mikudagur 31. oktober 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vinnan í høvuðsstaðnum
er við at skapa fjarstøðu til
restina av landinum. Ein
kann spyrja seg sjálvan um
hetta er í lagi ella natúrligt.
Svarið er helst ikki einfalt,
so tað sleppur at bíða til eina
aðru ferð. Vit kunnu bert
staðfesta, at so er!
Tað er eyðsæð, at Havnin
má fáa meiri privata vinnu.
Sum nú er, so er meiri enn
helmingurin av lønum í
Havn frá almennari síðu.
Alt gott um alment starv,
men eg hugsi ikki, at hetta
skapar nakran fíggjarligan
framburð. Tað hevur stóran
týdning, at javnvág er millum
alment tænastuvirki og pri
vatu vinnuna.
Tað er langt síðani at
nakar nevnuverdur fiska
roykur hevur verið í Havn,
hví hetta er, so veit eg ikki,
men tað ein sannroynd, at
fiski- & alivinnan hevur
heima
aðrastaðir,
enn
í
Havn!
Vit hoyra dagliga um
royndir ella ætlanir, at flyta
almennar stovnar úr Havn,
út á bygd. Kanska skulu vit
flyta flakavirkir til Havnar
fyri at náa eina javnvág.
Ella – sjálvandi - vit økja um
privatvinnuna í Havn, so
leiðis at javnvág fæst tann
vegin. Her mugu nýggjar
vinnur finnast!
Vit eru í altjóða øldini,
har tøkniliga menningin og
altjóða samhandil gongur
við rúkandi ferð. Havnin
má kýta seg fyri at kappast
og tilpassa seg í hesum
umhvørvinum.
Vit
skulu
leggja okkum eftir vinnum til
heimsmarknaðin, 7 milliardir
møguligir brúkarir!
Neyðugt er við breiðum
samstarvi
millum
vinnu
lívið,
almennar
stovnar,
útbúgvingarstøð og gransk
ingarumhvørvi til tess at
skapa hesar nýggju vinnur
nar!
Her er tørvur á einum
skapanarumhvørvið
Ein
skapanardepil í breiðastu
merking. Eg haldi, tað hevði
verið áhugavert at gjørt
eitt slíkt stað, fyri vinn
una, listina og ítróttin. Eitt
umhvørvi har talent kunnu
arbeiða, gera royndir og
menna góð hugskot. Vit
skulu arbeiða fyri at geva
uppfinnarum, talentum og
øðrum evnaríkum góðar um
støður, ráðgeving og íblástur
til at menna hugskot og
evnir til vøru, tænastu ella
listaverk.
Fyrsta stig er ein skap
anardepil,
mannað
við
íblásarum frá ymsum fak
um t.d. verk-, lista-, lóg-,
havfrøði o.s.fr. sum hevur
skrivstovur, tøkni, verkstøð,
íbúðir og framsýnigarstøð
har endaligu úrslitini kunnu
roynast móti veruleikanum.
Tí er tað umráðandi, at
Tórshavnar kommuna setir
á stovn eina deild fyri vinnu
menning og vinnustuðul.
Deildin skal mannast av
fakliga skikkaðum íblásarum,
sum kenna eitt talent, tá ið
tey síggja eitt. Sum duga at
dyrka hugskotini og talentini
frá eyðmjúkari byrjan til
fullfloygda útskriving!
Deildin skal eisini leggja
seg eftir at hála nýggjar
vinnur til kommununa og
stuðla
verandi
vinnum.
Føroyingar ella onnur úti í
heimi, sum hava talent ella
vitan, sum mett verður at
vera áhugavert, eiga at veðra
leitað upp og fáa tilboð um
høli í skapanardeplinum.
Haðani kann arbeiði gerast
fyri egna ella aðra fyritøku,
men vit fáa fólkini, vitanina
og talentini heim aftur.
kommunuval 2012
Skal Jørgen Niclasen vera
»borgarstjóri« í Havnini?
Hóast talan í dag er um
eitt býráðsval so mugu vit
gera okkum greitt, at tað
sum fyrigongur á lands
politiska
pallinum
kann
fáa ólukkuligar fylgir fyri
Tórshavnar kommunu.
Lat
okkum halda okkum til
veruleikan. Vit vita øll hvør
hevur veruliga politiska valdi
í Føroyum í dag.
Okkara
samfelag minnir ikki sørt um
eitt kongaríkið har okkara
løgmaður situr sum ein
modernaður kongur uttan
veruligt vald. Lat okkum
sláa fast, at hesa støðu hevur
ongin demokratiskur før
oyingur ynskt.
Hetta líkist mest einum
sjónleiki
har
løgmaður
skal eitast at ráða og vera
oddafiskur, men í veru
leikanum er hann settur
til at skipa fyri borðhaldi
og uttanlandsvitjanum og
ongum øðrum. Okkara løg
maður hevur í dag onki
veruliga vald. Hvør hevur
ynskt tað?
Tað átti at verið
einum og hvørjum greitt,
at veruliga valdi í Føroyum
hevur ein sørvingur, sum
við nøkrum fáum atkvøðum
hevur megna at fingið sær
óavmarkað vald.
Hevði hann
hildið seg til demokratiskar
spælireglur so átti hann rós
uppiborið, men so er ikki.
Tað sum er mest syndar
ligt er, at sørvingurin er í
holt við at kollvelta okkara
vælferðarsamfelag. Tað sum
bara vil gagna teimum fáu.
Her eru nøkur fá dømi um
førda politikkin:
- Ein stórur biti er høgdur
burturav Eftirlønar-upp
sparingini
hjá
vanliga
borgaranum. Somu peng
ar verða latnir teimum
háløntu ígjøgnum skatta
lættar. Tí tað tænir Fólka
flokkinum best.
- Landsbankin verður av
sagdur og tømdur, og ein
skilagóð rødd tagnar. Tað
tænir
Fólkaflokkinum
best.
- Havstovan skal pínast og
onki nýtt havrannsókn
arskipið skal byggjast. Vit
skulu vita sum minst um
okkara fiskastovnar. Tí
tað tænir Fólkaflokkinum
best.
- Fiskiveiðueftirlitið verður
niðurpínt og skipini verða
løgd. Eftirlitið á okkara
havøki skal vera sum
minst. Tí tað tænir Fólka
flokkinum best.
- Tjóðpallurin skal pínast og
steðgast. Mentafólk skulu
rekast av landinum. Tí
tað tænir Fólkaflokkinum
best.
- Koyripengar og pensiónir
til lands- og løgtingsfólk
skulu varðveitast. Soleiðis
verður mutur latin teimum
fólkavaldu. Goldið verður
við kassa eitt - skattafrítt
úr landskassanum. Tí tað
tænir
Fólkaflokkinum
best.
Hetta eru bert nøkur fá
dømi úr stóru rúgvuni, - her
er sjón fyri søgn, hetta er
politikkurin hjá Fólkaflokk
inum. Her er talan um eitt
rán fyri og annað eftir. Næsta
strategiska málið er uttan
iva gróthúsið á vaglinum. Og
tapa vit tann leikin so er onki
eftir.
Seinastu 4 árini hava vit
haft eina sterka samgongu
í Tórshavnar kommununi.
Samgongan
hevur
torað
og megna at talað ímóti
førda politikkinum hjá sør
vinginum og hansara sam
gongu. Tí er umráðandi at
veljarin valdagin velur fólk,
sum eru før fyri at halda
Fólkaflokkin
burtur
frá
pengakassanum hjá Tórs
havnar kommunu.
Vit eiga
ikki at lata okkum lumpa av
kávalótum hjá lokalfelagnum
í Havn, tey royna at lumpa og
lirka við barnakekki og siga
seg vera verju teirra lágløntu.
Hetta er svørt tala.
Tí er tað so umráðandi
at veljarin ikki velur lista
A til býráðsvalið. Ein slík
atkvøða vil verða brúkt til
at økja um valdið hjá sør
vinginum. Og ein atkvøða
til Sambandsflokkin hon er
burturspilt - tað síggja vit
hvønn tann einasta dag.
Vinnan í Tórshavnar kommunu!
Sámal Ímundarsson
valevni Tjóðveldis
Brandur í Dali
valevni á lista E til býráðsvalið í Havn
Tórshavnar Kommuna
er sett saman av bygd
um, býlingum og býi.
Hettar fjølbroytta bú
staðarmunstur og hesin
fjølbroytti
liviháttur
ríka kommununa.
Bygdirnar hava sín
egna gerandisdag, sum
í nógvum førum er
heilt ymiskur um vit
samanbera við gerandis
dagin í miðbýnum - ikki
tí felagsøki eru eisini.
Tað er umráðandi
fyri bygdirnar at trivn
aður er í hásæti, og at
bygdarfólkið
hevur
hóskandi felagshús at
hittast til bæði gaman
og álvara.
Eitt sum eisini merkir
borgarar á bygd er, at
stórur dentur verður
lagdur á at hava góðar
skúlar og barnagarðar.
Eisini er umráðandi, at
bústaðir eru til taks fyri
ein sámuligan prís, og
hettar er eitt økið, sum
má skipast á øðrvísi
hátt.
Í dag eru ikki nøkt
andi karmar hjá ungum
familjum at seta búgv í
bygdunum kring Havn
ina, tí tað er alt ov kostn
aðarmikið og trupult
er eisini at fáa lán til
byggingina.
Eitt annað eru vega
føringarnar sum ikki
altíð eru tíðarhóskandi,
og tí mangan til ampa
fyri trygdina hjá borg-
arunum – og tá serliga
børnunum.
Hettar er eitt álvars
mál, og má dentur leggj
ast á at fáa framt batar á
hesum øki sum skjótast.
Ferðasambandið, har
koyrt verður, er nógv út
bygt við nýggju bussleið
ini, men her eru eisini
tillagingar, sum eiga at
fremjast.
Tá hugsað verður um
framtíðar
ferðavinnu,
hava bygdirnar kring
Havnina eisini alstóran
týdning. Tí júst í hesum
bygdum finna vit tað,
sum ferðafólk vilja hava
– upplivingar og frið.
Her eiga vit at duga
betur at siga søguna
og fáa burtur úr bæði í
vinnuliga og trivnaðar-
partinum, ferðafólki og
borgarum til frama
Eitt er vist - tað er
stórt virði í bygdunum,
sum eru partur av Tórs
havnar Kommunu. Tað
fjølbroytni, tú upplivir,
er gott fyri okkum, og
tað er í fjølbroyttum fe
lagsskapi, at framburður
er.
Fjølbroytni
skapar
framburð
Andrea Heindriksdóttir
listi E