Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-10-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kommunuval 2012 Sjálvandi velja vit Miðflokkin- eisini til býráðsvalið! Á seinasta løgtingsvali fekk Miðflokkurin 712 kvøð­ur í Suðurstreymi. Síðani eru veljarakanningar gjørd­ar, og hin seinasta gav flokk­inum eina framgongd uppá 1 %. Heldur hendan fram­gongd­ in sær og kanska økist, vildi flokkurin nátt tí at­kvøðu­ talinum, sum vænt­andi krevst, fyri at fáa umboð í Býráðið. Nøkur siga av órøttum, at tað loysir seg ikki at at­ kvøða fyri Miðflokkinum til Býráðsvalið, tí hann hevur ongan møguleika at fáa umboð. Hetta er, sum tú sært av tølunum, als ikki rætt, men í veruleikanum ein roynd at lumpa veljaran! Veruleikin er jú, at um vit øll, sum valdu Miðflokkin til løgtingsvalið, velja flokkin til Býraðsvalið og fáa onnur at gera tað sama, fáa vit uttan trupulleikar umboð valt. Eitt umboð, sum kann vera tann sosiali profilurin, sum mangan saknast, tá hallir og vallir fylla alt kjakið, með­ an skattaprocentið al­samt veksur skeiva vegin í land­ sins annars ríkastu komm­ un­unu. Jenis av Rana Valevni Miðfloksins til Býráðsvalið Hvussu fáa vit klókari familjur? Í Havn hava vit søvn sum Fornminnissavnið og Náttúru­gripasavnið. Vit hava stovnar sum Jarð­feingi, Heilsu­frøði­ligu Starvs­stov­ una, Um­hvørvis­stov­una og Heilsu­verkið. Vit hava út­búgv­ingar­stovn­ar sum Tekniska Skúl­an, Vinnu­ háskúlan og Fróð­skapar­ setrið. Vit hava vinnur sum fiski­vinn­una, ali­vinnuna, skipasmiðjuna, olju­vinn­ una, orku­vinn­una, mat­vøru­ vinn­una, land­bún­aðin o.s.fr. Felags fyri hesi er, at tey fáast við náttúru og tøkni á ein ella annan hátt. Felags er eisini, at tey, hvør í sínum lagi, liggja inni við holl­ari vitan á sínum øki. Vitanin savnast Øll hendan vitanin kann verða savnað á einum staði og verða gjørd tilgongilig fyri almenninginum. Hetta kann gerast í einum løttum, interaktivum formi, har man tekur støði í uppliving, upplýsing og undirhaldi við at royna ymiskar aktivitetir i einum sosialum samanhangi. Tað, eg tosi um, er eina før­ oyska "vísindamiðstøð", sum er søgd á føroyskum við einum serligum atliti til før­ oysk viðurskifti. Spurningar Hendan vísindamiðstøðin kann seta spurningar sum: Hvussu borar man eftir olju? Hvussu er før­oyska undir­grundin saman­sett? Hvussu mátar man jarð­ skjálvtar? Hvussu gagn­nýtir man ymsar orku­keldur? Hvussu verða ymisk fiska­ sløg veidd? Hvussu alir man laks? Hvussu sær út á hav­botninum við Føroyar? Hvussu ferðast grind? Hvussu fram­leiðir man mjólka­úr­dráttir? Spurn­ingar­ nir eru óteljandi.... Innihald, aktivitetir Tað, sum er umráðandi á eini slíkari miðstød, er at fólk luttaka interaktivt. Eg kann nevna nøkur dømi: Á vísindamiðstøðini skal man t.d. kunna merkja á sínum kroppi, hvussu ein jarðskjálvti kennist. Hetta kann gerast í einum jarðs­ skjálvta-simulatori, sum Tekn­iski skúlin kanska hevur bygt í samstarvi við Jarð­feingi. Møguleiki kann eisini vera fyri at máta blóðtrýst og royna síni lungu - t.d. í sambandi víð okkurt heilsuátak. Hesum stendur heilsuverkið fyri. Og so kann man eisini fylgja við LIVE á einum skíggja, hvar ein grind, sum er merkt, ferðast. Hesum stendur Náttúrugripasavnið fyri - o.s.fr. Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir. Málbólkur Hetta er ein eyðsæddur møgu­leiki hjá t.d. familjum at fara út til í vikuskiftinum. Annars kunnu skúlar og onnur, sum hava áhuga í evn­ unum, eisini brúka hendan møguleikan. Hetta er eitt gott høvi, í kvalitativari samveru, at tilogna sær vitan við at uppliva, verða upplýstur og undirhildin á ein lættan og interaktivan hátt. Turistar fara óivað eisini at hava stóra gleði av hesum. Endamál Endamálið við vísindamið­ støðini er, umframt at geva fólki eina kvalitativa upp­ living, eisini at skapa eina betri fatan av føroysku náttúruni. Søvn, virki og stovnar verða við hesum eisini sædd í einum nyggjum ljósi. Annars er endamálið eisini at vaksa um áhugan fyri náttúru og tøkni, somuleiðis at ásanna týdningin av út­ búgving og gransking í før­ oyska samfelagnum. Kommunan Søvnini og stovnarnir hoyra undir landið, men teir liggja í kommununi og hava eitt ávíst frælsi at leggja sítt arbeiði til rættis - t.d. í eina vísindamiðstøð. Talan er um at brúka kapasitet, sum longu er til staðar, í einum nýggjum, aktuellum samanhangi. Við at veita okkurt høli, t.d. ein gamlan goymslubygning, sum ikki nýtist at vera so flottur, kann kommunan leggja karmarnar fyri eina vísindamiðstøð. Hesi høli kunnu t.d. liggja antin á vestaru ella eystari bryggju, kanska upplagt saman við Sjósavninum. Rakstur Ein partur av rakstrinum er fíggjaður av atgongu- merkj­um. Tey, sum sýna fram, standa sjálv fyri inni­ haldinum og verða lønt frá teirra avvarandi stovnum og virkjum. Kommunan stendur fyri hølunum. Aðrir høvuðsstaðir, sum hava vísindamiðstøðir, eru t.d. Berlin (Otto Bock), Amst­ er­dam (Nemo) og Keyp­ manna­havn (Eksperi­men­tar­ i­um). Hesi støð eru sera væl vitj­að hvønn einasta dag. So vel onkran, sum dugir at brúka hugflogið! :-) X-vitan X-uppliving X-Leivur Thomsen tín kreativi politikari, listi E Les meira her: http:// www.politikkur.fo/vis- leivur+thomsen-greinar Leivur Thomsen Jan Christiansen og Høgni Mikkelsen gráta sáran um fíggjar­støð­ una hjá Tórshavnar komm­unu. Teir hava onki at gráta um. Komm­ un­an er í trygg­um hond­ um við eini skuld á 154 mió. kr. og eini skatta­ inn­tøku á 615 mió. kr. næsta ár. Nógv verri er, at Bogi Andreassen bjóðar privatum inn á Vaglið at stýra komm­ un­uni saman við Fólka­ flokk­in­um Valevnir hjá Fólka­flokk­ inum og Sam­bands­ flokkinum eru farin at bekymra seg illa um kassan hjá Tórshavnar kommunu. Gamalt var ikki, at politikarar úr hes­um flokkum lótust um vón, hvussu stóð til í almennum kassum uttan so, at onkur egin­áhuga­ mál skuldu lívgast. Nú siga teir seg stúra vegna allan felagsskapin, og orsøkin skal vera, at kommunan hevur eina lítla skuld, sum als ikki hóttir nakran kassa. Veruliga illa var statt, tá Fólkaflokkurin var liðugur at buldra seg ígjøgnum býar­stýrið í 80'unum og fyrst í 90'unum. Tá skyld­aði Tórs­havnar komm­una fleiri ferðir skatta­inn­ tøkuna og var so illa fyri, at hon nærum fór á heysin. Ikki fyrr enn sein­ astu átta árini hevur verið møguligt at út­ bygt kommununa, m.a. á skúlaøkinum, har útbyggingar hava kravt eina avmarkaða lán­ tøku. Hvat høvdu Fólka­ flokkurin og Sam­bands­ flokkurin gjørt í staðin? Latið børnini sitið í soppa­fongdum skúlum? Merkiligt sum Fólka­ flokkurin og Sam­bands­ flokkurin ongan­tíð tosa um fólk og trivn­ að í politikki, men altíð um kassar. Í lands­poli­ tikkinum lensa teir lands­kassan við ófíggj­ aðum skatta­lættum og sleppa vanlig­um fólki upp á fjall. Fólkaflokkurin í bý­ ráð­num kom við ein­um barnakekki, sum sjálv­ andi var púra dekn­ings­ leysur. Og nú um dag­ arnar kunngjørdi Bogi Andreassen, at hann og hansara vinnulívsvinir skulu inn á Vaglið at stýra býnum í einum vinn­u­ráð. Tjóðveldi hevur sum mál at skapa vinnu­ menning gjøgnum eina vinnumenningardeild, sum arbeiðir fyri at menna alla vinnu í býnum. Hesi deild­ini forkom Bogi Andrenas­ sen hetta valskeiðið í for­mansskapinum, har onki hendi. Fólkaflokkurin tykist nú at hugsa, at hann í kommununi kann gera sama nummarið sum í landsstýrinum og sleppa sær fram at stóra kassanum sam­ an við vinum og kenn­ ingum. Rópini hjá Høgna Mikkelsen um fleiri til­ vildar­ligar íløgur tykjast passa sum fótur í hosu í hesa ætlan. Veruleikin er, at Tórs­ havnar kommuna er stýrd við størstu ábyrgd sein­astu átta árini, sam­ stundis sum hon er útbygd. Tú kanst trygt seta ein sterkan Lista E inn í býráðið. Tá verða bæði kassin, trivnaðurin og framtíðin í tryggum hondum. Fólkafloks­ tár um ein almennan kassa Jógvan Arge valevni á Lista E