Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Fyrsta stigið at steðga eini syrgi­ligari lagnu er at vit boða myndugleikum frá, tá ið børn eru fyri ágangi ella mis­røkt. Tað sigur Oddbjørg Balle, leið­ari á Barnaverndarstovu Føroya. Í summar samtykti Løg­ ting­ið nýggjar og strangari regl­ar fyri, nær og hvussu vit hava skyldu at boða myndug­leiku­num frá, tá ið børn eru fyri harðskapi ella mis­røkt. Og nú eru Barna­vernd­a­r­ stov­an, Almanna­mála­ráðið, Heilsu­málaráðið, Menta­mála­ ráð­ið, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Før­ oya, og fútin, farin undir eitt mið­víst átak at varpa ljós á frá­boðanarskylduna. Hetta er eitt átak, sum varar líka til 2015 og har ætlan­in er at greiða frá, hvat skyld­an ber í sær at boða frá, tá ið børn eru fyri ágangi ella verða misrøkt. Størri ábyrgd Í hesum sambandi var kvøld­seta í Norð­ur­landa­ húsi­num í farnu viku, har Jonhard Kletheyggj, leið­andi løgfrøðingur í Heilsu­mála­ ráðnum og í Al­man­na­mála­ ráð­num, greiddi frá, hvørjar skyld­ir og ábyrgdir liggja á hvørj­um starvsfólki, sum hava við børn at gera. Men eisini vanlig fólk hava beinleiðis skyldu at boða frá, varnast tey, at børn ikki hava tað gott. - Tað nýggja er, at nú hava starvsfólk, sum fáast við børn í sínum dagliga yrki, og sum hava varhugan av at tey eru fyri ágangi, ella verða mis­røkt, hava bein-leið­is skyldu til at boða barna­ vernd­ini frá, greiddi Jonhard Klett­heyggj. Áðrenn var tað so, at, at starvs­fólk skuldu bara boða frá, tá ið tey fingu kunnleika til, at børn verða misrøkt ella eru fyri ágangi. - Men nú er frá­boðan­ar­ skyld­an sostatt herd, soleiðis, at nú skal eisini boðast frá, tá ið starvsfólk hava orsøk til at halda, ella varhugan av, at okkurt er galið. Og tá ið tosað verður um fakfólk í hesum høpi, verð- ur ikki bara hugsað lærar­ar, peda­g­ogar og heilsu­frøð­ing­ ar. Fráboðanarskyldan fevnir um øll, sum hava eitt arbeiði, har tey hava við børn at gera, eisini sjúkrarøktarfrøðingar, tann­læknar, læknar, sálar­ frøð­ingar, fysioterapeutar, ergo­terapeut­ar, sosial­ráð­ gev­ar, da­g­stovna­leið­ar­ar, dag­røkt­ar­ar og prestar. Men tað sama er eisini gald­andi fyri onnur, ið hava eitt starv, har tey hava við børn at gera, eitt nú pri­vat vinnurekandi, sum vei­ta veita børnum so­si­al­ar tæn­ ast­ur ella ráð­gev­ing í sam­ ban­di við at­ferð­ar­trupul­ leikar, upp­aling og ann­að. Bróta ikki tagnarskylduna Jonhard Klettheyggj ger eisini vart við, at skyldan at boða barnaverndunum frá kemur fram um tagnar­ skyldu­na. - Tað merkir, at starvsfólk kunnu ikki lata vera við at boða barnaverndunum frá slík­um viðurskiftum tí eru bang­in fyri at bróta tagn­ar­ skyldu­na, tí tað gera tey ikki. - Tagnarskylda snýr seg um at lata upplýsingar frá sær av órøttum. At boða frá ágangi ímóti børnum, ella at børn verða misrøkt, er ikki at geva upplýsingar frá sær av órøttum og tí gongur tað fram um tagnarskylduna. Tann, sum boðar frá skal vera navngivin. - Tað merkir so, at familjan fær kunnleika til, hvør tað er, sum hevur boðað frá. Hin­ vegin kunnu viðkomandi starvs­fólk afturfyri vísa á, at tað hevur beinleiðis skyldu at boða frá og kann verða revs­að, um so er, at tað letur sum onki. - Men tað skal vera ein frá­boðan eftir eini ítøkiligari met­ing, har starvsfólkini út frá síni faklig vitan, varnast, at okkurt er áfatt. Talan kann vera um alt møgu­ligt, heilt frá vanrøkt við tað, at børnini ikki hava mat­pakka við í skúla, eru skit­in og órøkt, til ein ill­ gruna um kynsligan ágang og harðskap. Hinvegin vilja fakfólk sjálv­andi altíð fyrst um­ hug­sa, um talan er um ein trupulleika, sum kann loys­ ast í skúlanum ella barna­ garði­num, ella har, barnið er, kans­ka saman við familjuni. - Starvsfólk hava eisini skyl­du til at kunna for­eldr­ini, áðrenn tey boða barna­vernd­ ini frá. Men er talan um beinleiðis revsi­verd viðurskifti, eitt nú kynsligan ágang ella harð­ skap, skal tað ikki gerast, tí tá eiga starvsfólkini at fara til myndugleikarnar bein­an­ veg­in. Jonhard Klettheyggj stað­festi somuleiðis, at frá­ boðan­ar­skyldan hjá starvs­ fólki er persón­lig. Tað merkir, at tað er hvørt ein­stakt starvsfólk hevur skyldu at boða frá, tá ið tey varn­ast okkurt illgrunasamt. Tey skulu sostatt ikki fyrst venda sær til leiðsluna á barnagarðinum ella skúla­ num, ella hvar tað er, við máli­num, ella fyri at fáa loyvi at boða frá. Munur á Fráboðanarskyldan fer mun á fólki, sum hava við børn at gera í sínum starvi, og øllum øðr­um borgarum. Vanlig fólk hava skyldu til at boða barnaverndini frá, tá ið tey fáa kunnleika til, at for­eld­ur ella annar upp­alari van­røk­ir, meinslar ella mis­ nýt­ir eitt barn. Men vanlig fólk kunnu vera dulnevnd, tá ið tey boða frá. - Tá ið starvsfólk boða frá ein­um máli, gera tey tað sum pro­fessionell starvsfólk við sínari vitan, har tey brúka sína fakliga kunnleika sum grund­a­rlag. Men vanlig fólk, sum vilja gera vart við viðurskifti, sum barnavernd Fyrsta stig at bjarga eini syrgligari lagnu BARNAVERND Tey, sum fáast við børn hava nú fingið størri ábyrgd og størri skyldu at boða myndugleikunum frá, tá ið børn eru fyri ágangi, ella verða misrøkt Tagnarskylda snýr seg um at lata upplýsingar frá sær av órøttum. At boða frá ágangi ímóti børnum, ella at børn verða misrøkt, er ikki at geva upplýsingar frá sær av órøttum Skyldan at fráboða barnaverndini um óreglulig viðurskifti, snýr seg eisini um tað ófødda barnið