mikudagur 31. oktober 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2012 · Nr. 127
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
So sang Bob á sinni. Tað
er hugaligt at síggja tær
nýggju Enercon vind
myllurnar sum SEV nú
hevur sett upp inn a
Eystnesi. Næsti stigið
hjá teimum verður at
seta upp 11 vindmyllur
í Húsahaganum og eru
vit tá veruliga komin eitt
risastig nærri burðar
dyggari og grønari orku.
Havnar Kommuna og
vit øll eiga at vera errin
av SEV sum nú veruliga
verður grøna lokomitivið
í Føroyum.
Høgi
oljuprísurin,
sum bara fer at hæðka,
hevur kvørkratak á okk
um og tí má ferð verða
sett á kanningar fyri
at menna aðrar orku
keldur og er her sjóar-
fallsorkan
eyðsýnd.
Leysligar metingar vísa
at megin og potentiali í
Vestmannasundi, Skop
unarfirði og Lorvíksfirði
er mangan ferðir okk
ara tørv og vænti eg
at um eini 10 ár verða
Føroyar orkuúflytarar,
eins og í Orkney har
ídag 250 nýggj størv er
knýtt at teirra sjóar
fallsorkuprojektum og
verkætlanum.
Eisini
sera áhugavert er pro
jektið hjá Articon á
Boðanesheiminum sum
fer at verða upphitað av
sjógvi !
Tórshavnar Komm
una eigur eisini at fara
at nýta wood pellets og
biomassa í skúlum, hall
um og svimjihallum..
Hesi eru munandi bílig
ari
og
burðadyggari
brennievnir enn olja.
Kommunan
skal
eggja til og stuðla fólki
at fáa sær sólcellur í
nógv størri mun enn
hagartil.
Havnin skal verða
grøn og burðardygg hvat
orku viðvíkir og vil eg
gera mítt á hesum øki !
Latið SEV
fáa arbeiðs
frið »and
the answer,
my friend, is
blowing in
the wind ...«
kommunuval 2012
Listaligt gróðrarrúm
Áhugavert var at lýða á
tað, sum varð sagt á fundi í
Norðurlandahúsinum
um
arbeiðskorini hjá listafólkum.
Serligur dentur var lagdur á
innivist og arbeiðsumstøður
hjá listafólki, og heilt fitt varð
gjørt burtur úr hugtakinum
atelierfelagsskapi.
Til at lýsa slíkar møguleik
ar vóru boð send eftir lista
fólkum úr Tróndheimi, sum
við góðum úrslitum hevur
skipað fyri fleiri atelierfe
lagsskapum í býnum. Inni
vist er fingið í gomlum virk
isbyningum, gomlum skúlum
og líknandi, og umstøðurnar
og reglurnar fyri at virka í
teimum ymsu støðunum eru
eitt sindur ymiskar.
Tríggjar
kvinnur,
sum
arbeiða í sama atelierfelags
skapi, greiddu frá sínum
royndum av hesum arbeiðs
umstøðum. Teimum dámdi
hendan háttin, sum gav góðar
møguleikar fyri íblástri frá
hvør øðrum.
Tann, sum hevur staðið fyri
hesi
menningarverkætlan
í Tróndheimi, var eisini hjá.
Hann legði dent á, at arbeiðs
hølini verða ikki boðin fram
fyri onki, men samstundis
er umráðandi ikki at seta
leiguprísin so høgt, at ongin
er førur fyri at gjalda hann.
Føroysk listafólk hava
verið í Noregi og sett seg inn í
viðurskiftini. Tey hava síðani
vent sær til Tórshavnar
kommunu við fyrispurningi
um at fáa skipað ein atelier
felagsskap í Havn.
Ivist ikki í, at eitt slíkt
gróðrarrúm fer at koma, og
royndirnar í t.d. Tróndheimi
kunnu í stóran mun flytast
yvir á viðurskifti her í bý
num.
Ein
atelierfelagsskapur
skal halda til sentralt, so
listin og yrkisbólkurin verða
samrunnir partar av býar
lívinum. Dømi eru longu
nevnd um fleiri bygningar,
sum
fyri
smáar
pengar
kunnu lagast til endamálið.
Grundtankin aftan fyri
atelierfelagsskapin er ein
framskygd og strategisk íløga
í eina alneyðuga skapandi
vinnugrein,
sum
nevnist
list.
Politiskir myndugleikar
kunna ikki síggja burtur frá
hesum tørvi, og Tórshavnar
kommuna fer í øllum førum
at virka fyri hesum í góðum
og tøttum samstarvi við lista
liga umhvørvið.
Her liggur ein stórur og
nærum ótroyttur samfelags
ligur møguleiki, ið mynd
ugleikar og samfelag ikki
kunnu síggja burtur frá,
men hava beinleiðis politiska
skyldu at styðja uppundir.
Jógvan Arge
formaður í
mentamálanevnd
Tórshavnar býráðs
Tórshavn skal hava eitt
Google umhvørvið!
Tað er eingin loyna, at
kreativitetur og búskapar
vøkstur fylgja væl saman.
Bæði tá tað snýr seg um ment
an og list, men so sanniliga
eisini, tá ið tað kemur til
tøkniligan kreativitet. Stór
býir, sum London og San
Francisco hava gjørt stórar
íløgur í økjum, har forritarar,
teldusniðgevar
og
aðrar
líltar fyritøkur, ið takast við
KT, fáa umstøður at blóma í.
Kommunurnar veita bygn
ingar í East London (eisini
nevnt Tech City) og Silicon
Valley, so at lítlu fyritøk-
urnar
kunnu
leiga
sær
skrivstovupláss, við øllum
neyðugum hentleikum, fyri
lítið og lætt.
Google umhvørvi
Við at savna kreativitetin
saman, kunnu smáu fyritøk
urnar gagnýta førleikarnar
hjá hvørjum øðrum. Kunnu
samstarva og hjálpa hvørj
um øðrum í byrjanini. Hetta
er eitt mennandi skrivstovu
umvørvi, har teknologiski
kreativiteturin fær góðar
og bíligar umstøður at virka
undir.
Tórshavnar
kommuna
hevur fleiri bygningar í bý
num, sum ikki verða nýttir
á fullgóðan hátt. Hesir bygn
ingar hóska væl til tekno
logiska kreativitetin, tí vit
hava nógvar forritarar, teldu
sniðgevar og aðrar lítlar fyri
tøkur, sum royna at skapa
eina tilveru í vinnuni, men
hava einki umhvørvið at
mennast í.
Tískil skulu vit útnytta
verandi bygingar, so at vit
kunnu fáa ágóðan av tekno
logiska kreativitetinum. Vit
kunnu geva teimum um
hvørvið og neyðugu karm
arnar, so hesir kreativu heil
arnir kunnu blóma í frið.
Tað er harafturat vert at
hava í huga, at Setrið bjóðar
útbúgvingar í KT, og eru tað
fleiri av teimum, sum antin
hava egna fyritøku ella ar
beiða við verkætlanum við
síðuna av lesnaðinum.
Kommunuskúlanum
Hesin
bygningurin
skal
ikki vera ein tilvildarligur
bygningur, sum er langt frá
býnum, men skal hann vera
ein partur av nýggja mið
býnum. Havi áður sagt, at
kommunuskúlin skal gerast
til lestraríbúðir, so at vit
fáa eitt lestrarumhvørvið í
býnum.
Google kenda umhvørvi
skal vera miðskeiðis í Havn
og so tætt við gamla komm
unuskúlan sum gjørligt. Mítt
uppskot er at hann skal vera
í nýggja gula bygninginum
við kommunuskúlan. Á tann
hátt fáa vit eitt dynamiskt og
livandi umhvørvið við bæði
arbeiðsplássum og íbúðir til
lesandi.
Ímyndið tykkum lívið og
umhvørvið, tá ungdómurin
og tøkniligi kreativiteturin
sameinast í eitt og sama
stað. Ímyndið tykkum dyna
mikkin, tá ið Tórshavnar
kommunu fær sín egna Tech
City ella Silicon Valley, tá
Tórshavnar kommuna fær
sítt egna Google umhvørvið
í hjartanum av høvuðsstað
num!
Tá kemur lív aftur í mið
býin!
Rói B. Poulsen
Kommunuvalevni fyri fólkaflokkin
Johan Mortensen
Valevni hja Tjóðveldi