipið, KV Harstad. Tá vistu vit, at vit fingu ordiligar trossar og pro­fessionelt mannskap, sigur Bárð­ur Lydersen. Sum teir sleipa, bara versnar veðrið. - Tað gekk ikki long tíð, so var ikki meira ráðiligt at senda nakr­ an fram á bakkan at hyggja at sleipi­trossa­num, sigur Bárður Lyder­sen. Veðrið gjørdi, at sleipið gekk so seint, at Kamaro mest sum varð sleip­aður eftir liðini. - Vit gingu vakt sum vant, seks og seks, men tá so sleipitrossin aft­ur slitnaði, var hildið neyðugt at taka onnur ráð, sigur Bárður Lyder­sen. Skipini vóru tá stødd einar 30 fjórð­ingar í ein landnyrðing úr Has­vik, og veðrið var ógvuliga ringt. - Vit lógu nú aftur og róku fyri vág og vind, og skiparin á Kamaro og skiparin á Harstad samdust um, at tað ikki longur var ráðiligt at vera umborð á Kamaro, sigur Bárð­ur Lydersen. Dramatikkur At byrja við var ætlanin, at 10 av manningini skuldu stjórast upp í eina tyrlu, meðan skiparin, Bárð­ ur Lydersen sum stýrimaður, maskin­meistarin og ein dekkari skuldu verða verandi umborð á skipi­num. - Endin varð kortini, at av­gerð varð tikin um at taka alla mann- ing­ina av Kamaro, sigur Bárður Lyder­sen. So varð skipað fyri at fáa tyrlu út á økið, meðan manningin fór í bjarg­inga­rbúnar. - Ætlanin var, at tyrlan skuldi taka manningina upp av skipi­ num, men tað var skjótt greitt, í meldrinum Bárður Lydersen saman við konuni, Harriet, og børnunum frá vinstru Krista (8), Jennhild (2 ár), Natalia (4), og aftast Ólavur (15) Mynd: Eydbii Myndir