Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum at hetta ikki var ein gongd leið. Skipið rullaði alt ov illa til, at tað læt seg gera, sigur Bárður Lyder­ sen. Einasta loysnin var tí, at mann­ingin, ein og ein, lupu í havið og baksaðu seg nakað út frá skipi­num, áðrenn teir so vórðu stjó­rað­ir upp í tyrluna. - Mest ræðandi løtan var, tá vit skuldu loypa í havið. Skipið hivar og slær so niður aftur, og mest ræð­andi tankin var, at fáa skipið í høvd­ið, áðrenn tú náddi so frægt út­frá, sigur Bárður Lydersen. Farið varð so undir bjarganina, og tað var ikki bara sum at siga tað. - Bjargarin í tyrluni varð lorað­ ur hálvan veg niður á sjógv, og gav so manningini boð um, nær teir skuldu loypa, sigur Bárður Lyd­er­sen. Illa fyri Menninir vórðu so stjóraðir ein og ein upp í tyrluna. - Tað var langt frá vandaleyst og ikki sørt dramatiskt at loypa í hav­ið í 14-15 metra høgum aldum. Men har var einki annað at gera, sig­ur Bárður Lydersen. Tá so Bárður Lydersen, skip­ arin og ein dekkari eru eftir um­ borð á Kamaro, klamsar tyrlan knapp­liga hurðina aftur. - Vit vóru sjálvandi illa við og fóru inn í stýrhúsið at fáa at vita, hvat nú var á vási. Vit fingu tó beinanvegin at vita, at tað fór at verða plásstrot í tyrluni, og haraftrat hevði hon verið so leingi á feltinum, at brennievnið fór so smátt at ganga undan, sigur Bárð­ur Lydersen. Teir fingu kortini at vita, at ein onnur tyrla var á veg, og fór at verða skjót. - Tað gekk heldur ikki long tíð, so var seinna tyrlan har. Men vit høvdu ein trupulleika, tí dekk­ar­ in, sum var eftir umborð saman við mær og skiparanum, var illa fyri og vildi ikki loypa í havið, sig­ ur Bárður Lydersen. Har var tí ikki annað at gera, enn at Bárður mátti loypa í havið sum triðseinastur. - Tá eg var komin upp í tyrluna var einasta loysnin, at skiparin tók dekkaran við sær, og teir lupu so báðir í havið í senn, sigur Bárð­ ur Lydersen. Ikki veruliga bangin Heima í Klaksvík sat kona Bárð, Harriet Lydersen, og bíðaði at frætta nærri frá manninum. - Eg má rósa reiðarínum fyri góða kunning. Eg fekk støðuga og góða kunning frá einum róligum og fyrikomandi umboði frá reiðar­ínum, so eg var ongantíð veru­liga óttafull, sigur Harriet Lyder­sen. Hon gjørdist tó ikki heilt rólig, fyrr enn Bárður Lydersen kundi ring­ja heim og siga frá, at hann hevði fingið fótin á fasta jørð aft­ur. - Og tað var ein lætti at fáa fótin á norska jørð. Vit sam­laðust so allir í hangaruni hjá bjarg­ingar­ tyrluni, og har fingu vit heitt at drekka umframt sodavatn og saft, sigur Bárður Lydersen. Heldur ikki hann var veruliga bangin. - Eg hevði roynt at lopið í havið áður, so eg visti, hvat tað gekk út upp á. Men sjálvandi er tað dramatiskt at loypa út í 15 metra høgar aldur, sigur Bárður Lydersen. Teir nýttu høvið at stilla seg á rað og taka í hondina á tyrlumanningunum, hálsfevna teir og takka teimum fyri bjargingina. - Tað var ein góð løta, sigur Bárður Lydersen. Vita um eina viku Tað eydnaðist KV Harstad at sleipa Kamaro til lands, har skaðar­nir verða mettir. - Sleipitrossin gnaðaði so nógv í klússið, at tað fór ígjøgnum. Eisini skal maskinan umvælast, og nú skipið er komið til lands, og skaðarnir eri sýndir, vísir tað seg, at gerast størri umvæling enn av fyrstan tíð mett, sigur Bárður Lydersen. Føroyska manningin kom sum nevnt til Føroya seinnapartin í gjár, og teir hava nú nakrar dagar at summa seg í. - Vit fáa at vita komandi týsdag, hvussu verður við skipi­ num. Reiðaríið hevur givið okk­ um fríar teymar at gera tað, vit vilja. Um vit hava hug at taka ein frít­úr, so ber tað til, sigur Bárður Lyder­sen. Sjálvur hevur hann ikki tikið endaliga støðu enn. - Men sum tað sær út nú, so farið eg við aftur, tá skipið fer nýggjan túr. Sum danir siga, at dettur tú av hestinum, ræður um at koma í saðilin aftur beinanvegin. Nú fáa vit at síggja, sigur Bárður Lydersen, sum fer at njóta dagarnar heima hjá familjuni. Bárður Lydersen heima aftur eftir ein baldrutan túr við Bjarnoynna Mynd: Eydbii Myndir