Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Seinasta fríggjadag kom Súlan, sum sigldi fyri Rituna á fugloyar- og svínoyarleiðini, i neyð út fyri Svínoynni, tí eitt rør brotnaði. Maskinrúmið var hálvt undir í sjógvi. Súlan kallaði á Tórshavn Radio og bað um hjálp. - Eg rópti, at eg var bara 20 minuttir frá teimum at sigla, sigur Kennet Justesen, sum henda dagin førdi fjallfólk við báti sínum Svartakletti við heimstaði í Hvannasund. Hann hevði tá júst sett fjallfólkið í land. Fimm fólk vóru umborð á Súluni, harav trý ferðafólk. Teir á Súluni fingu tamar­ hald á støðuni. Annar av monnunum á Súluni fór umborð á Svarta­ klett, og so fóru teir at sleipa. – Tað var tungt at sleipa, eisini tí veðrið var so vánaligt, sigur Kennet Justesen. Tað tók tríggjar tímar at koma inn í Sund. Tá ið alt var av, ringdi Kenn­et Justesen til Strand­ ferðsl­una, men hann og Con­ rad Gaard Joen­sen, rakst­ rar­leiðari á Strand­ferðsluni eru ikki heilt samdir um innihaldið av tí samrøðuni. - Eg fekk at vita, at eg bara skuldi senda eina rokn­ ing upp á 1500 krónur. Ta upp­hæddina helt eg vera láturliga, tí bara sleipið vardi í tríggjar tímar, og oljan er dýr. Tí havi eg onga rokning sent enn, sigur Kennet Justesen. – Hatta var ikki so, sigur Conrad Gaard Joensen, Hann sigur, at teir vóru púra samdir um, at Kennet Justesen skuldi hava 2000 krónur til bátin um tíman, og tímatalið varð sett til fimm. – Hatta var nakað annað, sigur Kennet Justesen. Kennet fær størri samsýning Strandferðslan lovar Kennet Justesen 10.000 krónur afturfyri, at hann við báti sínum Svartakletti seinasta fríggjadag bjargaði Súluni við fimm fólkum umborð Tær tíma ikki í bý­ ráðið Randi Jacobsen Fyri átta árum síðan gjørdu kvinnurnar í Fugla­firði ein vørr. Tær gjørdu kvinnulista og fingu tvær kvinnur vald­ ar í býráðið. Men í ár er eingin kvinnu­listi, og hvørgin av kvinnunum í býráð­ num Kristina Larsen ella Elisabeth D. Eldevig Olsen stilla uppaftur. Kristina Larsen sigur, at henni hevur dámt býráðsarbeiðið væl, men beint nú raðfestir hon øðrvísi. Hon útilokar tó ikki, at hon ikki roynir aftur eina aðru ferð at stilla upp. Tað sama sigur Elisa­beth D. Eldevig Olsen. Hon heldur tað ikki vera rætt at sita í kommunustýrinum ár út og ár inni. Tað er eftir hennara tykki rætt at fara út eitt skifti, men so ber til at fara inn aftur. Tað var ikki arbeiðs­ byrðan, sum fekk hana til ikki at stilla upp aftur hesa ferð. So strævið var tað heldur ikki, sigur Elisa­beth D. Eldevig Ol­ sen. Hon hevur framvegis líka stóran áhuga fyri kommunala arbeiðinum, og tað harmar hana nógv, at kvinnur so treyð­ugt vilja stilla upp. Eggjar øðrum til at royna – Eg havi mælt fleiri kvinnum til at stilla upp, og eg havi eisini givið monnum uppskot um kvinnur at ringja til og biðja tær stilla upp, men tær flestu hava borið seg undan, sigur Elisabeth D. Eldevig Olsen. Hon vísir aftur, at kvinn­ur ikki kenna seg væl á einum lista mill­ um menninar, og hon hevur eisini hoyrt menn í býráðnum halda tað vera spell, um ongar kvinnur koma í býráðið, tí tørvur er at hoyra teirra sjónarmið eisini. – Eg veit ikki, hvat bag­ir, men eg hugsi, at nógvar kvinnur mest hugsað um nærum­ hvørvið, heim, mann og børn. Tað liggur so djúpt í kvinnum. Men hetta er sera spell, tí kvinnur hava nógv at gera í polit­ iska arbeiðinum. Onkur gitir, at tað er trekari at fáa kvinnur at stilla upp í eini komm­ unu, har vinnan vigar so nógv. Hvørgin av kvinnunum í býráðnum í Fuglafirði stillar upp aftur, og bara fimm av 24 valevnum eru kvinnur Súlan, sum vanliga siglir millum Sørvág og Mykines, avloysti Rituna á fugloyar- og svínoyarleiðini í nakrar dagar, men so fekk Súlan eisini skaða Ein elkaðal millum Ísland og Føroyar kann geva føroyska elbrúkaranum møguleika at keypa varandi orku úr Íslandi, og samstundis vil hann sum frálíður møguliga verða eitt fyrsta stig móti at knýtt londini bæði upp í ein felags evropeiskan orku­ marknað, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, og íslendski starvsbróðurin, Steingrímur J. Sigfússon, hava í dag undirskrivað av­ talu um samstarv innan orku­økið. Avtalan er eitt so­kallað Memorandum of Understanding (MoU) og varð undirskrivað á Norður­ landaráðsfundi í Helsinki. Høvuðsendamálið er at kanna møguleikan fyri at leggja ein undirsjóvar elkaðal millum Ísland og Føroyar til at flyta varandi orku. Í 2007 gjørdu Jarðfeingi og íslendski Orkustofnun kann­ ing av møguleikunum fyri einum elkaðali millum Ísland og Føroyar. Niðurstøðan var, at ein elkaðal neyvan hevði loyst seg fíggjarliga, um ikki føroyska elnýtslan veksur munandi, hóast hvørki løg­ frøðiligar ella tekniskar forð­ ingar tyktust vera fyri eini slíkari verkætlan.   Síðan kanningin varð latin av hondum, er enn størri dentur lagdur á at leggja um til varandi orkukeldur, um­framt at stór tøknilig menning er farin fram innan undirsjóvar elkaðalar. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at før­ oyska elframleiðslan í 2050 einans skal koma frá var­ andi orkukeldum. Sum nú er, koma umleið 60 pro­ sent av elframleiðsluni frá olju, umframt at so at siga øll upphiting er tengd at olju. Um málið hjá lands­ stýr­inum skal náast, er neyð­ugt við umfatandi út­ bygg­ingum innan varandi orku­framleiðslu  og innan tøkni at goyma hesa óstøð­ ugu orku. Í tí sambandi er tað eisini áhugavert at kanna møguleikan fyri at keypa varandi orku úr Ís­landi, umframt at kanna útlitini fyri at selja egna yvirskots­ framleiðslu av varandi orku. Tað vera Jarðfeingi og ís­lendski Orkustofnun, sum í tøttum samstarvi við orkufeløgini í báðum lond­ um, fara at standa fyri kann­ ingini, sum skal vera liðug við árslok 2013. Føroyar og Ísland í orkusamstarv