mikudagur 31. oktober 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Fríggjadagin 2.november er
aftur loyvt at skjóta harur,
og ymiskt bendir á, at tað
er nógv til av haru í ár. Ofta
verður sagt, at hevur várið
og summarið verið gott, er
minni av haru til, men sam
bært
náttúrufrøðinginum,
Jens Kjeld Jensen, fer hetta
ikki at halda í ár.
- Tað skuldi ikki undrað
meg, um hetta verður eitt
gott haruár. Fólk hava sæð
rættiliga fitt av haru, hóast
vit hava havt eitt gott summ
ar, sigur Jens Kjeld Jensen.
Nógv hara at síggja
Orsøkin til at eitt gott
summar ofta verður sett í
samband við eitt vánaligt
haruár er, at í góðum veðri
leggur haran ungar úti, og
tá er ikki óvanligt, at ravnur
tekur fleiri ungar. Hinvegin,
eru várið og summarið vát,
leggur haran inni, og fleiri
ungar yvirliva.
Tað er torført at siga við
vissu, hvussu stovnurin er
fyri, áðrenn sjálv veiðutíðin
er byrjað, men í Vestman
na, Trongisvági og í Norð
oyggjum rokna tey við ein
um góðum haruári.
- Vit rokna við at fáa
nokkso væl av harum í ár,
tí tað sær út til, at nógv er
komið undan, sigur Niels
T. Pedersen úr Vestmanna.
Seinasta ár fingu hagarnir
nøkulunda tað sama sum
undanfarnu ár, og sambært
Niels T. Pedersen vænta
vestmenningar, at hetta árið
verður lítið øðrvísi.
Í Trongisvági hava menn
í Klappjaktini niðurskrivað
hagtøl um tal á harum, vekt
og kyn síðani 1981, og sam
bært Halli av Heiðunum,
formaður í Klappjaktini, er
stovnurin blivin betri og
betri fyri frá 1990unum.
- Vit hava sæð ein vøkstur
í harustovninum líka síðani
einaferð í 90unum. Árið í
fjør var eitt lítið vet slakari,
enn tað plagar at vera, men
tað hevur verið nógv hara at
sæð higartil í ár, so tað boðar
frá góðum, sigur Hallur av
Heiðunum, sum sjálvar hev
ur skotið harur í 30 ár.
Í
Klappjaktini
hevur
ymiskt verið gjørt fyri at
økja um stovnin. Limirnir í
felagnum hava javnan gjørt
nøkur setur, og harafturat
hava ravnafellur eisini verið
brúktar.
Í einum av teimum heilt
góðu hagunum, sum er á
Skálatoftum,
hava
Jákup
Pauli Johannesen og einir
seks aðrir mans eisini eitt
slag av klappjakt. Í fjør fingu
teir 200 harur, og tað verður
mett at vera eitt gott haruár,
hóast teir onkuntíð hava
fingið upp í 270.
- Til tær báðar fyrstu
løgurnar var turt veður, men
til ta triðju seint í august var
vátari, so møguliga er mest
komið undan tá, greiðir
Jákup Pauli Johannesen frá
og leggur afturat, at rættiliga
fitt av haru hevur verið at
sæð í Norðoyggjum seinastu
tíðina.
Veðrið ávirkar
Veðrið hevur stóra ávirkan
á, hvussu haran sjálv er fyri.
Serliga er tað frostur og kavi,
ið er ringt fyri haru.
- Veðrið hevur ógvuliga
stóra ávirkan á, hvussu har
an er fyri. Ringast er um
veturin, um frostur er, og
stórkavi legst, tí tá fær haran
stórt sæð onga føði, og tað
ávirkar
sjálvandi,
greiðir
Jens Kjeld Jensen frá. Hann
heldur, at vektin á seyðunum
í ár kundi týtt uppá, at haran
eisini er væl fyri.
- Næstan allastaðni kring
landið hoyra vit, at seyðurin
hevur vigað væl meira enn
væntað, og tí kann tað hugs
ast, at harurnar eisini eru
væl fyri í ár, sigur Jens Kjeld
Jensen.
Veðrið á sjálvum veiðu
degnum er eisini av stórum
týdningi. Fríggjadagin sigur
hann frá hvøssum vindi av
suðri og nakað av ælingi og
kava.
- Fyri okkum er best, um
tað er høgætt, norðan og
turt. Er hetta ikki veðrið
tann dagin, so verður ikki
farið avstað, sigur Hallur av
Heiðunum. Verður veðrið
hampiligt fríggjadagin, fara
teir væntandi einir 17 mans á
ársins fyrstu haruveiðu hjá
Klappjaktini.
Í Vestmanna vænta teir
heldur ikki besta veðrið
fríggjadagin.
- Sum nú er, sær tað ikki so
lovandi út. Tað liggur nakað
av kava, og tað er til fyrimuns
fyri teir, sum ganga í teimum
lágu hagunum, sigur Niels
T. Pedersen. Hann er við í
Miðalsbrekkufelagnum,
ið
telur 21 menn.
Harumenninir á Skála
toftum vóna eisini, at veðrið
verður gott fríggjadagin, tí
hagin hjá teimum er heldur
óhøgligur, og dagurin er ofta
langur, tá teir fara at skjóta
harur.
- Veðrið má verða nøku
lunda. Helst ikki ov vátt og
hampiligt gongi, sigur Jákup
Pauli Johannesen.
Kunnu vænta eitt gott haruár
Tey, ið fara á haruveiðu komandi tíðina, kunnu vænta sær nakrar góðar túrar, tí
fleiri staðni í landinum verður sagt frá, at nógv hara er at síggja