mikudagur 31. oktober 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
barnavernd
eru galin, eru ofta fólk, sum
standa barninum og familju
ni ógvuliga nær, ein omma,
ein fastur, ein granni, ella
okkurt sovorðið.
- Skulu tey vera navn
givin, er vandi fyri, at at
familjan, sum verður klagað,
slær hondina av teimum og
at barnið, kært verður um,
sostatt eisini missur sam
bandi við kæraran.
Í hesum føri er bara talan
um, at fólk gera barnavernd
ina varuga við, at tey halda,
at okkurt ikki ruggar rætt.
So stendur tað til barna
verndina sjálva at kanna um
viðurskiftini og vita um hald
er í illgrunanum.
Kemur barnaverndin til
somu
niðurstøðu,
verður
málið tikið upp og tá er tað
ikki tann ónavngivni fráboð
arin, sum reisir málið, men
barnaverndin.
Skyldan hjá starvsfólki,
sum arbeiða við børnum,
at boða frá, fevnir bara um
viðurskifti, tey koma fram á
í sínum starvi.
Tá ið tey hava frí, hava tey
somu fráboðanarskyldu sum
øll onnur.
- Vit kunnu hugsa okkum
eitt dømi um ein lærari, sum
hevur barnið hjá grannanum
í skúlanum, men sum onki
varnast
við
barninum
í
skúlanum.
- Men um kvøldið fær
hann illgruna um, at okkurt
er á vási, so skal hann boða
barnaverndini frá.
Men hetta merkir so
eisini, at skótaleiðarar, ítrótt
arleiðarar, samkomuleiðarar
og onnur, sum eru um børn
og ung í frítíðini, uttan at
hava tað sum starv, hava
ikki fráboðanarskyldu sum
starvsfólk, men bara sum
vanligir borgarar.
Ófødda barnið
Jonhard Klettheyggj leggur
eisini dent á, at skyldan at
fráboða barnaverndini um
óreglulig viðurskifti, snýr seg
eisini um tað ófødda barnið.
- Tað stendur beinleiðis í
lógini, at bæði starvsfólk, og
fólk annars, hava skyldu at
boða barnaverndini frá, tá ið
mett verður, at kvinna, ið er
við barn, hevur tørv á stuðli,
eitt nú vegna rúsevnismis
nýtslu, sosialum ella sálar
ligum ávum.
Tá ið barnaverndin hevur
fingið eina fráboðan, skal
hon í seinasta lagi eina viku
seinni, kanna málið og meta
um, antin kanningar skulu
setast í verk ella ikki.
Har talan um um starvs
fólk, sum boðar frá, skal
Barnaverndin
eisini
siga
teimum frá, at fráboðanin er
móttikin.
- Tá ið fakfólk boða barna
verndini frá, hava tey krav
upp á at fáa eina afturmeld
ing um, at fráboðanin er
komin í rættar hendur.
Tá ið lógin varð smíðað,
var ætlanin, at fakfólk, sum
boða barnaverndini frá ein
um máli, skuldi eisini fáa at
vita frá barnaverndini, at
nakað er gjørt í málinum og
at tiltøk eru sett í verk.
Tað skuldi tó ikki upp
lýsast akkurát, hvørji tiltøk
eru sett í verk, ella hvør tann
ítøkiligi trupulleikin er.
Men hesa ásetingina gjør
di Løgtingið so av at strika, tí
hildið var, at tað var nóg mik
ið, at fráboðarin fekk eina
móttøkuváttan.
Leys av málinum
Jonhard Klettheyggj stað
festir, at tað hevur ofta
ørkymlað tey, sum boðað
barnaverndini frá, at tey
onki hava hoyrt aftur.
So eru tey komin til ta
niðurstøðu, at tey hava boða
frá, men at onki hendi í. Tað
hevur eisini fingið summi at
halda, at tað nyttar onki at
boða frá, tí onki verður gjørt
við tað kortini.
- At onki hoyrist aftur,
merkir als ikki, at onki hend
ir í málinum, sigur Jonhard
Klettheyggj.
Barnaverndin skal nevni
liga ikki siga fráboðaranum
frá, hvat hendir í teimum
einstøku málunum.
- Tann, sum boðar barna
verndini frá einum máli
hevur gjørt sína skyldu og
so er viðkomandi fráboðari
leysur av málinum. Síðani er
tað myndugleikin, sum hev
ur skyldu at eftirkanna frá
boðanina at vita um tiltøk
skulu setast í verk.
- Øll hava fráboðanarskyl
du, men tað er barnaverndin,
sum skal viðgera fráboðanina.
Kunnu revsast
Løgfrøðingurin
staðfesti
eisini, at verður fráboðanar
skyldan ikki hildin, kann tað
verða revsað.
Tann, sum verður varugur
við óreglulig viðurskifti, men
ikki boðar barnaverndartæn
astu frá, kann revsast við
bót ella hefti upp til tríggjar
mánaðir, segði hann.
Annars man tað vera
sjáldan, at nakar verður revs
aður fyri at hava misrøkt
sína fráboðanarskyldu.
- Men hetta er ein lyftur
fremstifingur, sum minnir
okkum á, at røkja vit ikki
okkara skyldur á hesum øki,
kunnu vit verða revsað, sigur
Jonhard Klettheyggj. Annars
staðfestir hann, at fráboða
narskyldan í sær sjálvum
loysir ongan trupulleika.
- Skal tað eydnast at loysa
trupulleikan, hevur tað eisini
avgerðandi týdning, at tey,
sum skulu eygleiða og meta
um standin, børnini eru í,
hava neyðugu fortreytirnar
fyri at gera tað. Og somuleiðis
mugu myndugleikarnir, sum
skulu handfara málini, hava
neyðugu fortreytirnar til tað
segði Jonhard Klettheyggj.
Fráboðanarskyldan
fevnir um øll, sum hava
eitt arbeiði, har tey hava
við børn at gera, eisini
sjúkrarøktarfrøðingar,
tannlæknar, læknar, sálar
frøðingar, fysioterapeutar,
ergoterapeutar, sosialráð
gevar, dagstovnaleiðarar,
dagrøktarar og prestar
Betri vard
Áðrenn var tað so, at, at starvsfólk skuldu bara
boða frá, tá ið tey fingu kunnleika til, at børn
verða misrøkt ella eru fyri ágangi. Men nú er
fráboðanarskyldan sostatt herd, soleiðis, at nú
skal eisini boðast frá, tá ið starvsfólk hava orsøk
til at halda, ella varhugan av, at okkurt er galið.
Men eisini vanlig fólk hava skyldu at boða frá