Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg var bangin og óttafull. Og eg longdist eftir at onkur gjør­di nakað. Men ongin gjørdi nakað og eingin segði nakað. Maud Wang Han­sen, for­ kvinna í Pedagog­felag­num, er vaksin upp í einum heimi við ógvusligum harðskapi. Men ongin gjørdi nakað við tað og ongin tosaði um tað! Barnaverndarstovan, SSP samstarvið, løgregla og lands­stýrið eru farin und­ir eitt átak upplýsa um, hvus­ su stóran týdning tað hevur at boða frá, tá ið børn ikki hava tað gott. Á kvøldsetu í farnu viku, har dentur varð lagdur á skyldu­na, vit øll hava at boða frá, tá ið ágangur verð­ur framdur ímóti børn­ um, ella tá ið børn verða mis­røkt, møtti forkvinnan í Pedagogfelagnum upp at greiða fra sínum egnu barna­árum og at leggja dent á, hvussu stóran týdning tað hev­ur, at vit øll taka hesa frá­boðan­ar­skyldu í álvara. - Eg vóni, at hereftir fara vit ikki bara at lata hurðina upp, tá ið onkur bankar upp á á miðjari nátt, segði Maud Vang Hansen. - Eg vóni eisini, at vit fara at lata munnin upp og at bróta tøgnina. - Vit fara at rætta hond­ ina út til tey, sum eru rakt av harðskapi og at hjálpa teimum at seta orð á. Ongin tosaði um tað Á nógvum økjum hevði Maud Wang Hansen ein barn­dóm, sum fá munnu øvunda henni. - Eg vaks upp í eini kjarnu­familju við mammu, pápa og einum lítlabeiggja. Men tað var ein kjarnu­ familja, sum var merkt av ógvusligum harðskapi. - Eingin sá á okkum, at vit vóru serlig, tí vit møttu van­ligari virðing ímillum fólk. - Men ongin hevur nakran­tíð tosað um harð­ skap­in. Tað vóru ikki stund­ ir til at tosa um tað, ella kanska var bara tað tí, at ongin tordi at tosa um tað. Hinvegin hevur hon sjálv gjørt sær nógvar tankar um, hvat tað hendi, hvussu tað hev­ur ávirkað hana. Í dag er hon at kalla leys av skuldarkenslu og er ikki long­ur tyngd av barna- og ung­dómsárunum. Og hon vil ikki hava, at fólk skulu sita eftir við eini kenslu av, at tað er so synd í henni. Veit ikki hví Tað var pápi Maud Vang Han­sen, sum varð ógvuliga harð­ligur og hon sigur, at tað mest var mamman, sum varð fyri harðskapinum. - Men frá tíð at eg varð stór genta í skúlaaldri, gekk tað eisini útyvir meg. Hon sigur, at harð­ skapurin var afturvendandi, men hon hevur ongantíð fun­n­ið útav, hví pápin var harð­ligur. - Tá ið friðurin hevði lagt seg aftur eftir ógvuligan harð­skap –tað var ofta dagin eftir- kom pápi mín ofta til mín og segði, at tað, sum hendi í gjár, var ikki sum tú heldur, tí her er alt í lagi og pápi elskar tykkum øll. -­ Sum oftast segði ongin nakað um tað, sum var hent. Eg ­bíðaði, men munnanir vóru afturlætnir. Maud Wang Hansen sig­ur, at hon føldi á sær, at okkurt ruggaði ikki rætt og tí varð hon bangin og ótta­full. - Eg átti ein fittan pápa, sum lærdi meg, sum nógv. - Men kanska var tað nett­upp tí, at eg var so ørkyml­að. Mamman mín og beiggi mín vóru still og friðarlig og tí fór eg at ivast í mær sjálv­ari. Eg fór at hugsa um, at kanska var tað mín skyld. - Eg føldi á mær, at vit vóru ikki sum onnur, men eg segði onki, tí eg skamm­ að­ist. Hon sigur, at fyrstu ferð, harð­skapurin hendi alment, hugs­aði hon, at nú vitstu onn­ur tað so eisini. - Men ongin segði nakað. Hon sigur, at hon skilti ikki meiningina við nøkrum, tí øll lótu sum einki. - Mær longdist eftir, at onk­ur tosaði við meg, at onkur breyt tøgnina. H­on droymdi eisini ofta um, at onkur kom og tók tey bæði systkinini við sær. Hon bað og bønaði mammu sína um at flyta við teim­um onkustaðni langt burt­ur. Men tað kundi ikki koma upp á tal, tí vit vóru ein familja og vit hoyrdu sam­an, øll fýra og vit vóru góð við hvønn annan. - Eg var ørkymlað og visti ikki hvat virði eg hevði. Eg var bangin fyri at gera nakað skeivt og eg fekk eina veruleikafjara fatan av teimum vaksnu og mær sjálv­ari. Maud Vang Hansen sigur, at ístaðin legði hon seg eftir at vera nummar eitt í næstan øllum, hon tókst við. Torført at látast sum einki Hon sigur, at mangan hildu tey ondini, beiggi hennara hon hon, og goymdu seg Onkuntíð rýmdu vit av hús­um á miðjari nátt, illa ílatin og viðhvørt lukkaðust vit ikki so frægt sum at lata okk­um í skógvar. - Vit runnu undan rópu­ num og skríggjunum og undan húsunum, sum brotn­aðu sundur ímeðan vit lógu og svóvu. - Vit runnu til vit ikki ork­aðu meiri og bankaðu upp á hjá onkrum, vit ken­ du, og sluppu inn. Tey tóku væl ímóti okkum og vit vóru trygg. Men dagin eftir var alt aftur sum vanligt og vit fóru hvør í sínum lagi í barna­garð og í skúla og til ar­beiðis. - Eg minnist serliga aftur á lærar­an, sum rúmaði meg, tó uttan at siga nakað. Eg minn­ist ommurnar, sum tóku meg til sín, uttan at siga eitt orð, men sum oystu kærleika og vísdóm inn í mítt lív og lærdu meg ongan­tíð at døma onnur. - Eg minnist eisini, hvussu torført tað var hjá mam­mu at lata sum onki og eg minnist løtur, har løgreglan fór avstað aftur, uttan at tosa við okkum børn um, hvat var hent, ella spyr­ja, hvussu vit høvdu tað. Maud Wang Hansen sigur, at pápin, sum var harð­lig­ur, var bæði raskur og høgt í metum. Men var nívdur av angri og ringari samvitsku og tá ið hann ikki orkaði at stríðast longu, doyði hann bara 43 ára gamal. - Tá fekk eg frið við pápa mín, við mannin, eg elskaði og ræddist, við mannin eg skýggj­aði og vildi læra at ken­na. Nógvir tankar Hon sigur, at síðani hevur hon gjørt sær nógvar tank­ ar um tað, sum hendi heima hjá teimum og um, hví tøgnin er so sterk í Før-oy­ um. - Tað snýr seg partvís um skomm og partvís um at verja onkran, antin ein sjálvan ella onkran annan. - Sostatt bera vit loyni­ dóm­in víðari ígjøgnum lívið, sam­an við øllum teimum, ið ikki tora at bróta tøgnina. Tá ið Maud Wang Hansen var eini 15 ár, var hon so leidd og móð av harðskapi, at hon setti sær fyri, at ein vakr­an dag fór hon at langa til aftur. - Tað er júst hetta, eg haldi, eg geri nú, sigur hon. Sum forkvinna í Peda- gog­felag­num stríðist hon fyri góð­um arbeiðskorunum hjá peda­gonunum. - Hesi starvsfólk hava eina ómetaliga stóra ábyrgd at skapa penning og trygg­ leika hjá børnum og ungum. Maud Wang Hansen sigur, at ein týðandi partur av hesi ábyrgd er at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru góð fyri barnið ella tann unga. Hon heldur, at tað ligg­ur ein sera stór ábyrgd á fak­ fólki, kanska serliga á peda­ g­ogum sum dagliga arbeiða við børnum og ungum. - Tit, sum dagliga møta børnum, ungum og familjum, sum eru fyri harð­ skapi, mugu vera á serliga ans­in. - Tosi við tey og seti orð á tykkara iva. - Við teimum átøkum, sum nú fara at verða sett í verk, fara vit at ganga á odda at bróta tabu og taka stig til at møta teimum harð­skap­s­raktu. - Tað skal vera mín vón, at frá í dag fara vit ikki bara at lata hurðina upp, tá ið onkur bankar upp á á miðj­ari nátt. Vit fara eisini at larta munnin upp og at bróta tøgnina. - Vit fara at rætta hond­ ina ímóti teimum, sum liva við harðskapi og at hjálpa tei­m­um at seta orð á, segði Maud Wang Hansen. barnavernd Eg var bangin og full av ótta BARNAVERND Eg eri vaksin upp í einum heimi við ógvusligum harðskapi, men ongin segði nakað, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum Vit fara at rætta hondina út til tey, sum eru rakt av harðskapi